mánadagur 12. desember 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Seinnapartin leygardagin sat før
oyska ítróttartjóðin á nálum. Mundi
tað fara at eydnast hjá fremsta
ítróttarfólki okkara, Páli Joensen
úr Vági, at vinna seg upp á heiðurs
merkjapallin, nú hann í Stettin í
Pólandi luttók í EM kappingini.
Favorittgreinin var á skránni
leygardagin, tá ið Pál Joensen end
aði á fimta plássi í 1500 metra kapp
ingini.
Jón Bjarnason, venjarin, var ikki
heilt nøgdur. Á facebook segði hann
soleiðis ígjár:
Ein tungur dagur eftir niður
túrin í gjár. Men besta tíð í 200m frí
í morgun uttan drakt sindur uppá
tað heila. Nú er so bert »Kontinent
dysturin« í Atlanta at fáa frá hond
ini, og so nakrar dagar frí.10 kilo
metra venjing í dag, og so ferðast í
allan morgin »over there«.
Sum Jon Hestoy, formaður í
Svimjisambandinum roknaði við í
vikuskiftisblaðnum, so var tað Pál
Joensen, sum legði bragdligast fyri,
og tað gekk eina góða løtu soleiðis,
sum Jon Hestoy vónaði, at tað fór at
gera, um vánirnar hjá Páli at vinna
skuldu vera stórar. Føroyski svimj
arin legði seg á odda, og hann økti
støðugt um leiðsluna.
Danski Mads Glæsner, sum
svimur í USA, vann kappingina.
Eftir 300 metrar var Pál Joensen 1,4
sekund frammanfyri danan, eftir
500 metrar, ella tá ið ein triðingur
av teinum var lagdur aftur um,
var munurin 1,5 sekund, og so tók
at styttast. Tá ið 600 metrar vóru
farnir, var munurin 1,37 sekund,
eftir 700 metrar 0,98 sekund, eftir
800 metrar 0,53 sekund, og tá ið teir
høvdu svomið 900 metrar, var Mads
Glæsner 0,34 sekund frammanfyri
Pál Joensen.
Harvið var staðfest, at hóast Pál
Joensen hevði hildið seg til tak
tikkin, sum varð roknaður at vera
tann rætti, um úrtøkan skuldi verða
føroyskt heiðursmerki og kanska
av gulli, so miseydnaðist kappingin,
sum roknað verður við føroyska
dreyminum.
Eftir 1500 metrar var tíðin hjá
Mads Glæsner 14.29.88, og tíðin
hjá Pál Joensen var 14.37.83. Síðsta
partin av teinum stungu tveir aðrir
svimjarar seg fram ímillum teir
báðar: Sergiy Frolov úr Ukreina
kom næstfremstur á mál í tíðini
14.35.22, og Rocco Potenza úr Italia
kom á mál í tíðini 14.36.31.
Meðan hesir kappaðust, øktist
fagnaðurin so við og við sum
millumtíðirnar vóru kunngjørdar.
Tað komst av, at tíðirnar hjá hesum
garpunum, sum við tilmeldingar
tíðunum høvdu kvalifiserað seg í
a-finaluna, vóru lakari, enn tíðin
hjá besta svimjaranum í b-finaluni,
sum hevði verið fyrrapartin.
Tíðin hjá vinnaranum av b-final
uni var 14.29.81 ella 0,07 sekund
frammanfyri Mads Glæsner. At
fagnaðurin gjørdist so ovurstórur
komst av, at talan var um pólska
stjørnusvimjaran
Mateusz
Sawrymowicz, sum frammanfyri
heimaáskoðarunum vísti, at hóast
tilmeldingartíðin hjá honum ikki
var nóg góð til at røkka í a-finaluna,
so var hann betri fyri enn allir
EM var íløga
Svimjing Pál og
serfrøðingarnir
halda, at tað avgjørt
loysti seg at luttaka
í EM kappingini í
Pólandi, har tíðirnar
boðaðu frá stórari
framgongd, men
har úrslitini ikki
vóru heilt so góð,
sum tað var vónað
Góð
úrslit í
Reykjavík
Svimjing NJM
í vikuskiftinum
var staðfesting
av, at fleiri
ungir svimjarar
megna at standa
seg í altjóða
kappingum
Jóannes Hansen
Juniormeistarakapping í
svimjing hevur í vikuskift
inum verið í Reykjavík.
Føroysku
luttakararnir
koma í dag heim aftur við
heiðursmerkjum og onkr
um føroyskum metum.
Guðrun Mortensen úr
Suðuroyar
Svimjifelag
setti nýtt føroyskt met og
vann vann gull í 50 metra
frísvimjing. Mettíðin var
26.04. Gamla mettíðin var
26.37.
Evnaríki
Magnus
Jákupsson
úr
Havnar
Svimjifelag setti fríggja
kvøldið met í 100 metra
ryggsvimjing, og við tí
tryggjaði hann sær silvur
merkið. Tíðin var 55.01.
sekund.
Gamla
metið
setti hann á donsku stutt
geilameistarastevnuni
í
november, tá ið tíðin var
55.03.
Magnus
setti
eisini
føroyskt juniormet í 100
metra frísvimjing, tá ið
hann vann silvur í tíðini
50.67.
Juniormetið
hjá
Magnusi var annars 50.82,
og Magnus vann silvur og
setti nýtt met í føroyskari
ryggsvimjing. Nýggja met
ið er 1.59.98. Gamla metið
var 2.00.71.
Cecilia Wigant Eystur
dal úr Ægir setti føroyskt
juniormet í 800 metra frí.
Tíðin var 9.06.60. Tíðin
bar fjórða pláss við sær.
Gamla metið setti hon
í FM kappingini í vár,
tá ið hon svam 9.09.47.
Í 400 metra frísvimjing
vann hon bronsu og setti
nýtt føroyskt juniormet.
Nýggja metið er 4.22.01.
Gamla metið var 4.22.88.
Heðin L. Olsen úr Ægir
vann bronsu í 50 metra
frísvimjing í tíðini 23.47.
joannes@sosialurin.fo