Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit halda, at tað ber til at finna semju í trætuni ímill­um Fíggjar­mála­ráð­ið og Maskin­meistara­felag­ ið. Tað sigur Allan Skaal­ um, sum, saman við Niels Winther Poulsen, er til­ nevnd­ur semingsmaður í trætu­ni. Samráðingarnar ímill­ um Maskin­meistara­ felag­ið og Fígg­j­ar­mála­ ráð­ið slitnaðu, eftir at Fíggjar­mála­ráðið krav­di maskin­meist­ar í hægru lønar­flokk­unum nið­ur í løn, samstundis sum fak­felag­ið krevur løn­ar­ hækk­ing. Heitt varð á Allan Skaalum og Niels Winther Poul­sen um at royna seg sum semingsmenn og eftir at hava viðgjørt støðu­na, hava teir tikið av. - Vit hava brúkt hesa seinastu tíðina at seta okk­um inn í sáttmálarnar og tað, sum higartil er hent í samráðingunum, sig­ur Allan Skaalum. - Vit halda, at tað eru for­treytir fyri at royna semju og tí hava hava vit játtað at gera eina roynd, sig­ur hann. - Men harfyri er ikki sagt, at vit halda, at tað verð­ur lætt at finna semju, leggur hann aftur­ at. Allan Skaalum sigur, at seinni í vikuni fara sem­ings­menninir at kalla partar­nar saman til fyrsta fund­in og so verður ein arbeiðs­ætlan løgd eftir tí. Av tí, at ongin arbeiðs­ æt­lan er løgd enn, kann hann heldur einki siga um, antin lagt verður til brots fyri jól, ella um tey bíða til eftir ársskiftið, fyri at tryggja jólafriðin. Áki Bertholdsen - Tað gongur ongan veg. Herálvur Jacob­sen, for­ mað­ur í Lærara­felag­num, held­ur ikki, at tað er nøkur vón fyri at finna semju ímill­ um fak­feløg­ini á al­men­na arbeiðs­mark­naði­num og Fíggjar­mála­ráð­ið um ein nýggj­an lønar­sátt­mála. Tað eru fýra av teimum stóru fakfeløgunum, sum sam­ráðast við fíggjar­mála­ ráð­ið í felag og tey eru Lærara­felagið, Pedagog­felag­ ið, Starvsmannafelagið og Havn­ar Arbeiðskvinnufelag. Partarnir hittust á fundi í gjár, men Herálvur Jacobsen sigur, at tey standa so langt frá hvørjum øðrum, at báðir partar eru greið yvir, at tað eru ongar vónir fyri semju. Tí ivast hann ikki í, at tað endar við, at tað verður neyðugt at senda boð eftir semings­manninum. Formaðurin í Lærara­ felag­num sigur, at hesar sam­ráð­ing­arnar hava verið ser­stak­ar. Tey byrjaðu sam­ráð­ing­ ar­nar undir undanfarnu samgongu og fakfeløgini upp­lýsa, at tær endaðu við, at Fíggjarmálaráðið var sinn­að at góðtaka eina ávísa lønar­hækking. - Men so fingu vit nýggja sam­gongu og vit høvdu vænt­að, at samráðingarnar hil­du fram, har tær endaðu. Men so var ikki, tí Fíggjar­ mála­ráðið tók alt aftur, sum varð góðtikið í sam­ráð­ing­ unum við undan­farnu sam­ gongu. - Nú eru boðini úr Fíggjar­ málaráðnum, at for­treyt­ ir­nar eru broyttar, so at sam­ráð­ingarnar skulu byrja aftur við blonkum pappíri. Hetta hava eisini fak­feløg­ ini tikið til eftirtektar. Herálvur Jacobsen, at á samráðingarfundinum mána­dagin, tóku eisini fak­ feløg­ini greitt, at alt, sum tey higartil hava lorað í sam­ráð­ ing­unum, verður tikið aftur. - Sostatt hava vit gjørt greitt, at vit venda aftur til tey upprunaligu krøvini, vit høvdu, tá ið samráðingarnar byrj­aðu í summar. Tey krøvini eru, at lønin skal hækka bæði í ár og næsta ár. Áður hevur verið framm­ ið, at kravið var ein lønar­ hækk­ing upp á 2,9% tann 1. oktober í ár og aftur ein lønar­hækking upp á 3,4% tann 1. oktober næsta ár. Herálvur Jacobsen sigur, at hetta er áleið krøvini, men tað eru eisini onnur krøv, hann ikki vil nágreina. - Nú ætlanin hjá sam­ gongu­ni um flatskatt hevur vend øllum á høvdið, halda vit, at tað er ikki annað enn rími­ligt, at vit venda aftur til upprunaligu krøvini, sigur Her­álvur Jacobsen. Órógvar illa Formaðurin í Lærara­felag­ num staðfestir, at ætlanin um flatskatt og um at skatta pensjónir við inngjald, hava órógvað samráðingarnar illa. Fíggjarmálaráðið hevur ført fram, at nú vit fáa skatta­lætta, skal tað síggjast aft­ur í samráðingunum og tí skal lønin í besta føri ikki hækka. Í summum førum er enn­ tá talan um at lønirnar skulu lækka. - Men hetta góðtaka fak­ feløg­ini ikki sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Hann sigur, at tað er ógvu­liga fá av teimum, sum nú samráðast, sum fáa nak­að sum helst burtur úr skatta­ lættanum. - Fakfeløgini góðtaka held­ur ikki, at ein politisk ætlan, verður blandað upp í sáttmálasamráðingarnar, tí tær hava onki við hvørt annað at gera. Og eina null loysn kunnu feløgini ikki góðtaka, tí tað gongur sjón fyri søgn, at kostnaðarstøðið hækkar, bæði SEV, inngjald í ALS, samstundis sum at prísirnir hækka. aki@sosialurin.fo Lønarsamráðingarnar ímill­um fakfeløgini á al­ me­n­na arbeiðs­mark­naðn­ i­num og Fíggjar­mála­ráð­ ið, verða jólatrøll. Tað er greitt eftir sein­ asta samráðingarfund mána­dagin Men hóast tað stendur í botni, er kortini greitt, at tað verður onki verk­ fall ella verkbann á jól­um, sigur Herálvur Jacob­sen, formaður í Lærara­felag­ num, sum sjálv­ur er við í sam­ráð­ingunum. Hann sigur, at part­ ar­nir skulu hittast aftur beint fyri jól. Men tað verður mest fyri at gera støðuna upp og so halda vit jólafrí, sig­ ur hann. Sostatt verður tað ikki fyrrenn einaferð í tí nýggja árinum, at ein nýggj­ur sáttmáli verður gjørd­ur. Ongin ófriður á jólum Vit halda at tað ber til Ætlanin um flat­skatt og um at skatta pensjónir við inn­gjald, hava órógvað samráðingarnar illa Hetta góðtaka fakfeløgini ikki Byrja umaftur Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava nú gjørt greitt, at tað, sum tey higartil hava lorað í samráðingunum, verður tikið aftur og nú eru ongar vónir um semju, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen Ongi útlit fyri semju SAMRÁÐINGAR Eg ivist ikki í, at samráðingarnar ímillum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og fíggjarmálaráðið um nýggjan lønarsáttmála, fara at slitna, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum