Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 9. desember 2011 4 VIKUSKIFTI kærleiki Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Sjálvt um vit ikki sóust í 44 ár, so havi eg altíð verið góð við hann, og tí haldi eg hetta vera nakað fantastiskt, sum er hent. Soleiðis greiðir ein ovurfegin Effie Campbell úr Havn frá, sum fyri stuttum giftist stóra ungdómskærleikanum, Jógvani. At ein túrur til Elduvíkar í sep­tembur í ár skuldi broyta hennara lív, hevði hon ongantíð trúð. Vóru forlovað sum ung Effie og Jógvan hittust fyrstu ferð, tá hon var um 20 ára aldur, og ein vinmaður hevði elduvíkingin Jógvan við sær, tá hann kom at vitja Effie. Lagnan vildi so vera, at tað var ikki fyrr enn tá hon tvey ár seinni søkti starv sum lærari í Eldu­víkar skúla, at tey veruliga lærdu hvønn annan at kenna: – Jógvan lærdi tá til húsasmið og var í Elduvík í vikuskiftunum. Vit gjørdust væl og skjótt rann saman, fortelur Effie, sum minnist, hvussu trupult alt var, av tí at tað ikki vegur til Elduvíkar: – Eg mátti ganga sjey kilometrar, um eg skuldi til Funningsfjørð, og mangan var veðrið ringt, minnist Effie. Tey høvdu verið forlovað í hálvttriðja ár, tá Effie valdi, at tey skuldu fara hvør til sítt: – Eg bleiv við at ivast, um hetta var tað rætta, og tí helt eg, at best var at enda parlagið, fortelur Effie. At hon áhaldandi var ivasom, heldur Effie stavar frá eini uppliving í barna­árunum. Pápi Effie, sum var skoti, og mamma hennara fóru frá hvørjum øðr­um, tá Effie var seks ára gomul, og restina av barnaárunum hevði hon lítið og einki samband við pápan. Henda upplivingin hevur ávirkað Effie gjøgn­ um alt lívið: – Tað, at pápi fór frá mær og mammu, hevur fylgt mær alt lívið sum eitt spøkilsi, ið bara ikki vil hvørva. Teirra hjúnarskilnaður hevur gjørt, at eg altíð havi havt ótrúliga torført við at hava álit á menniskjum, greiðir Effie frá og leggur afturat, at hon og Jógvan ongantíð vóru óð inn á hvønn annan, eftir at tað slitnaði teirra millum fyri 44 árum síðan: – Vit hava øll árini sent hvørjum øðrum jólakort, men tað er so tað einasta sambandið, vit hava havt, sigur Effie. 44 ár smeltaðu burtur Tað var ein góðveðursdag seint í summ­ar, at lívið hjá Effie sum gomul genta tók eina kúgvend. Hon ætlaði sær til Elduvíkar at hyggja eftir eini fram­sýning við myndum frá Elduvíkar skúla, og av tí at hon ikki sjálv hevur koyri­kort, mátti hon taka bussleiðina úr Havn og norður í Skálabotn: – Eg hugdi í ferðaætlanina og sá, at rutan bara koyrdi inn í Skálabotn, so eg mátti fáa onkran at forbarma seg og koyra meg strekkið úr Skálabotni og til Elduvíkar, greiðir Effie frá. Hon minn­ ist tíðiliga, hvat hon so gjørdi: – Eg ringdi so til Jógvan, og hann lovaði at verða eftir mær í Skálabotni. Eg minnist, at hetta var fríggjadag 2. septembur, fortelur Effie við smílandi eygum. Hon fór við bygdarleiðum inn í Skálabotn, og har sat Jógvan í bili og bíðaði eftir henni. Tá hon settist inn í bilin hendi nakað heilt serligt, tá Jógvan gav henni eitt klemm: – Tað var, sum eldur kom í meg, tá eg sá hann aftur. Við einum knipsi vóru 44 ár smeltað vekk, og alt var sum fyrr, sigur Effie, sum sjálv heldur, at hon var rættiliga køld kensluliga, áðrenn hon aftur hitti Jógvan. Tá hon seinni hetta kvøldið fór suður aftur til Havnar, visti hon, at tey skuldu síggjast aftur: – Eg segði við hann, at nú havi eg verið hjá tær, so nú mást tú koma at vitja meg. Altso alt føldist bara so gott og ordiliga rætt, sigur Effie. Men ivin kom tó aftur í hana, og Effie, sum er trúgv­andi, fór at biðja til Gud: – Eg hugsaði, at kanska var tað Guds ætlan, at eg og Jógvan skuldu finna saman aftur, men eg mátti hava prógv fyri hesum. Tí bað eg til Gud, um at hann kundi staðfesta tað fyri mær, greiðir Effie frá. Staðfestingarnar fekk hon teir næstu dagarnar og eftir at hava verið á einum Aglowfundi hjá Frelsunar­herinum, hvarv allur ivi: – Meðan eg var til forbøn hjá dansk­ ari kvinnu, sigur hon brádliga við meg: »Tú ert ein kvinna, sum torir at stíga út úr tíni komfortsonu. Gakk trygt á tí vegnum, sum tú júst nú ert stigin á. Tú skalt ikki óttast, sigur Harrin, hetta er frá mær, sigur Harrin.« Tá visti eg, At gamal kærleiki ikki rustar, kann 69 ára gamla Effie Campbell ásanna. Hon og ungdómskærleikin, Jógvan Joensen, hittust aftur fyri fyrstu ferð í 44 ár seint í summar. – Tað var, sum eldur kom í meg, tá eg sá hann aftur, sigur Effie Campbell. Nú eru tey gift Effie lÆt kærleikan vinna