fríggjadagur 9. desember 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 9. desember 2011
7
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp í politikk?
Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki, og stillaði
upp fyrstu ferð, tá eg var 18 ára gamal. Orsøkin
var, at eg fegin vil gera mína ávirkan galdandi, og
tí eg vil verða við at menna og forma landið.
Hvørji eru tíni hjartamál?
Fyrst og fremst tey kristnu virðini, og skal eg taka
nakað einstakt mál fram um, so fari eg at berjast fyri
at steðga fosturtøku. Eg meini fosturtøka er dráp,
og eg fari at gera mítt ítarsta fyri at bjarga teimum
50 mannalívum, sum verða tikin við fosturtøku
um árið. Annars at menna landið, so vit hava eitt
gott og virðiligt land hjá øllum at búgva í.
Er tú við at venja teg við tingarbeiðið?
Eg haldi tað. Eg eri ikki tann, ið hevur havt orðið
á Tingi mest higartil, men á floks-, nevndar- og
landsstýrisfundum hava eg sagt mína meining.
Men fái eg høvi at sita á ingi í fýra, býðst
eisini høvi at trína á tingsins røðarastól.
Hvussu heldur tú teg í form?
Eg haldi meg alt ov lítið í form. Fyri fýra
mánaðum síðani gekk eg 10 kilometrar um
dagin, men tað datt niður fyri, tá valstríðið
byrjaði. Vónandi fái eg byrja aftur við tí.
Gongur tú høgt upp í at vera væl klæddur?
Ikki serliga høgt. Eg eri meira eitt millumting, eri
sjáldan vásaklæddur og sjáldan øgiliga væl klæddur.
Mær dámar illa at skilja meg burtur úr mongdini
við antin at vera ov fínur ella ov lítið fínur.
Er tú til føroyska náttúru
ella suðurlendskar strendur?
Skal eg velja annað er eingin ivi um, at eg
velji suðurlendskar strendur. Ikki tí, eg elski
føroyska náttúru og dámi sera væl at ganga í
føroyskari náttúru, men eg velji suðurlendskar
strendur – í hvussu er í styttri tíðarskeið.
Hvat er tað bersta tú fær at eta?
Lambskjøt. Feskt, ræst, riv. Tað er tað besta.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mest eftir kristiligur tónleiki, bæði føroyskum
og útlendskum, og helst friðarligum. Av
verðsligum tónleiki er tað mest friðarligur
tónleikur sum Peter Cetera og Chicago.
Er tú veiðimaður (fisk, fugl, harur...)?
Í lítlan mun. Mær dámar væl at vera á floti, og eri
tað ofta, men umframt tað er tað bara laksafiskarí.
Hevur tú nøkur húsdjór?
Nei, men mær dámar sera væl hundar, so eg
vil ikki útiloka, at eg ein dag fái mær hund.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian liggur altíð á náttborðinum. Eg lesi tó eisini
annað, serliga kristiligar bøkur, men nú ætli eg mær
eisini at lesa annað. Til dømis ætli eg mær at lesa
bókina um valið 2011, og so bókina hjá Hanus Samró.
Verður tú framvegis við í politikki um 10 ár?
Eg ætli mær ikki nú at arbeiða fram ímóti at fáa
atkvøður um fýra ár. Eg eri meira ein uppstartari enn
ein úthaldari, og eri tí vanliga ikki leingi í hvørjum
stað. Eg fari at taka avgerðir, sum eru rættar beint
nú uttan at hugsa um afturval. Tað fari eg at gera
um trý og eitt hálvt ár, og tá verður tað upp til
veljaran, taki eg avgerð um at stilla upp aftur.
mynd: Álvur Haraldsen
Tað eg veit hevði Fidel Castro,
tá hann sjálvur tveyogfýrsins
tjúgundi fór til Kuba við danguni
Grandma og hálvdeyður av
sjóverki tapti fyrsta slagið har,
men trý ár seinni hertók vaglið
í Havanna frá kapitalistunum,
tað eg veit, høvdu hann og Che
ongan jólamann við sær.
Teir skipaðu heldur ikki fyri
barnaundirhaldi. Hjá teimum
var álvarin størri í tí, teir vóru í
holt við.
Men tað var har og tá.
Revolusjónsromantikkur
gamaní. Men Castro og hansara
fólk vunnu so.
Stóru lýsingarnar, tvær blað
síður, frá teimum, sum ætlaðu
sær at hertaka Vaglið í Havn ein
leygardag í døgurðatímanum,
mintu á revolusjónsromantikkin
í trýssunum og hálvfjerðsunum.
Knýttur nevi og mergjað slagorð,
stormávaring, einki minni.
Stormur var eingin, eitt lot,
tað var alt. Ikki so frægt sum eitt
frískt lot.
Stormin orðna veðurgudarnir.
Teir duga og tora at leika í, tá teir
eru illir.
Hitin í øðini hjá fólkinum við
Farstøðina og á Vaglinum var so
lágur, at hann gjørdi ongan mun
og gav ongan fløva í politiska
kuldanum og vátakavanum.
Jólaborðhaldseftirskjálvtar.
Eingin øsing, bara prát og hugni
og jólamenn, sum vóru tað
einasta reyða í hesum hildarleiki.
Ikki sum í Reykjavík, har
sum fólkið gjørdi bart uttan fyri
altingið í dagar og nætur. Tveittu
egg og máling og knústu rútar í
parlamentinum. Sluppu tey inn,
fóru tey inn og hertóku altingið.
Køksbúnyttur vórðu brúktar at
larma við. Tað einasta av slíkum
slagi leygardagin í Havn var á
høvdinum á Milju.
Hóast fólk vóru vælkomin at
hava grýtulok við. Men tey lógu
á grýtunum, har var brúk fyri
teimum, tí hetta var sum sagt í
døgurðatímanum.
Sjálvandi ræðist eingin
politikari slíkan jólahugna í
hálvan annan tíma. Styttri
hertøka veit eingin um at siga.
Politikarar broyta einki uttan tað,
sum teir sjálvir hava sett sær fyri
at broyta.
Fakfeløgini siga so, at tey
hava aðrar ætlanir. Tora vit at
gita eitt aðalverkfall í 24 tímar
og mótmæli við Løgtingshúsið,
meðan tingfundur er og tingfólk
og landsstýrisfólk eru inni har?
Kanska hertaka løgtingið?
Vit kunnu gita, hóast slagorðið
hjá løgmanni er, at vit eiga at
vita og ikki gita. Ja, vit noyðast
at gita, tí fakfeløgini hava tann
snilda taktikk ikki at upplýsa
nakað sum helst fyri sínum
limum ella fyri fólki yvirhøvur.
Feløg, sum siga, at tey umboða
fólkið.
Sama ger. Stór mótmælistiltøk
hava ongantíð flutt nakað ein
fjórðingstumma í Føroyum.
Politikararnir vita, at tey verða
afturvald, so hví lurta eftir veljar
unum?
Latið okkum vísa teimum,
hvør veruliga hevur valdið, søgdu
tey, meðan tey hoppaðu við Far
støðina, men gloymdu bara at
gera tað.
Fólkið hevur ikki valdið í
einum fólkaræði. Tað hava tey
fólkavaldu og tey, sum tey hava
valt at arbeiða fyri seg.
Hvussu nógv mótmæltu og
hvussu nógv vóru har bara fyri at
hyggja og lurta?
Løgmaður kom upp á vaglið
eina løtu, men eingin tosaði við
hann uttan Kringvarpið.
Vit bíða spent eftir næsta
hugnatiltakinum hjá teimum
nógvu feløgunum. Tá tey aftur
fara upp á barrikadurnar, sum
ikki eru har. Einastu gøtubyrg
ingar, sum vóru í námind av
Vaglinum, vóru tær, sum politiið
ella kommunan við stórari væl
vild settu upp fyri at forða bilum
í at koyra inn í múgvuna.
Vit vita øll, at bankastjórar
fáa tað sama ella meira í løn enn
játtanin hjá Tjóðpallinum er.
Bankar stuðla eisini mentan –
bóltspæli. Og hvat so? Hvat gera
vit? Rýma til Danmarkar.
Eitt ættarlið í rusk, politiskt
fusk, fullveldi ella juks.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Reimund Langgaard
lagt til rættis: Leo Poulsen
At verja tey kristnu
virðini fekk meg
upp í politikk
Reimund Langgaard hevur altíð havt áhuga fyri
politikki. Nú er hann valdur og heldur arbeiðið
vera spennandi. Honum dámar væl at vera á
floti og útilokar ikki, at hann fær sær hund
Hugnaløta
í advent