mánadagur 12. desember 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
stundis hevur verið kann
að í hvønn mun, toskur og
hýsa í ymiskum støddum
taka ójavnt ymisk sløg av
agni, sum í hesum førinum
vóru gágga, makrelur, sild og
høgguslokkur.
Men hvussu eru hesar
royndir so gjørdar?
Nakrar setur eru gjørdar
í Nólsoyarfirði og nakrar í
Álinum, sum – fyri tey, ið ikki
vita – er í ein landnyrðing úr
Stongini í Nólsoy.
– Brúktar vórðu 4 Lanka-
línur, 4,5 mm. tjúkkar við 300
svøvlum og trimum húka
støddum, ávikavist nummar
10, 12 og 13.
Sambært søluumboðum
av húkum í Føroyum, er EZ10
mest vanliga húkastøddin
hjá smáu útróðrarbátunum.
Húkurin EZ12 verður brúktur
av stállínuskipunum, meðan
tann størsti húkurin í roynd
ini - EZ13 - vanliga ikki verð
ur brúktur í føroyskum línu
fiskiskapi.
Húkarnir vórðu knýttir
undir línuna blandaðir, so
leiðis at 100 húkar av hvørj
um slagi vóru á hvørjari línu.
EZ10 húkurin hevði reyðan
teym, EZ12 bláan teym – og
EZ13 hevði grønan teym. Fýra
sløg av agni vórðu brúkt,
ávikavist gágga, høgguslokk
ur, makrelur og sild. Eitt agn
slag varð egnt á hvørja línu,
og línurnar vórðu settar í
einum strekki og blandaðar
til hvørja setu.
– Væl gekst at draga, og
við at brúka ymiskar litir til
hvørja húkastødd, var eisini
lætt at síggja mun á húka
støddunum. Fyri hvønn fisk,
sum kom á línuna, varð skrá
sett, hvørja húkastødd og
hvat agnslag, fiskurin hevði
tikið. Haraftrat varð hvør
fiskur longdarmátaður og
vigaður. Longd og vekt av
fiskunum vórðu førd inn í
excel-rokniark, har ymiskar
útrokningar
og
stabba
myndir við úrslitum vórðu
gjørdar.
Smærri í Álinum
Royndirnar við útróðrar
bátinum Tóru vístu, at Nóls
oyarfjørður
hevði
nakað
størri fisk enn Álurin. Eing
in týðiligur munur sást á
teimum trimum húkastødd
unum, men gágga tykist at
fiska smærri fisk enn hini
agnsløgini.
– Royndirnar vístu eisini,
at gágga og høgguslokkur í
Nólsoyarfirði fiska meira av
toski enn makrelur og sild.
Um bert verður hugt at toski,
smærri enn ungfiskamátið
(50 cm), er heilt týðiligt, at
gágga fiskaði munandi meira
enn hini agnsløgini.
Teir tríggir, Sigvald Krist
iansen, Petur Steingrund og
Jákup Reinert, endurtaka,
at eitt av endamálunum við
verkætlanini var at kanna,
um
húkastøddin
hevur
ávirkan á, hvussu nógvur
smáfiskur verður veiddur.
- Hetta er ikki týðiligt fyri
Nólsoyarfjørð, men í Álinum
tykist samband verða við
húkastøddina og støddina
á fiski – og í Nólsoyarfirði
í ein ávísan mun, tá egnt
verður við sild. Her er talið
á fiski tó nakað lítið til slíka
niðurstøðu. Einki týðiligt
samband tykist vera millum
húkastødd og veiðu av stór
um toski.
Teir vísa á, at yvirhøvur
var hýsan meira smáttfallandi
í Álinum enn í Nólsoyarfirði,
og í Álinum er ein ábending
um, at tann minsti húkurin
fiskar meiri smærri hýsu enn
hinir báðir.
– Týðiligur munur var
á agnsløgunum. Makrelur
fiskar væl betri enn hini sløg
ini, og høgguslokkur fiskar
eisini væl.
Lagt verður aftrat, at sera
lítið var av smáari hýsu í
Nólsoyarfirði.
Niðurstøður
– Úrslitini av hesi verkætlan
eru, at húkastøddin ikki hev
ur avgerandi leiklut í fiski
skapi eftir stórum toski, men
eftir smáum toski eru ávísar
ábendingar um, at tann
minsti húkurin fiskar best.
Royndirnar vísa haraftrat, at
gágga fiskar meira smáfisk
enn hini agnsløgini, og at
høgguslokkur fiskar mest
stóran tosk. Fyri smáa hýsu
hevur húkastøddin stóran
týdning. Tann minsti húkurin
fiskar mest av smáari hýsu.
Agnið hevur eisini týdning,
og tað er makrelur, ið fiskar
mest.
Um úrslitini verður lagt
aftrat, at hesi vísa, at tað í ein
ávísan mun ber til at minka
um veiðina av smáum fiski
við at brúka ávís sløg av
agni og við ikki at brúka ov
smáar húkar. Við at brúka
ávís sløg av agni ber eisini
til at minka um veiðina av
antin toski ella hýsu, og hetta
hevur týdning, um annar av
stovnunum er verri fyri enn
hin. Royndirnar hava eisini
víst, at økisfriðingar kunnu
nýtast til stovnsrøkt, men
av tí, at so stórur munur var
á hesum báðum leiðunum,
sum liggja tætt saman, er
neyðugt við umfatandi kann
ingum av øllum teimum inn
aru leiðunum og gjøgnum
alt árið, áðrenn hetta kann
gerast sum best.
– Tað er trupult at gera
endaligar niðurstøður bert
við støði í úrslitunum frá hesi
verkætlan, serliga tí at roynd
artíðarskeiðið var nakað stutt
og átti at verið alt árið. Eisini
áttu fiskileiðirnar at verið
spjaddar kring alt landið, siga
teir tríggir í sínari frágreiðing
um hesar línu-og agnroyndir,
Sigvald Kristiansen, Petur
Steingrund og Jákup Rein
ert.
vilmund@sosialurin.fo
hava ávísan týdning
Við at brúka ávís sløg av agni ber
eisini til at minka um veiðina av antin
toski ella hýsu. Hetta hevur týdning,
um annar av stovnunum er verri fyri
enn hin
Havstovan brúkti 38 fót stóra útróðrarbátin
Tóru í Nólsoy til hesar húka-og agnroyndir,
sum eru lidnar á hesum sinni