fríggjadagur 9. desember 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 9. desember 2011
8
VIKUSKIFTI
Ferðafrásøgn
Okkum dámar væl at ferðast, men
ferðin aftur og fram millum Føroyar
og Danmark fleiri ferðir um árið kann
blíva í so einstáttað. Leingi hava vit
droymt um at sleppa út at síggja ta
stóru verð, men sum lesandi og bú
sitandi í Danmark hevur tað ikki borið
til fíggjarliga. Harafturat er ikki altíð
lætt at fáa eina ferð at passa saman við
skúlagongdini hjá okkum báðum.
Nú vit ávikavist hava lokið útbúgv
ing og halda ein steðg millum loknan
bachelor og kandidatlesna, hildu vit, at
hetta kundi verið rætta høvið at fara
eina ferð saman. Leiðin skuldi ganga til
suðureystur Asia, sum vit hava hoyrt er
eitt gott og lætt ferðamál hjá óroyndum
fjakkarum.
Asia er ein sansauppliving
Uttan tær stóru fyrireikingarnar og
einans einum tur-retur ferðaseðli til
Bangkok, fóru vit avstað við ryggsekki
á bakinum og ta neyðugu »Lonely
Planet« undir arminum. Ætlanin var
at vitja Thailand, Laos, Cambodia og
Vietnam og annars taka hvønn dag,
sum hann kom.
Vit fóru avstað fyrst í septembur og
ætla at koma heim til jóla.
Tað var við spenningi, at vit settu
okkum í flúgvaran. Vit vistu, hvat vit
fóru frá. Vit vistu eisini, at 11 tímar
seinni, fór alt at vera ókent og fremmant,
og at vit fóru at vera langt, langt burturi
frá tí heimliga og kenda. Einki hevði
tó kunnað fyrireikað okkum uppá tað,
okkum møtti í Bangkok. Eitt umskifti
og sansa uppliving uttan líka.
Við nýmótans háhúsum dagandi
móti himmalinum, óruddi og illa
luktandi burturkasti á gøtuni, vøkr
um templum á hvørjum horni, óskip
aðari ferðslu, dálking, tropiskum hita,
deyminum av fremmandum mati og
einum múrlíknandi hópi av menniskj
um, ja, so gerst Bangkok býurin, ið tú
vilt elska ella skýggja. Aftaná nakrar
dagar gjørdust vit von við støðuna.
Hildu vit Bangkok vera ein meldurbý,
so var hetta einki at rokna í mun til
nógvar aðrar býir.
Mugu vera árvakin
At ferðafólk eru løtt offur hjá íspeglum,
upplivdu vit ferð aftaná ferð. Ein verður
lokkaður bæði higar og hagar.
Tað hendir seg meir enn so, at fólk
høfliga koma til tín og vilja vísa veg og
annað. Tey siga seg eitt nú vera lærarar
og tílíkt og skula beina teg inn á eitt
hvørt sera áhugavert stað við ósanleik
um um at staðið, tú upprunaliga vildi
vitjað, er stongt. Hetta gera tey fyri at
fáa provisjón fyri hvønn kunda, tey
kunnu lokka. Bláoygd sum vit vóru at
byrja við, lærdu vit tó skjótt at vera
árvakin og ansin. Ein passalig nøgd av
varsemi er neyðug at hava við í førn
inginum.
Tað er eisini eitt sindur torført at
venja seg við rópandi gøtuseljararnar,
ágangandi tuktukførarum og motor
súkkluførarum, ið allir vilja selja sína
vøru. Viðhvørt er tað strævið at noyðast
at siga pent »nei takk« upp í røkur. Tó
skal verða sagt, at fólki í suðureyst Asia
eru sera fyrikomandi, heit og hjartagóð.
Tey royna jú bert at lívbjarga sær sum
best. Tey eru hjálpsom bæði so og so og
møta tær við stórum smíli.
Cyklo og mutur í Saigon
Á ferð okkara hava vit møtt mongum
áhugaverdum fólkum. Í býnum Saigon
koyrdu vit ein túr við einum sokallaðum
súkklu-taxa, eisini rópt cyklo. Her fingu
vit møguleika at fáa frágreiðing um
Vietnamkríggið frá fremstu røð.
Førari okkara greiddi frá, at hann
var gamal suðurstats-hermaður. Hetta
hevði gjørt lív hansara svárt í tíðini eftir
kríggið undir kommunistiskum stýri.
Hann varð sendur í sonevnda umskúl
ingarlegu, annað orð fyri fongsul, og
stóð uttan arbeiði og útbúgving. Einasti
møguleiki hjá honum at vinna pening
var at gerast súkkluførari. Hetta hevur
síðani verið starv hansara í 12 ár.
Nakað av tí, ið eisini eyðkennir lívið
í hesum kommunistisku londunum, er
umfatandi mutur. Hetta er serliga nógv
at síggja í Cambodia, Laos og Vietnam.
Hetta er so inngrógvið og slepst neyvan
undan, sum nú er. Áðurnevndi førarin
varð til dømis steðgaður av løgregluni.
Hann kundi vísa alskyns umbiðin
pappír viðíkjandi cyklo-koyriloyvi, og
løgreglumaðurin steðgaði honum allar
helst bara tí, at hann sjálvur vildi hava
pengar í lumman og hótti tískil súkklu
føraran við bót, tí hann eftir hansara
meting hevði súkklað ov skjótt.
Mutur sóu vit eisini við markið
millum Laos/Cambodia og Cambodia/
Vietnam. Her verður gjald tikið fyri
alt millum himmal og jørð. Fyrst
Íspeglar, sum lokka í meldurbýnum Bangkok. Børn, sum fegnast um
pengar til opium. Og apulív í frumskógini. Malan Johansen og Carsten
Abrahamsen, sum ferðast í Fjareystri, hava sent okkum eina ferðafrásøgn
Malan og
Carsten
á ferð
Vit bæði væl tilriggað í Pai í Norðurthailandi, motorsúkkla var ofta leigað