fríggjadagur 9. desember 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá VÍF áttu ikki at
verið ein álvarslig hóttan ímóti
oddaliðnum Neistanum, men tað
blivu tær helvtina av dystinum,
tá liðini møttust í ítróttarhøllini á
Hálsi mikukvøldið. Tað eydnaðist
VÍF at fylgja við allan fyrra hálvleik,
men í seinna hálvleiki fekk Neistin
beinanvegin vunnið sær tann
fyrimunin við fýra málum, ið helt
sær restina av dystinum – onkra
løtu uppi á seks málum.
So hóast Neistin fekk eitt sindur
av mótstøðu í fyrra hálvleiki, vísti
oddaliðið styrki eftir steðgin, hóast
sigurin ikki gjørdist so sannførandi,
sum roknast kundi við. Kappingin
er long og dystirnir nógvir, so tí er
kanska ikki alla tíðina líka lætt hjá
oddaliðnum at halda kókinum.
Í ítróttarhøllini á Skála bleiv
tað eisini undirtippaða liðið, ið fyri
stóran part gjørdi vart við seg, so
her gjørdist talan um ein uppaftur
javnari dyst. Her var Stjørnan á
vitjan hjá StÍF, sum líka til tað
síðsta andaði klaksvíkskvinnur í
nakkan.
StÍF telist ikki millum fremst
liðini,
men
allíkavæl
kláraðu
kvinnurnar av Strondum og Skála
at halda Stjørnuni á javnleiki eftir
fyrsta hálva tíman, og í seinna
hálvleiki var Stjørnan fyri tað nógva
eitt lítið petti frammanfyri, men
StÍF kom alla tíðina afturíaftur.
Tað gjørdist líka ímóti endanum, at
StÍF ikki kláraði at svara aftur, og
so vann Stjørnan dystin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin - VÍF 28-24 (13-12)
Neistin: Jacklin Durhuus 6,
Nicoleta R. Hansen 6, Barbara
Brauer 5, Bára Hansen 5, Annika
Thomsen 3, Marjun Danberg 2,
Birita Wardum 1
VÍF: Liljan Durhuus 6, Annika
Poulsen 4, Hanna Durhuus
3, Linda Davidsen 2, Torgunn
Johannesen 2, Elias Leo 2, Agnas
Olsen 2, Johanna Gunlaugsdóttir 1,
Finngerð Jensen 1, Tóra Seloy 1
StÍF - Stjørnan 25-27 (14-14)
StÍF: Rebekka Justinussen 12,
Fríðrún Danielsen 3, Jóhanna í
Króki 3, Birna Tummasardóttir 3,
Irena Dam 2, Ásgerð Káradóttir 1,
Birita Poulsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 9,
Lovisa Andreasen 5, Corina
Demeterca 4, Judit Hansen 4, Una
Olsen 3, Annika Ljósstein 1, Ella
Petersen 1
Teprir kvinnusigrar
Kvinnuhondbóltur Hóast Neistin og Stjørnan
vóru favorittar, vunnu liðini við ikki so nógvum
málum á ávikavist VÍF og StÍF mikukvøldið
Hilmar Jan Hansen
Kappingin hjá monnunum hevur
fyri tað nógva sæð út sum ein
kapping um at koma í FM-finaluna
ímóti
kollfirðingum,
men
nú
Neistin sær út til at vera komin fyri
seg, er spurningurin, um ikki alt fer
at líkjast meira síðsta vetri, tá tað
vóru hesi bæði liðini, ið áttu bæði
FM- og steypafinaluna.
Mikukvøldið
fekk
Neistin
arbeitt seg væl innaftur, eftir at
VÍF – akkurát sum ímóti KÍF síðsta
leygardag – átti betru byrjanina.
Bara ein lítil løta var farin av seinna
hálvleiki, so hevði Neistin bart seg
upp á javnt og yvirhálaði so mitt
í
hálvleikinum
vestmenningar,
ið restina av dystinum sluppu at
renna aftaná.
Eisini hoyvíkingar vístu seg frá
síni bestu síðu, tá teir á útivølli
vunnu sannførandi á StÍF og tí
hava sett seg á triðfremsta plássið
á stigatalvuni. H71 var stórt sæð á
odda allan samlan dystin á Skála,
og sum nú sær út, eru hoyvíkingar
kanska einasta liðið, ið kann
kappast við hini bæði fremstu.
Triði dysturin, sum var millum
Team Klaksvík og Kyndil, endaði við,
at klaksvíkingarnir fyri fyrstu ferð
taptu á heimavølli. Team Klaksvík
átti fyrra hálvleik og Kyndil seinna,
men tað rakk altso til sigurs hjá
teimum grønu, ið spakuliga eta seg
upp úr botninum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin - VÍF 32-25 (13-16)
Neistin: Teitur Magnusson 8,
Heini Hanusarson 7, Sjúrður
Thomassen 5, Josef Abrahamsen 4,
Andras Joensen 4, Finnur Hansson
3, Jugoslav Djumic 1
VÍF: Áki G. Olsen 9, Bjarti Hansen
5, Andrias Eriksen 3, Agnar
Joensen 3, Sámal Joensen 2, Niels
Andreasen 1, Bárður Brimvík 1, Ingi
Olsen 1
StÍF - H71 27-33 (13-16)
StÍF: Jógvan Berg 6, Jógvan G.
Joensen 5, Jóannes Prestá 5,
Erland B. Danielsen 3, Marius
Joensen 3, Steinar Prestá 2, Fríði
Djurhuus 1, Høgni Jensen 1, Allan
Norðberg 1
H71: Hallur Biskopstø 7, Halgir
Dahl Olesen 6, Hans Kári Hansen
5, Ári J. Olsen 5, Blagoje Buha 4,
Rani V. Højgaard 3, Dánjal Tórgarð
2, Bogdan Florea 1
Team Kl. - Kyndil 25-27 (13-12)
Ongar upplýsingar tøkar
um málskjúttar
Nú hóttir Neistin
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
9
256
207
49
16
2 Neistin
10
259
246
13
14
3 H71
10
259
262
-3
10
4 VÍF
9
236
240
-4
8
5 Team Klaksvík
9
236
245
-9
7
6 StÍF
9
219
232
-13
7
7 Kyndil
10
227
260
-33
4
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
10
314
227
87
20
2 Stjørnan
10
260
235
25
12
3 VB
8
214
189
25
10
4 Kyndil
9
233
228
5
9
5 StÍF
9
210
237
-27
6
6 VÍF
9
215
253
-38
6
7 Tjaldur
9
216
293
-77
1
Manshondbóltur Eftir minni sannførandi avrik í eina tíð, sær
Neistin út til at hava fótað sær aftur og bjóðar kollfirðingum av
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen