mánadagur 12. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
10
291
231
60
18
2 Neistin
10
259
246
13
14
3 H71
11
291
286
5
12
4 VÍF
9
236
240
-4
8
5 StÍF
9
221
238
-17
7
6 Team Klaksvík
10
260
280
-20
7
7 Kyndil
11
249
286
-37
4
Hilmar Jan Hansen
Hoyvíkingar eru enn tað nærmasta,
vit koma »runners up«, nú lands
kappingin hjá monnunum er komin
í helvt og hugt verður at, hvørji lið
liggja væl fyri at kunna spæla FM-
finalur. Gamaní, hevur H71 spælt
ein dyst meira enn KÍF og Neistin,
ið liggja frammanfyri, men hevur
hinvegin bara tvey stig færri enn
Neistin. So her er ein møguleiki,
hoyvíkingar í løtuni síggja út til at
fara eftir.
Hinvegin er manningin hjá
Kyndli framvegis á aftasta plássi,
sum ikki plagdi at vera vanliga
plássið hjá teimum grønu úr
høvuðsstaðnum. Fýra stig fyri
nú ellivu dystir, er heldur ikki tað
stóra, men hinvegin eru ikki meira
enn trý stig upp til næstu liðini,
sum eru Team Klaksvík og StÍF,
umframt fýra stig upp til VÍF.
Ofta verður sagt, at alt kann
henda í einum grannadysti, men
sjálvt um hoyvíkingar vóru komnir
oman til Havnar at spæla í gjár, so
hendi ikki alt í hesum dystinum. Í
fyrra hálvleiki fekk Kyndil fylgt so
nøkulunda við, men beinanvegin í
seinna hálvleiki setti H71 trumf á
og fór avstað.
Ungar manningar
Kyndil hevur frammanundan eitt
rættiliga ungt lið, so spurningurin
er, hvussu nógv fólk vænta sær av
teimum grønu í vetur. Men kanska
vónirnar vóru um okkurt í gjár, nú
H71 somuleiðis møtti upp við einum
sera ungum liði. Tað vísti seg bara,
at teir ungu úr Hoyvík vóru nógv
ídnari og løgdu meira fyri, og teir
eginleikarnar sást ikki nógv til hjá
Kyndli hesa ferð.
Alt sá út til at ganga sum eftir
ánni hjá H71, og tað hildu spæl
ararnir helst sjálvir eisini, tí tað sá
út til, at teir ímóti endanum høvdu
hug til at taka sær í so nógv av løtt
um, tá Kyndil ta einum løtuna fekk
minkað um munin niður í trý mál,
men bara ikki hevði tíð og orku at
fáa meira burturúr.
Fyrst og fremst var tað í verju
partinum, at H71 fekk vunnið
sær hesi bæði stigini, tí menninir
framman fyri Jens á Skipagøtu í
málinum stríddust væl og fingu
tikið broddin av einum álopi fyri
og øðrum eftir hjá Kyndli. Stríðs
viljanum bilti einki, og tað munaði
eisini, tá samanumkom.
Sum sagt, ger H71 vart við seg
heilt har frammi, og spennandi
verður at síggja, hvussu langt hoy
víkingar kunnu fara við hesi mann
ingini í vetur. Og sjálvt um støðan
hjá Kyndli ikki sær líka spennandi
út, er avbjóðingin avgjørt har, og
tá liðini omanfyri ikki eru so langt
burturi, kann alt møguligt henda, tí
enn er kappingin bara hálvrunnin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kyndil: Ludvík Súnason 6, Torvald
Abrahamsen 4, Regin Fossaberg
4, Hans Arni Thomsen 3, Julian
Johansen 2, Miroslav Vladkov 2,
Andrias Sólsker 1
H71: Blagoje Buha 8, Dánjal
Tórgarð 5, Bogdan Florea 3, Hallur
Biskopstø 2, Bogi G. Davidsen
2, Høgni Djurhuus 2, Hans Kári
Hansen 2, Rúni V. Højgaard 1, Ári J.
Olsen 1
Kyndil - H71 22-26 (10-11):
H71 væl við aftur
Manshondbóltur Eftir fyrra hálvleiki at døma, kundi alt henda í grannadystinum
millum Kyndil og H71, men hoyvíkingar vildu øðrvísi og gjørdu bart eftir steðgin
Hilmar Jan Hansen
Mikukvøldið møtast Team Klaksvík
og KÍF í fjórðingsfinaluni í Coca-
Cola Cup-steypakappingini. Tann
dysturin verður spældur í Bad
mintonhøllini í Klaksvík, har somu
lið eisini møttust leygardagin, so
einki var at siga til, at eitt sindur
av sálarligum spæli var partur av
hesum dysti.
Hvørki av liðunum spældi við
síni allarsterkastu uppstilling, og
serliga hjá Team Klaksvík sást hetta
kanska aftur, tí Levi Nybo vardi
bara málið í fyrra hálvleiki, um
framt at hvørki Zarko Pejovic ella
Filiph Jojic vóru við. Zarko var smá
skaddur og Filiph hevði karantenu.
Um klaksvíkingar hava hug at satsa
meira upp á steypakappingina, nú
teir fyri ein stóran part hava fingið
fatur í rætta endanum, skal verða
ósagt. Men leygardagin bendi lítið
á, at teir løgdu alt ov nógv fyri ímóti
oddaliðnum í Atlantic Airways-
kappingini, sum eisini í øllum lutum
var betri – nógv betri!
Eftir lítlu fyrstu trilvandi løtuna,
har liðini fylgdust, setti KÍF ferð á
og hugdi ongantíð aftur um seg
aftur. Team Klaksvík megnaði ikki
at vísa nakað, ið kom óvart á koll
firðingar, og so vóru tað teir, ið settu
dagsskránna fyri dystin. Og sjálvt
um KÍF heldur ikki legði alla orku í
at spæla við sterkastu manning, var
liðið ríkiliga sterkt leygardagin.
Heitir í kuldanum
Tá herviliga ódnin var herfyri, gjørdi
hon so mikið stóran skaða á Bad
mintonhøllina í Klaksvík, at dystir
máttu avlýsast ella flytast í hina
ítróttarhøllina, KÍ-høllina. Nú er
aftur spælandi í Badmintonhøllini,
men sum skilst, var rættiliga kalt
inni í høllini.
Um tað var kuldin, ið gjørdi tað,
skal ikki sigast við vissu her, men í
øllum førum vóru kollfirðingar væl
framman fyri klaksvíkingar í skjót
leika, og í nógvum førum var talan
um niðurrenning, tí Team Klaksvík
langar løtur slett ikki megnaði at
fylgja við KÍF.
Serliga var tað í høgru álopssíðu,
at væl lá fyri hjá kollfirðingum, tí
Andrias Nielsen á høgra bakki og
Nicklas Selvig á høgra vongi stóðu
fyri 20 av teimum 35 málunum hjá
KÍF. At teir høvdu ein góðan dag,
sást mestsum beinanvegin, tí longu
tá KÍF hevði fingið átta mál, høvdu
teir báðir skotið sjey av teimum.
Team Klaksvík: Hanus Norðberg
4, Sámal Olsen 4, Andrias
Ellingsgaard 3, Jón Jacobsen 3,
Dánjal Kjærbo 3, Beinur Heðinsson
2, Jóhan Højgaard 2, Kristoffur
Jakobsen 2, Jákup Pauli Ziskason 1
KÍF: Andrias Nielsen 11, Nicklas
Selvig 9, Ási Dam 5, Hans Eli
Sigurbjørnsson 4, Arnbjørn
Hansen 2, Uni Joensen 1, Pætur
Johannesen 1, Rógvi Veyhe 1, Tony
Veyhe 1
Team Klaksvík - KÍF 24-35 (12-17):
Klassamunur í Klaksvík
Manshondbóltur Kollfirðingar lótu ongan iva vera
um, hvat var betra liðið, tá teir leygardagin vóru sera
avgjørdir ímóti klaksvíkingum, ið einki móttrekk høvdu
H71 BJÓÐAR AV
Eftir sigurin á grannunum í Kyndli í gjár, er H71 av álvara eitt
av liðunum, ið trokar seg framat í kappingini um at sleppa í
FM-finalurnar, meðan Kyndil heldur jól á aftasta plássi
Mynd: Álvur Haraldsen
Hondbóltur Fjórðingsfinalur í
Coca-Cola steypakappingini:
Kvinnur
14/12
18.30
VÍF - Neistin
14/12
19.30
Tjaldur - Stjørnan
15/12
19.30
Kyndil - StÍF
VB - VÍF I
Menn
14/12
18.15
Team Klaksvík - KÍF
14/12
19.15
Neistin - Kyndil
14/12
20.00
VÍF - H71
15/12
H71 I - StÍF
Steypadystir: