fríggjadagur 9. desember 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 9. desember 2011
10
VIKUSKIFTI
Vísind
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni kunngjørdi amerikanska
rúmdarumsitingin tey stórtíðindi,
at fyri fyrstu ferð hava granskarar
funnið eina gongustjørnu uttan fyri
okkara sólarskipan, sum tað eftir øll
um at døma er liviligt á.
Í veruleikanum funnu gransk
ararnir gongustjørnuna, sum eitur
Kepler-22b, fyri tveimum árum síð
ani. Navnið hevur gongustjørnan
fingið eftir tí amerikanska Kepler
Space Telescope, sum fann hana.
Nú hava granskarar hjá Nasa sæð
gongustjørnuna mala rundan um
sína stjørnu ella sól tríggjar ferðir,
og harvið hava teir staðfest, at tað
er liviligt á gongustjørnuni.
Teir hava eisini staðfest, at
Kepler-22b brúkar 290 dagar til at
mala rundan um stjørnuna.
Fyritreytir fyri lívi
– Vit eru vís í, at tað er liviligt á
gongustjørnuni. Spurningurin er
bara, um hon hevur eina skorpu.
Hevur hon tað, eru hitaviðurskiftini
helst eisini góð, sigur Bill Borucki,
sum er granskari hjá Nasa.
Kepler-22b er væl størri enn
okkara jørð ella heilt neyvt 14 ferðir
størri, og tað ger, at granskararnir
skráseta hana sum eina »super-jørð«.
Men hon er langt burturi. Gransk
ararnir hava mátað teinin at vera 600
ljósár. Tað er langt, sera langt, tí eitt
ljósár er 9,4 billiónir kilometrar.
Tað jaliga er, at hitin á Kepler-22b
tykist vera 22 stig celsius, men tað
togar niðureftir, at granskararnir
duga ikki at siga, um gongustjørnan
hevur eina fasta flatu ella skorpu
sum t. d. grót, ella um hon er væta
ella kanska gass.
Nasa leggur dent á, at hóast teirra
granskarar hava staðfest, at tað er
liviligt á gongustjørnuni, so merkir
tað ikki, at nakað lív er har. Staðfest
ingin merkir bara, at fyritreytirnar
fyri lívi eru til staðar har.
Tann triðja gongustjørnan
Kepler-farið kostaði Nasa 600 milli
ónir dollarar, og tað er útgjørt við tí
størsta myndatólinum, sum nakran
tíð er sent út í rúmdina. Men ferðin
hevur ikki verið úrslitaleys. Umframt
Kepler-22b hevur farið funnið næstan
1.100 møguligar gongustjørnur, og
tað kann finna fleiri enn, áðrenn tað
væntandi gevst at senda upplýsingar
niður á jørðina eina ferð næsta
heyst.
Fyrr í ár kunngjørdu franskir
rúmdargranskarar, at teir høvdu
funnið gongustjørnuna Gliese 581d,
og fyri fýra mánaðum síðani boð
aðu granskarar í Sveis frá, at teir
høvdu funnið eina gongustjørnu,
sum var skrásett við navninum ella
frámerkinum 85512 HD b.
Men sambært Nasa kunnu hesar
báðar gongustjørnurnar ikki saman
berast við Kepler-22b, tí tær mala
rundan um stjørnur, sum eru minni
og kaldari enn okkara sól. Harafturat
sigur Nasa, at Kepler-22b er tann
minsta gongustjørnan so langt burt
uri við liviligum umstøðum og við
einari stjørnu ella sól, sum líkist okk
ara egnu.
Vísindafólk bíða nú eftir at fáa at vita, um tað ber til at fáa fast undir
fótin á Kepler-22b. Ber tað til, so bendir nógv á, at tað er liviligt har
Funnu super-jørð
600 ljósár burturi