Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið kapp­ingarneytarnir, og harvið vann hann 1500 metra kappingina 8,02 sekund frammanfyri Pál Joensen, sum endaði á fimta plássi. Góð íløga Sjálvandi var Pál Joensen vónbrotin av, at endastøðan ikki var betri enn fimta plássið. Inn til fyri ikki so langari tíð síðani hevði verið púra óhugsandi, at ein føroyingur skuldi røkka so fram í kapping millum teir allar bestu í Europa, men avrikini hjá Páli fyrr í ár hava víst, at tað er ikki burtur við at rokna hann mill­ um teir bestu. – Tað plagar at roynast lakari hjá mær um vetrarnar enn um sumr­ arnar. Tíðin hesa ferð var betri, enn hon áður hevur verið, tá ið eg havi kappast í buksum og ikki í draktini, sum hevur verið bann­að síðani á nýggjárinum í fjør, og eg síggi kappingina sum góða íløgu fram ímóti stóra málinum, ið er olymp­ isku leikirnir, sum vera í London næsta summar. Í dag eru Pál Joensen og venjarin Jón Bjarnason á veg yvir um Atlants­havið. Seinni í vikuni skal Pál kappast á europeiska liðnum ímóti USA. Tann kappingin verður í Atlanta í Georgia. Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Pál í gjár­ kvøldið, at tað ikki skal roknast við, at tíðirnar hjá honum fara at vera orduliga góðar í USA. Jon var kløkkur Formaðurin í Svimjisambandinum, gamli meistarasvimjarin Jon Hestoy, sigur seg vera ovfarnan av, at tíðirnar í a-finaluni leygardagin ikki vóru betri, enn tær vóru: – Undan kappingini vísti eg á, at um Pál skuldi vinna, so var neyðugt hjá honum at svimja 1500 metra teinin í 14.20-14.30. Tað vísti seg at vera rætt. Men tað kom púra óvart á meg, at besta tíðin í b-finaluni skuldi verða betri enn besta tíðin í a-finaluni. Tað hevði eg als ikki roknað við. Ferðin í a-finaluni vísti seg at vera væl lægri, enn tað frammanundan kundi roknast við. Hví tað gekk soleiðis, dugi eg ikki at siga, sigur Jon Hestoy. Hann heldur ikki, at avrikið hjá Páli á nakran hátt var kiksað, um tað ber til at siga tað soleiðis: – Vit leingjast eftir, at okkara stjørna skal røkka heilt upp á tind­in, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast. Men vit vita eisini, at tað er so tætt, at hann bæði hevur møguleika at vinna og at enda á fimta ella sætta plássi. Sammett við undanfarnu kappingar er tíðin hjá Páli batnað 10 sekund, og tað er væl meiri, enn hon er tað hjá kapp­ ingarneytunum. Vinnaratíðin hjá Mads Glæsner er tann sama, sum hann vann við í Dubai fyri einum ári síðani. Tað er hugaligt, at nógva venjingin hjá Páli sæst aft­ur í tíðunum, og eg eri samdur við Páli Joensen í, at EM kappingin var góð íløga í framtíðina. EM í 50 metra hyli verður í mai. Eg veit ikki, um Pál verður við í tí kappingini. Tað valdast um, hvussu hann og venj­ arin halda, at hetta passar inn í fyri­ reik­ingarnar til ultimativa málið, ið eru olympisku leikirnir frá 27. juli og til 12. august næsta ár, sum Pál longu hevur kvalifiserað seg til, sigur Jon Hestoy. joannes@sosialurin.f í framtíðina miseydnaðist Hóast Pál Joensen hevði hildið seg til tak­tikkin, sum varð roknaður at vera tann rætti, um úrtøkan skuldi verða føroyskt heiðursmerki og kanska av gulli, so miseydnaðist kappingin. Mynd: Polfoto Biritu Debes at seta persónlig met í EM kappingini í Stettin í Pólandi. Fríggjadagin svam hon 50 metra firvaldasvimjing í tíðini 28.86, sum er bara eitt vet lakari enn mettíðin hjá henni, sum er 28.85. Í 50 metra ryggsvimjing var tíðin 29.48, sum er lakari enn junior­mettíðin hjá henni frá FM í 2010. Tá svam hon sama teinin í tíðini 29.00. joannes@sosialurin.fo Einki met Birita Debes Savnsmynd