Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sungu um frælsi og javna Føroya fremstu tónleikarar og Amnesty Føroya deild hátíðarhildu leygarkvøldið altjóða mannarættindadagin við stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum Rannvá G. Fossaberg Norðurlandahúsið var leygar­kvøld­ið karmur um stóra útgávukonsert, sum Am­nesty Føroya deild skipaði fyri. Umframt at hátíðarhalda 50 ára stovn­ ing­ar­dagin hjá Am­nesty International manna­rætt­ inda­dagin var konsertin eisini síðsti liður í stóru sang­skrivara­kappingini hjá føroyska felags­skapi­ num. Verð fyri øll vann Á útgávurkonsertini, sum vardi í góðar tveir tím­ar, vórðu tey tíggju løg­ini, ið eru við á nýgg­ju Amnesty- fløguni, fram­førd. Har­ aftur­at helt aðalskrivarin hjá Am­nesty Føroya deild, Jacoba Kruse, eina røðu, prátað varð við tón­leikar­ ar­nar, og eisini blivu stutt­ filmar um manna­rætt­ indi vístir á stór­skíggja. Snún­ings­depilin var boðskapurin um, at vit øll eru fødd fræls og javn­lík. Tey, ið framførdu, vóru Linda Andrews, Bárð­ ur Johannsen, Guðrun og Bartal, Petur Pól­son, Noel Joensen og Birg­ir Johannesen, Eyðun Nols­ øe, Vígdis Fjallstein, Un Paturs­son, Petur Háberg og Lív Næs. Sangirnir vóru fjøl­ broyttir hjá tónleikar­ unum, sum taldu bæði roynd­ar og minni royndar persónar á føroyska tón­ leika­pallinum. Megin­ part­urin av løgunum vóru melodiøsar, pop­kend­ar balladur, men eisini var okkurt lagið, ið var meira rokk-kent. Eftir at øll tíggju løgini, sum eru á Amnesty-fløgu­ni, vóru fram­førd, skuldi vinn­arin av sang­skrivara­kapp­ing­ ini finnast. Kapp­ing­in hev­ur verið skipað á tann hátt, at allir føroyingar hava havt møgu­leika at atkvøða fyri besta lagnum. Eisini ein dóms­ nevnd hevur verið við í upgávuni at finna besta Amnesty-sangin. Í hesi dómsnevndini sótu Teitur, Sunnleif Rasmussen, Giss­ ur Patursson og Eivør. Vinnarin av stóru Amnesty sang­skrivara­ kapp­ingini og 15.000 krón­um gjørdist Bárður Johanne­sen við sanginum “Verð fyri øll”, sum hann sjálv­ur hevur skrivað og gjørt lag til. Bartal og Guðrun, sum blivu ársins bólkur á Sement í ár, blivu nummar tvey við sanginum “Hygg rund­an um”, sum Bartal Augustinus­sen hevur gjørt orð og lag til. Numm­ar trý gjørdist Pet­ ur Pólson og sangurin “Brend­ar Brýr”. Petur Pól­ son hevur skrivað sang­ in, og Benjamin Peter­ sen hevur gjørt lagið. Nummar tvey og trý fin­gu ávikavist 10.000 og 5.000 krónur.