Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 9. desember 2011 9 VIKUSKIFTI skal mann gjalda fyri visum, fyri inn- og út­stempling í ymsu londini, men tað løgn­asta er fepurmátaran, ið tey »skjóta« í pannuna á tær fyri at staðfesta, at tú ikki hevur fepur í hesum fuglakrímstíðum. Hvussu væl hesin mátarin riggar, skulu vit ikki siga, men hetta er ein sera effektivur máti at fáa nøkur eyka oyru í lumman – »One dollar please!«. Tá kann mann ikki annað enn flenna. Á vitjan hjá fjallastammu Komin til norðara partin av Laos høvdu vit eina heldur annarleiðis uppliving. Meira enn helvtin av íbúgvunum eru etniskir minnilutar, og tí er tað eitt sera áhugavert stað at vitja. Her fóru vit ein kajakktúr inn í eitt náttúrureservat, har vit fingu møguleika at vitja fjarskotnar fjallastammur og sova har. Ein av stammunum kallaðist Lanten. Uppruni teirra er í Kina. Hetta var ein heldur surrealistisk uppliving. Tað vísti seg, at hetta fólki í stóran mun var bundið at rúsevninum opium. Menn royktu allan fyrrapartin og gingu skeiv­ ir restina av degnum. Av og á gjørdu teir ein túr inn í frumskógina at veiða ser­merkt djór, sum teir síðani kundu selja fyri opium. Skjótt flokkaðust kvinnurnar um okkum og bjóðaðu okkum at keypa heimagjørdar lutir. Vit royndu at gera okkara og  leggja nøkur oyru eftir okk­ um í bygdini. Higartil høvdu vit ikki sæð serliga nógv børn, men tá ið leiðin gekk aftur til kajakkina, sóust endu­liga nøkur børn. Tey vóru fá í tali, tí kvinn­ urnar her eru sjálvdan førar fyri at bera børn orsaka av opium-mis­nýtslu. Tey flokkaðust um okkum og róptu eitthvørt gleðiligt, ið vit ikki skiltu. Vit gjørdust ikki sørt kløkk, tá vit fingu umsetingina av herrópum teirra. »Hurrá! Ferðafólk hava verið her, nú verður peningur til opium!« Vit kendu okkum ikki sørt væl, nú vit høvdu bøtt um støðuna við at keypa eitthvørt frá móðir teirra. Vilt apulív í frumskógini Vit valdu at gera ein túr inn í Bokeu frum­skógina í nakrar dagar við »The Gibbon Experience.« Her kundu vit fylgja apulívinum og sjálvi fáa eina fatan av, hvussu lívið hjá apunum er. Vit sving­aðu aftur og fram í longum veir­um í minst hundrað metra hædd. Túrurin til smáttuna var bæði trong­ ur og buldraligur. Vegirnir vóru sera smalir, og vit skuldu bæði koyra og ganga. Í einum miðalstórum 4x4 pick- up, sum var líka runutur uttan sum innan, taldust heili 19 fólk, har 3 av teim­um hingu uttan á bilinum, og 2 av teim­um vóru nýføðingar. Vit noyddust út at skumpa fastesetta bilin, og ta einu ferðina var Malan so óheppin, at skógvarnir sótu fastir í runudýki hálvan metur niðri. Carstin var so beinasamur at hjálpa, men uttan hepni, tí Carsten traðkaði í sama dýki, og nú vóru bæði skógleys. Meðan onnur stríddust við at fáa bilin leysan, stríddust vit bæði við at leita eftir okkara skóm. Bilurin bleiv eftir tógvið stríð leysur, og skógvarnir komu eisini undan kavi. Nú vassaðu vit víðari ílætin einum skógv í part og einum í hondini. Fyri framman lá nú ein  harður  gongutúrur í tøttum frumskógi uppá 3 tímar. Tað var við nógvum nervum, at vit koplaðu okkum á fyrsta weirin og kast­ aðu okkum út í berari luft. Tað var ein fantastisk uppliving at síggja skógin omanífrá. So við og við gjørdust vit bara heilt djørv. Næturnar vóru eisini ein sonn av­ bjóðing. Vit skuldu sova í træ­smátt­um, ið vóru einar 50 metrar uppi í ein­ari trækrúnu. Mundu tær fara at halda? Hvat er hatta ið skavar? Var hatta kanska hin kakkelakkurin ella eitur­ kopp­urin til støddar við ein neva, sum vit just høvdu sæð? Nógvir vóru tankanir, men við ljóð­ bókini »Feðgar á ferð« í poddinum hjálptust aðrir tankar framm. Hetta vóru tríggir heilt fantastiskir dagar. Tað eydn­aðist okkum at síggja gibbon apur og mangt annað imponerandi djóralív, hó­ast tigarin lat á seg bíða. Leingjast heim til Føroya Við stórslignum náttúruupplivingum, áhugaverdari mentan og ikki minni syrgiligu krígssøgunum í hesum lond­ um, kunnu vit siga, at hetta hevur verið ein sera hendigarík og lærurík ferð. Vit kunnu staðfesta, at fólki hevur veruliga havt ein vilja av stálið fyri at koma fyri seg aftur. Her verður serliga hugsað um Vietnam-kríggið og síðani Khmer-rouge-stýrið í Cambodia. Tey kempa, men liva enn við sváru av­leið­ ingunum. Nú, vit hava ferðast runt í suðureystur Asia, og hava lagt óendaliga nógvar kilometrar aftur um bak, fara vit tær síðstu vikurnar at seta ferðina nakað niður og njóta tvær vikur í Koh Tao í Suður­thailandi. Her er møguleiki fyri at kava beint við serstakliga vakrar strendur. Hetta gleða vit okkum sera nógv til. Tó skal sigast, at tankarnir so smátt eru farnir at leita heim aftur, nú jólini nærkast. Vit senda bestu heilsur til øll okkara kæru og allar vinir har heima. Carsten og súkkluførari úr Saigon. Carsten slapp at royna seg eina lítla løtu. Teir hava tungt arbeiði Kvinnur úr Lanten stummuni í Norðurlaos Maður liggur heima og roykir opium í Lanten bygdini Motorsúkkluførarar klarir at leggja á ferðafólk í tí, tey koma úr bussinum. Hetta er úr Vietnam Lanten børn glað fyri vitjan, nú eru pengar til opium Útsýnið yvir Bangkok á 85. hædd í sky bar Lanten bygdin, har alt er gjørt úr bambusi Á veg úr træsmáttu í The Gibbon Experience Træsmáttan vit búðu í The Gibbon Experience Buldraligur túrur