Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 9. desember 2011 5 VIKUSKIFTI mynd: Álvur Haraldsen hvat klokkan hevði sligið, greiðir Effie frá. Sama kvøld ringdi hon til Jógvan og for­taldi, hvat henni hevði verið fyri: – Tá eg fortaldi honum tað, bað hann meg síggja til, at eg ikki gloymdi tað. Og ja, so gekk ikki long tíð, og vit gjørdust ringforlovað, fortelur Effie. Hon minnist, hvussu hann ta fyrstu tíð­ina royndi at imponera seg: – Hann tosaði um at keypa íbúð í Spania og í Runavík, og hvat veit eg, men tað nýttist honum als ikki tí eg var longu seld, greiðir Effie frá og smílist. Einsamøll undir vígsluni So skjótt Effie og Jógvan vistu, at tey skuldu liva saman, avgjørdu tey at giftast: – Tað var ótrúliga umráðandi fyri okkum bæði at giftast, tí vit vildu ikki búgva saman ógift, sigur Effie. Tann 15. novembur søgdu tey ja til hvønn ann­ an, tá Ann Hansen, prestur, vígdi tey í Dómkirkjuni. Bæði kenna tey nógv fólk, men undir vígsluni ynsktu tey at vera einsamøll: – Eg tímdi ikki at gera so øgiliga nógv burturúr. Vígslan gekk so mikið væl, at eg kundi tað sama verið gift inni í mín­um egna køki, so rólig var eg, flenn­ir Effie, sum var í føroyskum búna og Jógvan í klædningi á brúd­ leyps­degnum. Spurd, um tað var ein romant­isk løta í kirkjuni, svarar Effie kvik­liga: – Vit vóru bæði púra avslappað, tí hetta kendist so rætt. Tú kanst ætla, at tað var ein vøkur løta, í hvussu so er, so táraði presturin, minnist Effie. Hóast tey ikki hildu nakra brúðarveitslu, bleiv dagurin tó hátíðarhildin: – Vit fóru á Hafnia at eta ein bita, og so fóru vit eisini til fotograf. Tað stuttliga er, at onkur hevði snýkt seg inn í kirkjuna undir sjálvari vígsluni, so vit hava eisini tær myndirnar, fortelur Effie. Lívið sum nýgift Nú hava tey livað sum hjún í skjótt ein mánað, og sambært Effie er lívið sum gift kona einki minni enn fantastiskt: – Vit hava tað so hugnaligt saman. Vit fara út á matstovur, koyra biltúrar og njóta lívið, sigur Effie og fegnast um, at øll rundan um tey eisini eru glað teirra vegna. Av tí at Effie hevur hús í Havn, og Jógvan eisini hevur hús í Eldu­vík, ferðast tey ímillum í bilinum hjá Jógvani: – Hann roynir at yvirtala meg til at fáa koyrikort, men har seti eg markið, flennur Effie avgjørd. Hon heldur ikki, at hon er broytt stórvegis, men við­ gongur, at hon raðfestir øðrvísi í mun til áður: – Fyrr hugdi eg ofta í sjónvarp, var til nógv tiltøk, helt andaktir og umsetti ymiskt, men seinastu tíðina havi eg bara hildið eina andakt og umsett eitt stykki. Nú vil eg njóta tíðina saman við Jógvani, fortelur Effie, sum altíð hevur verið sera virkin sum týðari og hevur um­sett nógv til eitt nú Sunnudagsblaðið og Jóla­boð. Í hesum døgum kennir hon seg nýforelskaða: – Tað er eingin munur at vera for­ elskað sum ung, og so tá tú ert 69 ára gomul. Eg havi somu góðu kenslu í dag, eins og eg hevði tá, sigur Effie. Bæði hava tey livað einsamøll øll hesi árini og hava havt ávísar vanar og siðir. Tað er tó eingin trupulleiki nú tey búgva saman: – Eg eri útbúgvin lærari og kenni til pedagogik, so sjálvandi byrjaði eg fyrst við at rósa, og nakað seinni segði eg onkuntíð spakuliga: »Heldur tú ikki, at vit kundu roynt at gjørt hetta so­ leiðis?,« sigur Effie skemtingarsom og leggur afturat, at tey eru ógvuliga lík, so tískil eru ongar stórvegis broytingar farnar fram, tá tað kemur til eitt nú matvanar og reingering av húsinum. Hon gleðist um nýggja lívið og sær fram til nógv góð ár saman við stóra ung­dóms­kærleikanum: – Mann kann siga, at eg havi havt fleiri kapitlar í mínum lívi, men eg rokni við, at hetta er besti kapittulin í lív­inum, fortelur nýgifta Effie. – Tað er eingin munur at vera for­elskað sum ung, og so tá tú ert 69 ára gomul. Eg havi somu góðu kenslu í dag, eins og eg hevði tá, sigur Effie Campbell Fakta Effie Joan Campbell er fødd í Tórshavn 5. juni 1942. Hon er dóttir Mariu Rubeksen í Havn og Allan Campbell úr Skotlandi. Effie tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1964 og var lærari í Elduvík 1964-67, áðrenn hon fór í Adventistaskúlan, har hon starvaðist frá 1967 til 2002. Effie hevur harafturat skrivað fyri eitt nú Sunnudagsblaðið, og eisini hevur hon týtt bøkurnar Skýmingarløtan 1-4.