Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Liverpool: Tottenham hevur borð­ reitt við ferðmiklum og spennandi fótbólti síðani Harry Redknapp tók yvir í 2008. Felagið hevur síðani Premier League tók skap í 1992 ikki megnað at liva upp til høgu vónirnar, men við Harry Redknapp á odda er vend komin í. Fyrra árið megnaði London felagið at vinna sær eitt pláss í Champions League á fyrsta sinni, og í ár er Tottenahm at finna millum tey fremstu. Men kann Tottenham kappast við oddaliðini úr Manchester, hvat sker um Harry Redknapp verður kom­andi enskur landsliðsvenjari og kann felagið halda fast í leikarum sum Luka Modric, Rafael van der Vaart, Gareth Bale og Emmanuel Adebayor? Eitt gott summar Tottenham hevði eitt gott summar í ár og tryggjaði sær leikarar sum Bard Friedel, Scott Parker og Emmanuel Adebayor, sum er leig­ aður fyri hetta kappingarárið úr Manchester City. Umframt tað, so megnaði felagið at halda fast í Luka Modric, sum annars var settur í samband við Chelsea. Fyri tveimum árum síðani klár­ aði Tottenham akkurát at vinna sær eitt atgongumerki til Champions League, meðan tað í fjør akkurát ikki gekk. Harry Redknapp og hans­ara menn stóðu seg væl í Champions League, men máttu lúta fyri Real Madrid. Tottenham hevur í nøkur ár havt ein trupulleika við at finna tann rætta málmannin. Heurelho Gomes hevur vart málið seinnu árini, men ójøvnu avrikini hava gjørt, at Harry Redknapp í summar keypti 40-ára gamla Brad Friedel. Avrikin hjá honum hava verið á einum jøvnum høgum stigi, men hetta er ikki ein langtíðarloysn. Tað hevur eisini verið minni trupulleiki at finna røttu javnvágina á miðvøllinum, sum telur frálíkar framrættaðar leikarar sum Luka Modric og Rafael van der Vaart. Tí er tað týdningarmikið fyri Totten­ ham, at hava ein arbeiðshest við síðuna av teimum báðum. Í summar keypti Harry Redknapp enska lands­liðsmiðvallarin, Scott Parker, og tað hevur aftur víst seg at verið ein góð loysn. Triði leikarin, ið kom í summar, sum hevur gjørt góðan mun, er Emmanuel Adebayor. Lands­liðs­ framherjin úr Togo er leigaður úr Manchester City. Tottenham hevur roynt seg við fleiri fram­ herjum seinnu árini við millm annað Jermain Defoe, Roman Pavlyucehenko, Darren Bent og Peter Crouch. Allir hava sínar styrk­ ir, men Emmanuel Adebayor tykist hinvegin hava eitt sindur av øllum. Hann er skjótur, væl fyri tekniskt og alíkavæl sterkur og hevur tí givið álopinum hjá Tottenham nakað, sum teir ikki hava havt síð­ ani Dimitar Berbatov og Robbie Keane vóru í álopinum. Støðan í dag So hvat er tað sum riggar so væl hjá Tottenham í ár. Undan dystinum í gjár hevði Tottenham vunnið seks teir seinastu dystirnar í Premier League og bretskir miðlar tosa um, at Tottenham kann bjóða Man­ chester City og Manchester United av í ár. Verjuparturin hongur væl saman við 40-ára gamla Brad Friedel á aftasta skansa. Kyle Walker er afturkomin eftir at hava ver­ið útleigaður til Aston Villa í eitt ár, har hann blomstraði og er nú at finna á enska landsliðnum. Totten­ham hevur nakrar skaðar í miðverjuni og Michael Dawson er langtíðarskaddur, meðan Ledley King illa klárar at spæla fleiri dystir upp í slag. Hann hevur tó spælt nógvar dystir í hesum kapp­ ingarárinum og hann ger stóran mun fyri Tottenham. Tann leikarin, ið kanska hevur tikið flest fólk av bóli er Younes Kaboul, sum hevur verið framúr í miðverjuni. Tað er á miðvøllinum, at lykilin hjá Tottenham liggur. Mitt á miðj­ uni finna vit arbeiðshestin Scott Parkar og bóltsnillingin Luka Modric. Frammanfyri teir reikar Rafael van der Vaart, meðan Gareth Bale og Aaron Lennon seta ferð á á veng­ur­inum. Hesir fimm eru allir høgt í metum hjá flestum og gevur liðnum møguleika at spæla skjótan fótbólt gjøgnum vengurnar ella byggja upp gjøgnum miðjuna við bólt­tryggum leikarum, Álopið hevur verið ein trupul­ leiki síðani Dimitar Berbatov bleiv seldur til Manchester United, men við Emmanuel Adebayor hevur Totten­ham fingið eina framherjan, sum kann skjóta yvir tjúgu mál í einum kappingarári. Tottenham hevur í Harry Redknapp ein royndan venjara, sum er væl dámdur millum leikararnar og eisini nógv avhildin av bretsku fjøl­miðlinum. Avrikini í Champions League í fjør prógvaðu eisini, at Harry Redknapp eisini kann klára seg millum teir bestu. Seinasti møguleiki Alt sær gott út hjá Tottenham í ár, men tað er eisini sannlíkt, at hetta er seinasta kappingarárið hjá Totten­ham liðnum, sum Harry Redknapp hevur stjórnað síðani 2008. So hví er tað? Harry Redknapp er nú komin í 60’ini og var fyri kortum innlagdur við heilsutrupulleikum. Tað er held­ ur ongin loyna, at Harry Redknapp hevur ein dreym um at verða enskur landsliðsvenjari. Fabio Capello hevur endaliga boðað frá, at hann gevst sum enskur landsliðsvenjari eftir EM endaspælið í summar og tí kundi tað væl hent, at Harry Redknapp komandi kappingarár ikki er Tottenham venjari, men ensk­ur landsliðsvenjari. Brad Friedel hevur vart málið í ár og tað hevur skapt ein tryggleika í verjuni, sum Heurelho Gomes ikki megnaði við sínum ójøvnu av­rikum. Aldurin talar fyri, at ameriku­mað­ urin í Tottenham málinum ikki spælir nógv meiri enn hetta kapp­ ingarárið afturat. Tí skal Tottenham til at finna ein góðan avloysara og tað er ikki bara sum at siga tað. Undan hesum kappingarárinum var líka við, at Luka Modric endaði í Chelsea. Í fyrsta dystinum í ár bar Luka Modric seg undan at Premier league Liverpool og stengurnar Liverpool hevur rakt stongina og tvørstongina 15 ferðir í hesum kapp­ ingar­árinum. Tað er meiri enn nakað annað felag. Seinasta kappingarár rakti Liverpool stengurnar og tvørstongina 12 ferðir samanlagt. Neyðars Blackburn Blackburn er fyrsta liðið í Premier League síðani apríl 2010, sum hevur tapt ein dyst eftir at hava verið á odda sjey minuttir fyri tíð. Fótbóltur Tottenham misti í gjár eitt fet í oddastríðnum, men tað er nógv, ið bendir á, at tað skal verða í ár, um Tottenham skal vinna nakað Nú ella ongantíð fyri