fríggjadagur 9. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Spurningurin er ikki, um tað fer at
eydnast hjá Páli Joensen at vinna
gull í HM- ella EM-kapping. Tey
serkønu eru ikki í iva um, at tað fer
at eydnast. Spurningurin hevur
leingi verið, nær tað fer at eydnast,
og serfrøðingarnir siga undan EM-
kappingini á 1500 metra teininum,
sum verður seinnapartin í morgin,
at tað kann væl verða, at tað fer at
eydnast hesa ferð.
Eurosport sendir beinleiðis frá
EM-kappingini, sum síðani hós
dagin hevur verið í Stettin í Pólandi,
og harvið hevur Føroya fólk møgu
leika at vera eygnavitni, tá Pál
Joensen seinnapartin í morgin fer
at gera enn eina roynd at klúgva
heilt upp á tindin og harvið at
syrgja fyri, at lagið hjá Peturi Alberg
til »Tú alfagra land mítt« ljómar í
Stettin í morgin.
Meiri enn góðkent
Í gjár var 400 metra kappingin á
skránni. Pál Joensen svam seg í
finaluna við triðbestu tíðini í inn
leiðandi kappingini. Tí spøkti møgu
leikin fyri, at tað skuldi eydnast
honum at vinna heiðursmerki, tá
finalan var á skránni seinnapartin,
men tað gekk akkurát ikki.
Pál endaði á fjórða plássi. Týski
Paul Biedermann var fyrstur á
mál, Mads Glæsner úr Danmark
var
nummar
tvey,
og
Pawel
Korzeniowski úr Pólandi varð
nummar trý.
Pál Joensen legði sera bragdliga
fyri. Hann var fremstur eftir 150
metrar, hann var næstfremstur
eftir 200 metrar, og so var hann
á triðja plássi, til gott og væl 300
metrar vóru lagdir aftur um bak.
Pál kom á mál 2,40 sekund aftan
fyri týska vinnaran, 1,75 sekund
aftan fyri danska silvurvinnaran
og 0,51 sekund aftan fyri pólverjan,
sum framman fyri sínum egnu
tryggjaði sær bronsumerkið.
Jón Bjarnason, venjarin, er
saman við Pál Joensen í Pólandi.
Hann sigur, at teir eru ikki vón
brotnir um, at tað ikki eydnaðist
at vinna heiðursmerki í 400 metra
kappingini. Heldur eru teir eftir
avrikið á 400 metrum vónríkir um,
at tað skal gangast væl á 1500 metra
teininum, sum er fremsti teinurin
hjá Páli Joensen.
– Hetta var ein fín byrjan í EM
kappingini. 3:41,05 er flott persónligt
met hjá Páli uttan superdrakt, og
úrslitið gevur mær góðar vónir fyri
leygardegnum, tá Pál fer at kappast
á 1500 metra teininum, sigur Jón
Bjarnason úr Pólandi.
Tíðin á 400 metrum var næstan
3,5 sekund betri, enn Pál áður hevur
megnað at svomið teinin undir hes
um umstøðunum, og tað boðar frá
góðum.
– Um sammett verður við tíð
irnar, sum teir í toppinum í hesi
kappingini áður hava megnað, so er
einki at ivast í, at Pál er tann, sum
hesa ferð stóð seg best á hesum
teininum, og tað í sær sjálvum ber
grundarlag fyri optimismu við
sær undan leygardegnum. Hvussu
tað fer at hilnast, fáa vit at síggja,
segði Jón Bjarnason í samrøðu við
Suðuroyarportalin í gjárkvøldið.
Boðar frá góðum
Formaðurin í Svimjisambandinum,
Jon Hestoy, hevur ikki tosað við Pál
Joensen ella Jón Bjarnason síðani
kappingina í gjár. Men hann skilir
væl útsøgnina hjá Jón Bjarnason
og optimismuna undan 1500 metra
kappingini.
– Onkuntíð áður hevur nógv
verið gjørt burturúr, at møguleik
arnir hava verið mettir at vera góðir
fyri heilt góðum úrsliti, og so er tað
kiksað. Hesa ferð hevur ikki verið
gjørt so nógv burturúr. Nú kann eg
ikki siga annað, enn at eg havi eina
góða kenslu. Í fleiri av undanfarnu
kappingunum hevur tað verið
soleiðis, at tað longu á 400 metra
teininum hava verið ábendingar
um, at hetta ikki fór at verða tað,
sum frammanundan varð vónað.
Soleiðis var tað ikki í gjár. Tíðin hjá
Páli undirstrikar, at Pál er ógvuliga
væl fyri. Tí verði eg als ikki ovfarin,
um tað í morgin fer at eydnast hon
um ordiliga at gera bart.
At vinna gull?
– Marginalirnir eru smáir í
svimjing. Eg vil siga tað soleiðis,
at hann er ikki minni favorittur at
vinna gull, enn kappingarneytarnir
hjá honum eru. Pál hevur longu
nógvar royndir, og hann megnar
væl at bera spenningin. Hann kenn
ir einki trýst á sær, og nú savna teir
seg hundrað prosent um avbjóð
ingina í morgin.
Hvør verður taktikkurin?
– Eg rokni við, at uppleggið
verður, at Pál skal leggja seg á
odda beinanvegin. Um tað eydnast
honum á fyrsta partinum av tein
inum at vinna einar 10 til 15 metrar,
so verður hann ikki tikin. So tað
verður nokk so skjótt, at vit fara at
fáa ábending um, hvat vit kunnu
rokna við.
Hvør verður tíðin?
– Heimsmetið er heilt niðri á
14:16. Tað er ikki órealistiskt at
rokna við millum 14:20 og 14:30. Tað
vil siga, at millumtíðin fyri hvørjar
hálvthundrað metrarnar skal vera
á umleið 28,5 sekundum.
Pál Joensen er størsti ítróttar
maður, sum Føroyar nakrantíð
hava átt, og hann hevur longu fleiri
ferðir staðfest, at hann er partur av
heimselituni. Seinnapartin í morgin
fer Pál Joensen við eygnavitnum
kring allan heim at stríðast fyri at
vinna Føroyum gull, og tað hevði
verið fantastiskt, um tað hevði
eydnast Páli at koma fyrstur á
málið!
Í gjár royndi Birita Debes seg
í tveimum kappingum í EM í
Stettin í Pólandi.
Á 50 metra teininum í frí
svimjing var tíðin 59.83, og Birita
var nummar 56 av 58 svimjarum.
Hon hevur áður svomið henda
teinin væl betur enn hesa tíð
ina.
Á teininum 100 metra rygg
svimjing var tíðin 1.03.90. Eisini
á hesum teini hevur Birita áður
staðið seg betur enn so.
Í dag hevur Birita luttikið í 50
metra firvaldakappingini, með
an Pál Joensen hevur hildið frí.
joannes@sosialurin.fo
Birita í tveimum
kappingum
Pál tevjar gull
Svimjing Fjórða plássið hjá Pál Joensen á 400 metra teinum gevur venjaranum, Jón
Bjarnason, góðar vónir undan 1500 metra kappingini, og bossurin í Svimjisambandinum
sigur seg eisini hava eina góða kenslu undan stóru kappingini seinnapartin í morgin
PÁL VÆL FYRI
Tíðin hjá Pál Joensen á 400 metra teininum var so mikið góð, at formaðurin í
Svimjisambandinum, Jon Hestoy, als ikki verður ovfarin, um tað í morgin fer at eydnast
Páli ordiliga at gera bart, tá 1500 metra teinurin er á skránni í Stettin í Pólandi
Savnsmynd