mánadagur 12. desember 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í gjár gjørdist greitt, at menninir
hjá SÍ hava vunnið sær pláss í
steypafinaluni, hóast teir fram
vegis hava ein dyst eftir at spæla
í fyrru kappingarhálvu, sum er
ímóti Mjølni. Hetta, tí tað bara var
ÍF, ið kundi fáa SÍ aftur, men av tí
at sørvingar í gjár bastu fuglfirð
ingum, er endaliga greitt, at SÍ
eigur oddasessin eftir fyrstu helvt
av landskappingini, og tað gevur
steypafinalusessin.
Fuglfirðingar eru komnir mal
andi eitt sindur aftan á øllum
hinum, men hava nú fingið hini
liðini aftur í dystartali. Spurning
urin hevur verið, hvat greipuvinn
ararnir í ÍF megna hetta kappingar
árið, og hóast góð tíð enn er at fáa
tann spurningin endaliga svaraðan,
so kann í stuttum sigast, at SÍ í øll
um førum sær út til at orka best av
øllum.
Í gjár vitjaðu menninir hjá SÍ á
Kambsdali, har ÍF tók ímóti, men
dysturin gjørdist ikki so spennandi,
sum støðan á stigatalvuni annars
kundi bent á, tí tað endaði við, at SÍ
vann ein rímiliga tryggan 3-0 sigur,
har tað einki av settunum av álvara
stóð á hjá sørvingum, ið tykjast sera
væl upplagdir.
Ein fimmsettari
Ein av teimum trimum dystunum
um vikuskiftið var ein fimmsettari,
tá Mjølnir í Badmintonhøllini í
Klaksvík tók ímóti Fleyr í tí gamla
klassikaranum, sum fyri veður
bleiv útsettur frá fríggjakvøldinum
til í gjár.
Undan dystinum vóru liðini jøvn
í stigum, men Mjølnir, sum seinnu
árini hevur verið tað drúgvara av
»teimum báðum gomlu«, vann og
fór tvey stig framum, umframt at
Fleyr hevur spælt ein dyst meira,
so munurin kann økjast.
Fyrstu fýra settini síggja í hag
tølunum út sum ein spegilsmynd, tí
fyrst vunnu gestirnir úr Havn 25-22
og 25-15, áðrenn vertirnir svaraðu
aftur við júst somu settúrslitum,
25-15 og 25-22. Tá avtornaði í fimta
setti, eydnaðist Mjølni at ríða á síni
aldu av viðgongd og vinna settið og
dystin.
Triði dysturin um vikuskiftið
var leygardagin í Gundadalshøllini
í Havn, har Fleyr tók ímóti TB. Hesa
ferð vóru ungu tvøramenninir ikki
ordiliga í nánd av at vinna nakað
sett, men sjálvt um teir taptu 3-0,
var talan heldur ikki um ein so
øgiligan avsmurning.
Fleyr hevði munin allan vegin,
men kortini sást, at TB-liðið støðugt
tekur seg fram og skjótt kanska
fer at vinna sín fyrsta dyst í bestu
deildini.
hilmarjan@sosialurin.fo
SÍ í steypafinaluni
Mansflogbóltur Við einum reinum 3-0 sigri á útivølli ímóti greipuvinnarunum í ÍF,
vann SÍ fyrru kappingarhálvu og hevur tí vunnið sær pláss í steypafinaluni
Hilmar Jan Hansen
Eingin av teimum trimum kvinnu
dystunum um vikuskiftið hevði
nakað úrslit, ið elvir til bilsni, tí í
øllum trimum førum var talan um
trý tey fremstu liðini, ið spældu
útidystir ímóti liðum, ið liggja lægri
á stigtatalvuni, og í øllum trimum
førunum vunnu favorittarnir.
Mjølnir, sum vann fyrsta teinin
av landskappingini herfyri og tí
hevur tryggjað sær annað plássið
í steypafinaluni hjá kvinnunum,
var á Toftum og vitjaði nýggjasta
felagið av øllum, Ternuna, ið hevur
heimavøll í skúlahøllini í Tofta
skúla.
Sum væntandi var, vann Mjølnir
ein tryggan 3-0 sigur, har tað ikki
eydnaðist Ternuni at geva stórvegis
mótstøðu. Kortini má sigast, at
árið higartil hevur hildnast væl hjá
toftakvinnum, sum hava vunnið
seks dystir higartil í vetur. Men
ímóti Mjølni var mótstøðan ov stór,
og klaksvíkskvinnur kundu leggja
enn ein sigur aftur at teimum, liðið
hevur vunnið áðrenn, tí enn veit
Mjølnir ikki, hvussu tað er at tapa
hetta kappingarárið…
Fleyr flúgvandi
Fleyr, sum síðsta vetur royndist
næstbest og tá spældi FM-finalur
ímóti kvinnunum hjá Mjølni, var
hesa ferð á vitjan á Giljanesi, har
Dráttur tók ímóti. Eingin slingur
var í valsinum hjá Fleyr, ið var
flúgvandi og vnn sera trygt – og
tað eina settið bara loyvdi Drátti at
fáa átta stig!
Sera sannførandi avrik hjá Fleyr-
kvinnunum, ið avgjørt mugu met
ast sum argasti kappingarneytin
hjá oddaliðnum, Mjølni.
Triðja liðið í fremstu røð, sum í
øllum førum enn megnar at fylgja
við teimum báðum allarfremstu, er
SÍ. Hesa ferð vóru sørvágskvinnur á
vitjan hjá KÍF í Kollafirði, og eisini
her var talan um ein tryggan 3-0
sigur, hóast arbeiðast mátti eitt
sindur meira fyri sakini tey bæði
fyrstu settini, áðrenn SÍ sat á øllum
í triðja setti.
Sum stigatalvan sær út, verða
Mjølnir, Fleyr og SÍ verandi tey
fremstu, tí hini tykjast ikki at røkka
heilt har upp. Síðani hevur Ternan
staðið seg sera væl, eins og Dráttur
tykist koma meira og meira fyri
seg, hóast dysturin um vikuskiftið
var eitt afturstig, og eisini kann
roknast við, at ÍF kann gera onkran
vørr. Hinvegin sær einki út hjá TB,
ið bara hevur tvey stig, og KÍF, ið
enn eigur fyrstu stigini á.
hilmarjan@sosialurin.fo
Favorittarnir vunnu
FLEYR BETRI FLOG
Menninir hjá Fleyr tóku ímóti TB leygardagin og vunnu á heimavølli ein tryggan sigur
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvinnuflogbóltur Trý tey fremstu liðini vunnu øll sínar dystir um vikuskiftið, so í
Eik-liguni hjá kvinnum sær alt út, sum roknast kundi við, at tað fór at gera
Hilmar Jan Hansen
Nú veðrið ikki var av tí
allarbesta fyrra partin av
vikuskiftinum,
hevði
tað
onkrar avlýsingar við sær í
Eik-liguni hjá bæði kvinnum
og monnum.
Soleiðis blivu tveir dystir
hjá TB avlýstir um vikuskiftið.
Annar var mansdysturin á
Kambsdali millum ÍF og TB,
sum skuldi verið spældur
fríggjakvøldið, og hin var
kvinnudysturin í Trongisvági
millum TB og ÍF, sum skuldi
verið spældur leygardagin.
Dysturin
millum
mansliðini hjá Mjølnir og
Fleyr,
sum
skuldi
verða
spældur fríggjakvøldið, bleiv
eisini avlýstur, men liðini
spældu hann so í staðin
seinnapartin í gjár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Dystir
útsettir