Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Havstovan hevur í heyst gjørt royndir við ymiskum húka­støddum, ymiskum agni og eftir­gjørdum agni. Í stutt­um er úrslitið av verk­ ætl­anini, at húka­støddin ikki hevur avger­andi leiklut í fiski­skapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábend­ingar um, at tann minsti húk­urin fiskar best. – Royndirnar vísa eisini, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høggu­slokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húka­støddin stóran týdning, og her fiskar tann minsti húk­urin mest av smáari hýsu. Agniað hevur eisini sín týdning, tá ræður um hýsu, og tað er makrelur, ið fiskar mest. Royndin vísir eisini, at munur er á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu. – Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nóls­oyarfirði, og munandi meira var eisini av hýsu í Álinum. Tað sigur Havstovan í niðurstøðu síni um húka-og agnroydirnar í heyst, sum 38 fót stóri útróðrarbáturin Tóra í Nólsoy hevur gjørt fyri stovnin. Verkætlanin, sum er fíggj­að av Fiskivinnu­gransk­ ing, verður rópt ”Selektivur línufiskiskapur”. Hon snýr seg um, hvørt húkastøddir og ymisk sløg av agni á línu hava nakra ávirkan á støddarbýtið av toski og hýsu. Royndirnar vórðu gjørdar í heyst á leið­ um nær landi, ávikavist í Álinum og sunnarlaga í Nóls­ oyarfirði. Teir, ið vegna Havstovuna standa aftan fyri verkætl­an­ ina, eru Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert. Nógvur smáfiskur Í síni frágreiðing vísa teir tríggir á, at tilgongdin av toski og hýsu á landgrunninum er rættiliga ymisk ár undan ári. Hetta ger, at nøgdin av smáum fiski summi ár er lut­falsliga stórur partur av veiðini. Árini, tá góðir ár­ gangir av toski og hýsu eru á veg, verður lutfalsliga nógv veitt av smáum fiski. ­– Í løtuni er nógv av smá­ um toski í fiskiskapinum, og hóast tilgongdin av hýsu hevur verið stak vánalig í fleiri ár, so er nú ein heldur frægari árgangur á veg, ið hevur alla vernd fyri neyð­ uni. Lagt verður aftrat, at bæði fyri fiskivinnuna og fyri lands­búskapin er tað sera óheppið, at so nógv verður veitt av smáum fiski. – Nógv er at vinna, um sleppast kann undan at taka fiskin, meðan hann er so smáur. Um ein tvey ára gamal toskur livir eitt ár aftrat, er hann í miðal tyngdur eini 70%. Livir hann enn eitt ár, hevur hann í miðal lagt 50% aftrat síni vekt í mun til tað, hann vigaði árið fyri og 2,5 ferðir meira, enn hann vigaði, tá hann var tvey ár. Teir tríggir vísa í síni frá­ greiðing á, at hýsa, ið veksur eitt sindur seinni enn toskur, hevur frá tvey til trý ára ald­ ur lagt 43% aftrat síni vekt. – Livir hon, til hon er fýra ára gomul, vigar hon um­leið dupult so nógv, sum tá hon var tvey ár. Aftrat hes­um kemur, at kiloprísurin van­ liga er betri, um fiskurin er størri. Nógv bendir eisini á, at sann­líkindini fyri at fáa góðar árgangir eru størri, um hampi­liga væl av fiski er á grunn­unum. Mest við húki Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert vísa í síni frágreiðing á, at nógv mest av smáum fiski verður veitt við húki, og tí er tað her, at setast má inn. – Við húkareiðskapi er ikki so einfalt at solda smáan fisk frá í veiðini, sum eitt nú við troli. Einasti háttur, sum í dag verður brúktur fyri at sleppa undan at taka stórar nøgdir av smáum fiski, er at steingja leiðir, har serliga nógvur smá­fiskur er. Í sjálvum sær er mannagongdin effektiv, men vansin er, at allur fiskiskapur verður steðgaður á hesum leiðum, og tí verða bert leiðir stongdar, sum tíðiliga hava nógv av smáum fiski. Lagt verður aftrat, at við stongdum leiðum ber til at minka eitt sindur um fiski­ skap eftir smáfiski, men ógjør­ligt er at gera munagóð inn­triv, uttan at stórar leiðir verða stongdar tey árini, tá góðir ár­gangir eru á veg. Húkur og agn Endamálið við hesi verkætlan var at kanna í hvønn mun, størri húkur er førur fyri at solda tann smæsta toskin og ta smæstu hýsuna frá. Sam­ Agn og húkastøddir – Tað ber til í ein ávísan mun at minka um veiðina eftir smáfiski við at brúka ávís sløg av agni – og størri húkar, siga teir tríggir, Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert, sum nú hava skrivað frágreiðing um húka- og agnroyndirnar hjá 38 fót stóra útróðrarbátinum Tóru Úrslitini vísa, at tað í ein ávísan mun ber til at minka um veiðina av smáum fiski við at brúka ávís sløg av agni og við ikki at brúka ov smáar húkar