mánadagur 12. desember 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Góði Sjúrður.
Satt at siga, hevði eg
glett meg til eina politiska
diskussión okkara millum.
Men tú vrakar politiska
substansin til fyrimuns fyri
eitt ljótt persónsálop.
Hvussu ofta eg enn lesið
bræv titt, síggi eg ikki ferðilin
av nøkrum politiskum boð
skapi. Bert persónligt briksl
og desperatar skuldsetingar
um, at míni politisku sjónar
mið ikki eru míni egnu.
Tín politikkur
er kritisabul
Tað er kritisabult, at tú hev
ur brotið eitt klokkuklárt
politiskt og enntá skrivligt
lyfti um at stuðla meiri
lutanum
í
Løgtinginum.
Hesin meiriluti hevur skipað
landsstýri og ynskir Ríkisveit
ingina prístalsviðgjørda eftir
einum ávísum leisti. Sum
eg síggi tað, mótarbeiðir tú
málinum. Um tú fært tín
vilja í Fólkatinginum, so fær
tað negativar avleiðingar fyri
inntøkurnar hjá Føroyum í
2012. Pengar fara at mangla,
og tað sæst longu nú á
fíggjarlógaruppskotinum
fyri komandi ár.
Títt dupultspæl, sum eg
framvegis nevni tað, er eisini
kritisabult. Tað er óseriøst
at siga, at man í fólkatings
salinum
vil
stuðla
upp
skotinum um prístalsviðgerð
eftir nevnda leisti, tá ið man
samstundis – bæði í og uttan
fyri fólkatingssalin – slær
prístalsviðgerðina
upp
í
glens.
Eg havi eisini sagt meg
hava varhugan av, at tú
hevur rátt donsku stjórn
ini til at ganga ímóti vilja
landsstýrisins um prístals
viðgerð eftir lagda leistinum.
Tann varhugan havi eg fram
vegis, og títt persónliga álop
broytir ikki mín varhuga.
Tvørturímóti.
Soleiðis leggur tú politiskt
eitur út fyri politikkin hjá
meirilutanum í Løgtinginum,
sum tú annars hevur lovað
at stuðlað. Tí verður helst
meira enn trupult at fáa eitt
brúkiligt úrslit burtur úr
samrøðunum, ið Landsstýrið
og stjórnin skulu hava um
prístalsviðgerðina av Ríkis
veitingini um nakrar fáar
dagar.
Hatta var tann politiski
parturin av málinum, Sjúrð
ur.
Vónandi
dugur
tú
at
síggja, at talan er um politikk
og ikki eitt álop á tín person.
Fyrsti spunasmiður
í Føroyum?
Tína ljótu og persónligu
krossferð í fjølmiðlunum fari
eg ikki djúpri inn í. Geri bert
nakrar fáar viðmerkingar.
Tað tykist, sum tú ert nógv
upptikin av spunasmiðum.
Onkursvegna er tað skiljandi,
eftirsum tú sjálvur hevur
eina
drúgva
fortíð
sum
spunasmiður. Á alnótini síggi
eg, at tú verður nevndur sum
fyrsti spunasmiður í Føroy
um. Tillukku við tí.
Haldi meg minnast, at tú
vart spunasmiður ella politi
skur embætismaður bæði hjá
Anfinni Kallsberg og Høgna
Hoydal í teirri ørvitiskendu
fullveldistíðini, tá ið tit eftir
einari nátt skóru Ríkisveit
ingina og strikaðu prístals
viðgerðina.
Sum spinndoktari vart tú
eisini millum embætisfólkini,
ið blivu misbrúkt til at ferðast
kring landið við einum loys
ingarskjali,
ið
nevndist
Hvítabók. Sjálvur var eg til
staðar, tá ið tú í skúlanum á
Oyrarbakka boðaði politiska
boðskapin.
Hvør minnist ikki ein østan
spinndoktara,
sum
undir
fullveldissamráðingunum á
Christiansborg á sinni útlegði
politiska loysingarboðskapin
hjá Anfinni Kallsberg, Høgna
Hoydal,
Helenu
Dam
á
Neystabø og Jenisi av Rana?
Og hvør mundi tað vera,
sum luskandi royndi at taka
upp á band ein fund við ein
danskan ráðharra?
Mestur var tað Spinndokt
arin Sjúrður.
Hetta er ikki meint sum
persónligt briksl men ein
lýsing av fakta. Hesi fakta
kunnu haldast upp ímóti
tínum atfinningum at øðr
um. Um tú hevur ítøkiligar
rættleiðingar, hoyri eg frá
tær.
Um mína politisku
skriving
Eg havi altíð lagt áherðslu
á, at mín politiska skriving
lýsir mínar egnu persón
ligu
politisku
meiningar
og áskoðanir. Tað sama er
galdandi fyri míni munnligu
innlegg á Løgtingi, í Fólka
tinginum og í fjølmiðlunum.
Mær nýtist onga hjálp til
at finna út av, hvar eg standi
politiskt. T.d. havi eg ikki skift
millum fulveldisflokk og ein
sonevndan
samríkisflokk,
ella umvent.
Sum stórt sæð allir fram
standandi politikarar havi eg
ein ávísan tørv á at fáa mín
egna persónliga politiska
boðskap so rætt og týðiliga
fram sum gjørligt. Tað ber í
sær, at tað av og á verður út
vegað hjálp frá fakfólkum.
Um skrivingina hjá tær
Tín umrøða av okkara sam
arbeiði á Fólkatingi ber brá
av, at tú stórliga hevur brúk
fyri hjálp frá fakfólki innan
samskifti. Ein og hvør av tí
slagnum hevði rátt tær til
at fingið eitt sindur av polit
iskum boðskapi fram, og
ikki bert persónligt briksl og
uttanumtos.
Tú ert so sera harmur um,
at hjálp til politiska arbeiðið
kostar pening. Mær vitandi
hevur tú trý folk í starvi
á Christiansborg, sum fáa
pening aftur fyri at hjálpa
tær í politiska arbeiðinum.
Sjálvsagt skulu tey hava
pening, alt annað vildi verið
burturvið.
Og
sjálvandi
skulu
fakfólk hava honorar fyri
sítt arbeiði.
Tú arbeiddi sjálvsagt ikki
fyri onki, tá tú vart spuna
smiður/embætismaður fyri
Høgna Hoydal og Annfinn
Kallsberg.
Vanvirðing av
Føroyanevndini
Loksins er tað tín pástandur
um, at eg skal hava forbrotið
meg móti tingskipanini í
Fólkatinginum. Her eru vit
báðir ósamdir.
Tað stutta av tí langa er, at
ein og hvør fólkatingsnevnd
skal virðast, og øll eiga at
halda seg frá at veita fólka
tingsnevndum
ivasamar
upplýsingar.
Kom til substansin
At enda fari eg at mæla tær
til at sleppa tær av við handa
skortin av óskyldigheit, ið tú
fjalir teg aftanfyri. Hann er
skaðiligur bæði fyri teg og
Javnaðarflokkin.
Kom niður aftur á jørð
ina, Sjúrður. Politiskt arbeiði
aftan fyri leiktjaldið kemur
fram, eisini um tú arbeiðir
ímóti áhugamálum føroy
inga.
Minst til, tú ert ikki spinn
doktari longur, tú ert politik
ari.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Opið bræv til ein sintan fólkatingsmann og fyrrverandi spinndoktara,
sum velur ljót persónsálop fram um politiskan substans
Hvussu ofta hava vit
ikki hoyrt formannin í
Fólkaflokkinum, Jørgen
Niclasen, siga: “Tað skal
loysa seg at arbeiða”.
Hetta er ein setningur,
eingin kann vera ósamd
ur við. Jørgen virðir
tíverri ikki sín yndis-
setning - hvat sigur tað
ikki nógv um hansara
virðing fyri teimum lág
løntu og vanligu alment
løntu.
Vanligar lønir
Vit hava sæð ymiskar
talvur við tølum fyri inn
tøkur og skattaprosent,
so tað fari eg ikki at gera
meira við her. Megin
parturin av teimum al
ment løntu t.d. sjúkra
røktarfr., lærarar, námsfr.
og skrivstovufólk hava
eina inntøku á 20–25
túsund kr um mánaðin.
Hetta er ein stórur partur
av arbeiðsmarknaðinum,
sum ikki hevur møgu
leika til at arbeiða meira;
tí skuldi hesi verið so
“heppin” at arbeiða yvir/
eykavaktir o.t., so skulu
tey avspáka hetta yvir
skot – eingin inntøku
øking.
Um vanlig arbeiðsfólk
ella handverkarar skulu
koma upp á eina árs-inn
tøku, sum gevur teimum
ein munandi skattalætta,
so skulu tey arbeiða 50-
55 tímar um vikuna –
ikki bert í eitt tíðarskeið,
men hvørja arbeiðsviku í
árinum. Hetta kunnu vit
einfalt ikki bjóða hesum
arbeiðsbólki, og hesum
skal hesin bólkur sanni
liga heldur ikki finna
seg í.
Retoriskt bluff
Orðini “tað skal loysa
seg at arbeiða” er sunnur
fornuftir og rættvíst, og
tískil sera lætt at taka
undir við. Men hesi orð
eru ósonn, tá ið tey verða
nýtt sum grundgeving
fyri flatskattaskipanini.
Hetta er eitt retoriskt
bluff, ein politisk snilda
og óbeinleiðis lygn, ið
riggaði. Hetta er ikki gor
og gall frá vánaligum
taparum, sum nú verður
sagt av og á; hetta er
harmiligur og órættvísur
veruleiki – men bert um
tú vilt ásanna veru
leikan,
ístaðin
fyri
framhaldandi at trúgva
upp á eitt bluff, tí tú
góðtrúgvin setti krossin
við vón um fleiri pengar.
Hóast tú ert lumpaður,
nýtist tú ikki at finna teg
í hesum órættvísi.
Tað fer ikki at loysa seg
at arbeiða hjá teimum, ið
hava tørv á meira peng
um – eins og tað er nú.
Rættvísur lætti
Hetta kundi verið gjørt
soleiðis, at yvirtíð og
eykavaktir varð skattað
fyri seg og ikki saman
við føstu lønarinntøkuni;
soleiðis, at skatturin ikki
hækkaði við tíni vaks
andi inntøku. Tá hevði
tað loyst seg at arbeitt,
og tað hevði tú kunnað
gjørt í tíðarbilum og
ikki hvørja viku. Eitt loft
kundi t.d. verið sett á:
yvirtíð/eykavaktir fyri
50.000 kr um árið. Ein
annar møguleiki kundi
verið at hækka botn
frádráttin á miðalinn
tøkum.
»Tað skal loysa
seg at arbeiða«
– Reality-
check, Jørgen
Dávid Isfeld
Kom til politiska
substansin, Sjúrður
Kom niður aftur á jørðina,
Sjúrður. Politiskt arbeiði
aftan fyri leiktjaldið kem
ur fram, eisini um tú arbeiðir
ímóti áhugamálum føroyinga