Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 9. desember 2011 15 VIKUSKIFTI Sprotin Randi Kúrberg Sum eg segði tær, Annfinnur – eg haldi bókina vera stuttliga og undirhaldandi. Og eg hugs­ aði: tað verða skjótt 12 ár síðan, tú skrivaði ævintýr­ skald­søgurnar um Heimin Forna. Hví hevur tú ikki skrivað fleiri øll hesi árini? Bara orða­ bøkur við hesum gávunum? Hasum spurninginum er lætt at svara. Bøkurnar um Heimin Forna komu út í 2000. Konan og eg fóru til Cardiff í Wales at búgva í 2001. Saman við Jonhardi skuldi eg gera føroysk-enska orða­bók og samstundis gera nýggja út­ gávu av ensk-føroysku. Longu á vetri 2000 hevði Súsanna, kona mín, fingið at vitað, at hon hevði bróstkrabba. Hon var ógvuliga sjúk meginpartin av tíðini, inntil hon doyði í oktober 2004. Eg hevði hvørki hug ella orku at hugsa um at skriva nakað tá. Tá ið hon doyði fór eg í eitt myrkt hol. Tað tók eini fimm ár at sleppa uppaftur úr tí. Synirnir vóru farnir heimanífrá, so eg var einsamallur, og alt gekk sum harragud veit. Hví hesa genruna? Og hví so serligt evni? Eg vildi skriva framtíðarskaldsøgu, vísinda­skaldsøgu, har føroyingur var høvuðspersónurin. Eg eri føroyingur og vil helst skriva bøkur til føroyingar. Vit vita væl, at undir vanligum umstøðum hevði tað verið púra óhugsandi, at stórveldini høvdu kunnað góðtikið, at vitjan uttan úr alheimi so ella so varð stýrd av vanligum, óvanligum manni úr Føroyum. Tí valdi eg, at føroyingurin var flogvit, sum uttanheimsverurnar sjálvar settu seg í samband við. Tær vildu bara tosa við hann. Tær vildu, tær kravdu, at hann var millummaður teirra og okkara millum. Soleiðis slapp eg burtur úr trupulleikanum, at hann varð skrivaður úr søguni, tí sum frá leið var eingin tørvur á honum. Tað vildi eg sjálvsagt ikki. Eg eri hvørki er støddfrøðingur ella hagtalsfrøðingur. Hvussu hugsandi er tað í grundini, at onkur føroyingur sting­ur seg upp ájavnt við Leonardo da Vinci, Shakespeare ella Einstein? Siga vit, at eitt flogvit er fyri hvørja milliónina av menniskjum, so mugu vit bíða til ár 2931. Tí hevði eg ikki tol at bíða eftir. Mær tørvaði hann her og nú. Hinvegin skuldi hann framvegis vera vanligur føroyingur við óvanligum gávum. Føroyingar fara, haldi eg, at kenna seg aftur í honum, men eg ivist í, at útlendingar høvdu hildið, at per­ són­urin er sannlíkur. Og so er tað sjálvandi tað at skriva um eitt flogvit. Tað hugsaði eg sanniliga eisini nógv um. Eg kann sjálvandi skriva um fólk sum er eins klók og eg, ella kanska eisini um fólk, sum ikki er so væl fyri sum eg viti viðvíkjandi. Onkur er kanska býttari enn eg. At skriva um fólk, sum er nógv klókari enn eg kann tykja vitleyst. Tað er tað kanska eisini, men í fyrra lagi mátti hann vera flogvit, og í seinna lagi havi eg als ikki hættað mær at lýsa høvuðspersónin vísindaliga, tí tað eri eg ikki førur fyri. Eg valdi tí at lýsa hann, sum persón, sum hevur livað meginpartin av lívinum í Føroyum – á útoyggj – og sum aðramáta er sum fólk flest burtursæð frá, at hann er ein løgin fiskur. Hann er serur einbúgvi, sum ongar royndir hevur hinum kyninum við­víkjandi, gamaní, men aðramáta er hann vanligt bygdarfrell, sum eg sjálv­ ur eisini eri, so eg brúkti tað sum út­ gangs­støði. Haraftrat havi eg altíð verið hug­tikin av rúmdini. Eg lesi nógv um stjørnu­ frøði, men tað er sjálvandi sum ama­ tør­ur. Alisfrøðiliga partin av rúmdar­ gransk­ingini skilji eg púrt einki av. Áhugi mín fyri alheiminum, ófatiligu stødd­ini, svørtum holum, Big Bang, byrj­anin og endin, o.s.fr. eru ivaleyst høvuðs­orsøkin, at eg hættaði mær at fara undir at skriva skaldsøguna. Upprunaliga hevði eg ætlanir um at skriva ymisk sløg av undir­halds­ bók­mentum. Til dømis ævintýra­ skald­søgu, framtíðarskaldsøgu, brots­ mannaskaldsøgu ættar–skaldsøgu, barna­ævintýr, men orðabókararbeiðið, og so tað, at konan gjørdist sjúk og ymisk onnur arbeiði fóru við tíðini. Nú er tað óhugsandi, at eg røkki at skriva nógv meira. Eg eri vorðin gamal, og »Dagar mínir fækka, og ár míni blikna«. Sig mær eitt sindur um, hvussu tað er at skriva bók sum hesa? Eg ivist onga løtu í, at rættiligir rit­ høvundar fyrireika seg gjølla. Eg, har­ afturímóti, seti meg við telduna og byrji við fyrsta kapitli og seti punktum eftir síðsta kapittul. Tá ið eg skrivaði bøk­ urnar um Heimin Forna, gekk tað sum eftir ánni. Hesa ferð gekk striltnari. Á vári í fjør, tá ið eg hevði skrivað einar 55 blaðsíðurnar, stóð eg fastur, rimmar­ fastur. Eg visti ikki, hvussu eg skuldi halda fram. Hvussu skuldi eg bera meg at við framhaldandi at hava føroyska høvuðspersónin í søguni. Á vári í ár hevði eg funnið loysnina til framhaldið, og tá gekk sum smurt. Og tú hevur tikið alt úr leysari luft? Sjálvandi nýta vit tær lívsroyndir, vit hava, og tað vit hava lisið, men mær sjálvum dámar best skaldsøgur, sum snúgva seg um nakað, sum einki hevur við meg sjálvan at gera. Eg havi ongan­tíð tímað at lisið ævisøgur ella sjálvævisøgur. Eg veit í grundini ikki hví, men soleiðis er tað bara. Kanska dámar mær ikki, ella vági mær ikki at nærka meg ov nær mínum egna lívi. Eg stúri eisini fyri, at fólk høvdu blivið hugtung, hevði eg skrivað við støði í mær sjálvum. Tað, eg skrivi um, kemur ikki tætt at mær. Tað dámar mær væl. Fyri nøkrum árum síðan ringdi Rás 2 til mín og spurdi, um eg hevði hug at vera við í sending, sum snúði seg um ung­dómsár míni. Eg svaraði, at eg minnist ikki nógv til tey, men at tey skuldu snúgva sær til Jógvan Asbjørn, hann hevði kunnað sagt frá nógvum forvitnisligum. Eg var nógv einsa­mallur eisini sum ungur. Eg gekk út á Lands­ bókasavnið í mista lagi tvær reisir um vikuna. Eg las allar barnabøkurnar, ið vóru til láns. Seinni hugsaði eg, tað ber ikki til, at eg einki minnist frá barna- og ung­ dóms­árum mínum. Eg putlist við at skriva endurminningar, men eg vænti ikki, at tær nakrantíð verða útgivnar. Hevur tú fingið hjálp til at skriva hana? Bæði ja og nei. Eg sendi sonunum hand­ ritið, so hvørt eg skrivaði. Teir gjørdu skilagóðar viðmerkingar til tað, sum eg havi kunnað nýtt. Eitt stuttligt var, at annar sonurin segði, hvussu er tað við tí, verða far­ telefonir ikki nýttar í tíðini 2018-2022? Eg eigi ikki fartelefon, so eg hevði ikki hugsað um tað. Somuleiðis nýtti fólk lykil, tá ið tey fóru inn á hotelrúmið. Tað mátti eg eisini broyta til lyklakort o.s.fr. Hvussu ber tað til, at maður sum tú skrivar undirhaldsbøkur. Eg hevði væntað, at tað fór at verða »high-brow« Eg havi ofta hugsað, at vit kanska hava gjørt dekan og nógv av at føroyska fremstu heimsbókmentir. Hetta ljóðar kanska margháttligt, men vit hava avmarkaða fíggjarorku, og tí ræður um at týðingarnar, ið verða gjørdar, eisini verða lisnar, annars er arbeiðið meira ella minni til fánýtis. Hvør tímir til dømis at lesa Hamlet á føroyskum? Tey fáu, ið kanska høvdu tímað at lisið Shakespeare á føroyskum, eru helst fólk, ið frammanundan duga enskt, og tey hava tá kanska longu lis­ið Shakespeare á upprunamálinum. Hví so lesa føroyska týðing? At týða bøkur til føroyskt, sum fólk longu hava lisið á upp­runa­málinum, tykir mær nyttu­ leyst. Hvassliga orðað kundi verið sagt, at mangar av týðingunum kundu kanska verið mettar sum fáfongdar prestisju­ týðingar. Ikki tí at eg haldi, at klass­ iskar, ella fagrar bók­mentir ikki skulu týðast til før­oyskt, tær eru eyðvitað góðar inni­haldsliga og menna skrift­ málið, tí tær verða ofta týddar av bestu penn­unum, vit eiga, men hin­ vegin verða ov fáar bøkur týddar til før­oyskt av tí slag­num, ið verða nevndar undir­ halds­bók­mentir ella – meira klikkjandi – lættisoppalesnaður. Vit áttu kanska enntá at týtt læknaromanir og ástar­ søgur til føroyskt. Tær hava havt, ið hvussu er, ávísan stóran og javnan lesara­skara. Men tað halda vit okkum vera ov góð til, men tørvurin er har, og í staðin verða fólk noydd at lesa tær á donskum. Vit hava sjálv ábyrgdina av, at mangir føroyingar annaðhvørt siga, at teir antin tíma ella duga betur at lesa danskt enn føroyskt. Tað er snøgt sagt landa­skomm. Fyri bara 60 árum síðan bar til dømis illa til at skriva millum annað lógar­mál á føroyskum, tí heitini og hugtøkini vóru ikki til. Skriftmálið er tíbetur nógv ment síðan, men talu­málið og fjølmiðlamálið eru sum heild viknað nógv. Hví? Tí ov lítið verður lisið á føroyskum, og málsligi førning­urin, ið fæst við at lesa bløðini, hoyra før­oysku út­vørpini ella hyggja at sjónvarps­ sendingum er tíverri ov lítil. Vanligi lesarin vil helst lesa spenn­ andi og undirhaldandi bøkur, sum eru lættar at lesa, og tær kunnu vera góðar kortini. Vit eiga, snøgt sagt, ov fáar slíkar bøkur. Tá ið eg arbeiddi á Lands­bóka­savn­ inum á heysti 1964, gav eg mær far um, at íslendingar longu langt fyri seinna heimsbardaga høvdu týtt ein hóp av klassiskum undirhaldsbókmentum, til dømis »Teir tríggjar muskiterarnar«. Harafturat hava íslendingar í langa tíð týtt alkyns slag av bókum Vit áttu, helt eg tá, og tað er framvegis sannføringin, at lagt okkum eftir at týtt fleiri bøkur, sum vanlig fólk tíma at lesa. Hetta síðsta eg nevndi omanfyri er kanska ikki rætt. Íslendingar hava kanska ongantíð verið kyrraðir til danskt mál, soleiðis sum vit hava og framvegis eru. Íslendskir fróðarmenn vóru og eru, tykir mær, gløggari enn gløggir før­ oyingar eru. Teir høvdu málvísan bók­ mentapolitikk, sum bar við sær, at teir týddu alkyns bøkur, tungar sum lættar. Tá ið hetta er sagt, so eigi eg eisini at leggja afturat, at støðan er tíbetur nak­ að broytt tey seinastu árini. Nú eg sat og las bókina og skuldi skriva um hana, stakst tað upp á meg at fara at vitja Annfinn og práta við hann um bókina. Nýggja science-fiction kometin var bæði blíð og týð, og ímeðan vit fingu okkum kaffi spurdi eg hann m.a.: Vitjan...