Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Enn er langt eftir á mál, men í løt­ uni liggur Stjørnan sera væl fyri í kappingini um at sleppa í FM-final­ urnar ímóti Neistanum. Men so skal eisini sigast, at Stjørnan hevur spælt tveir dystir meira enn VB, ið bara er tvey stig aftanfyri, so eingin ivi man vera um, at onkur avgerandi dystir millum júst hesi bæði liðini liggur og bíðar. Í gjár hevði Stjørnan vitjan av Kyndli, sum í longri tíð hevur roynt at otað seg fram millum fremstu liðini. Og sjálvt um Kyndil fylgdi væl við, serliga í fyrra hálvleiki og so aftur ímóti endanum á dystinum, so eydnaðist ikki at gera nakað við Stjørnuna. Tað vísti seg, at Stjørnan hevði munandi meira at standa ímóti við í avgerandi løtunum í dystinum. Størri tyngd var í spælinum hjá Stjørnuni, sum tí var við yvirlutan. Bæði lið spílaðu seg nógv út og talan var stórt sæð um ein heilhjartaðan innsats kring allan vøllin, uttan at talan var um óreint spæl. Stjørnan væl við Stjørnan hevði stórt sæð frá byrjan til enda munin á Kyndli, men sjálvt um munurin eitt skifti eftir steðgin var komin upp á fýra mál, fekk Kyndil bart seg innaftur og minkað um munin, tá fáir minuttir vóru eftir, so bara eittans málið skilti part­arnar. Men Stjørnan stóð ímóti og endaði við at vinna við tveimum málum. Tá kappingin byrjaði, høvdu tey í Klaksvík ikki tær stóru vónirnar til sínar hondbóltskvinnur, tí liðið var skert so nógv, men nú kappingin fer at verða komin í helvt, er Stjørnan framvegis væl við heilt har frammi og hevur enn góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar. Hinvegin var ósigurin eitt skot fyri bógvin hjá Kyndli, ið nú tvær ferðir hevur verið sera nær ímóti Stjørnuni, tí í gjár vóru tvey mál á muni og afturi í oktober bara tað eina málið. Enn røkkur tað ikki altíð allan vegin hjá Kyndli, men nógv kundi bent á, at tær grønu kunnu spæla fleiri av hinum liðunum eitt puss, so Kyndil í síðsta enda fær av­ gerandi leiklutir – í øllum førum hjá hinum. Stjørnan: Simona Petersen 9, Judit Hansen 4, Una Olsen 4, Lovisa Andreasen 2, Bára S. Klakstein 2, Annika Ljósstein 2, Korina Demeterca 1 Kyndil: Anja Heinadóttir 4, Ásley Súnadóttir 4, Randi S. Wardum 4, Turið Arge 3, Guðrið G. Eystberg 3, Annika Sigurðsdóttir 3, Anna Brimnes 1 Stjørnan - Kyndil 24-22 (11-9): Stjørnan átti meira Kvinnuhondbóltur Klaksvíkskvinnur høvdu yvirskotið, ið kravdist, tá Kyndil í seinna hálvleiki royndi at gera ein seinasta vørr, og tí helt Stjørnan fast og vann dystin LÍTIL MUNUR Ikki var tann stóri munurin á Stjørnuni og Kyndli, men heimaliðið var á odda tað mesta av dystinum og hevði eisini mest at standa ímóti við, tá Kyndil til fánýtis royndi at gera ein vørr ímóti endanum Savnsmynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Soleiðis sum stigatalvan sær út, skuldi VB í grundini ikki verið í so øgiliga stórum vanda fyri at mist nakað sum helst í einum dysti ímóti Tjaldri, sjálvt ikki á útivølli. Men allíkavæl var um reppið, at VB í evstu løtu spældi sær av við ann­ að stigið í høllini í Runavík í gjár. Hevði tað hent, hevði talan verið um sera dýran stigamiss, tí VB ligg­ur í harðari kapping við serliga Stjørn­una, har ráð ikki eru til at søpla nakað burtur. Í dystinum í Runavík var bara eitt mál á muni millum liðini, tá farið varð inn í seinasta minuttin VB var á odda 22-21 og Tjaldur hevði bóltin. Eydnaðist vertunum at fáa mál, stóð á jøvnum, og so hevði spurn­ingurin verið, um VB burtur úr allar­síðstu sekundunum kundi fingið eitt mál aftrat. Til alla lukku fyri VB og tað øvugta fyri Tjaldur, so gjørdi heima­ liðið álopsfeil og misti bóltin, og tí kundi VB fara í eitt seinasta álop, tá bara eini tíggju sekund vóru eftir. VB-kvinnurnar gjørdu ongan feil, men skoraðu og vunnu tískil dystin við tveimum málum, 23-21. Trý mál í 17 minuttir Fyrsta hálva tíman sat VB væl og virðiliga á tí heila, tí vágskvinnur runnu og tuskaðu um allan vøllin, og einki røktist fyri, at Tjaldur skuldi gera nakrar skreytir. Hálv­ leiks­støðan var 15-7 til VB, sum und­ir øllum vanligum umstøðum longu skuldi havt mestsum vunnið dyst­in, tí átta mál eru ikki so líkatil at vinna innaftur. Men í seinna hálvleiki fekk VB einki at rigga, samstundis sum tær hjá Tjaldri náðileyst revsaðu so at siga øll mistøk við kontantari av­ rokning. At VB so eisini skuldi stríð­ ast við fýra útvísingar og eitt bein­ leiðis reytt kort, gjørdi ikki støðuna frægari. Stóran part av seinna hálvleiki stóð púra fast hjá VB, sum skoraði til 21-13 trettan minuttir inn í seinna hálvleik og so aftur skoraði til 22-16 í seytjanda minutti. Annars stóð fast hjá VB, til tað í allarseinastu sek­ und­unum eydnaðist at skora sigurs­ málið til 23-21. Trý mál í seytjan min­uttir er ikki imponerandi, og kanska skulu tær í VB prísa seg lukku­ligar fyri, at mótstøðuliðið hesa ferð »bara« var Tjaldur… Tjaldur: Sólfríða Pattinson 7, Adina Petrea 7, Ansy Sevdal 5, Heidi Sevdal 2 VB: Rannvá Johannessen 6, Ana Lukic 5, Gurið K. Mortensen 5, Una Egillsdóttir 3, Andrea Nielsen 2, Bára K. Mortensen 2 Tjaldur - VB 21-23 (7-15): VB mundi mist stig Kvinnuhondbóltur VB spældi sera sannførandi fyrra hálvleik og var í steðginum átta mál framman fyri Tjaldur, sum í evstu løtu mundi fingið ein javnleik burturúr Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 10 314 227 87 20 2 Stjørnan 11 284 257 27 14 3 VB 9 237 210 27 12 4 Kyndil 10 255 252 3 9 5 StÍF 9 210 237 -27 6 6 VÍF 9 215 253 -38 6 7 Tjaldur 10 237 316 -79 1 Hilmar Jan Hansen Eftir skránni skuldu dystir verið leygardagin millum fyrst kvinnurnar og síðani menninar hjá StÍF og VÍF, men hesir blivu avlýstir. Leki var á takinum í ítróttarhøllini á Skála og tí gjørdu dómararnir av at avlýsa dystirnar, tí ikki var spælandi. Enn er ikki greitt, nær hesir dystir verða spældir. hilmarjan@sosialurin.fo Leki á Skála