mikudagur 14. desember 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á Føroya Handilsskúla hava vit komandi lestrarhálvu á hægru útbúgvingum
okkara nógv spennandi á skránni.
Akademiútbúgving – AÚ
Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Les
andi tekna seg til eitt modul í senn og er upptøka hálva hvørt ár, tá nýggjar lærugreinar verða
bodnar út. AÚ er sett saman av 6 modulum. Um tú tekur 4 modulir, hevur tú lokið merkonom.
Velur tú síðani at taka tvey tey seinastu modulini, hevur tú lokið Akademiútbúgving. Til ber at
velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðarførslu, logistikk ella leiðslu.
Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út:
Føroya Handilsskúli í Havn:
Leiðaraskapur
Mánadag 18.00–21.20
Sølu sálarfrøði
Týsdag
18.00–21.20
Supply Chain Management
Mikudag
18.00–21.20
Búskaparstýring *
Mikudag
18.00–21.20
Altjóða búskapur *
Mikudag
18.00–21.20
Føroya Handilsskúli á Kambsdali:
Leiðsla í verki
Hósdag
18.00–21.20
Hagfrøði *
Hósdag
18.00–21.20
* Hesar lærugreinir geva, saman við øðrum modulum á AÚ, atgongd til HD 2. part. Sí nærri
kunning á heimasíðu skúlans ella vend teg til okkara, um tú ynskir nærri kunning um
atgongd til HD 2. part við AÚ.
Tilmelding við viðkomandi skjølum á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo í seinasta
lagi 6. januar 2012.
HD 1. partur
HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í sam
starvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modul
um, ið fevna um ½–1 ár hvør og tekur útbúgvingin 2 ár, um tú lesur innan normeraða tíð.
Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2012, men komandi
lestrar hálvu ber til at velja støku lærugreinirnar:
Ráðlegging av innanhýsis og uttanhýsis samskifti hjá virkinum
Víðkaður vinnulívsrættur (fortreyt lærugreinin Vinnulívsrættur á HD)
Dátugreining II (fortreyt lærugreinin Dáturgreining á HD)
Tú kann velja stakar lærugreinir, um hesar hava tín áhuga, men stakar lærugreinir kunnu eisini
innganga í einum samlaðum HD 1. parti. Undirvísingin, ið fer fram á Føroya Handilsskúla í
Havn, er vanliga mánadagar og mikudagar í tíðarskeiðinum 16.00–19.15. Til ber eisini at
taka lærugreinir á HD 1. parti sum fjarlestur við deildina hjá Aarhus Universitet í Herning,
sí http://hih.au.dk/
Tilmelding við viðkomandi skjølum á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo í seinasta
lagi 6. januar 2012.
Nærri kunning um útbúgvingar á heimasíðu skúlans, www.fh.fo
Hægri ÚTbÚgvingAr Á
FøroyA HAnDilssKÚlA
lestrarbyrjan várhálvan 2012
Parttíðarlestur
Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn
Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo
Miðnám:
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 400 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 næmingar á Fyrisiting, handli og
skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali.
Hægri útbúgvingar:
TSÚ verður boðin út sum fulltíðarlestur og flokkur byrjar eftir ætlan í januar 2012. Umframt hetta skipar Føroya Handils
skúli fyri kvøldskúla og framhaldsútbúgvingum sum parttíðarlestur. Hægru parttíðar útbúgvingarnar fevna um HD og
Diplomútbúgving í Leiðslu, sum verða bodnar út í Tórshavn, og um Akademiútbúgvinga (AÚ), sum verður boðin út á
Kambsdali og í Tórshavn.
Áki Bertholdsen
Klaksvíkar
býráð
tekur
undir við, at SEV á nýggj
árinum fer at hækka prísin
á streymi 25 oyru fyri kilo
watt tíman, umframt mvg.
Sostatt verður streym
urin 31,25 oyru dýrari hjá
vanliga brúkarunum ímeð
an hann verður 25 oyru dýr
ari hjá fyritøkum tí tær fær
mvg endurgoldið.
Tað fer Klaksvíkar býráð
at góðtaka, sigur Jógvan
Skorheim, virkandi borgar
stjóri í Klaksvík, eftir bý
ráðsfundin í Klaksvík í gjár
kvøldið.
Hann er virkandi borgar
stjóri, tí upprunaligi borgar
stjórin, Gunvá við Keldu, var
burturstødd.
Jógvan Skorheim sigur,
at Klaksvíkar Kommuna
hevur ein nevndarlim í
SEV og tað er Steinbjørn B.
Jacobsen.
Á býráðsfundinum í gjár
kvøldið, kunnaði hann bý
ráðið um ætlanina at hækka
streymprísin.
- Vit plaga at umrøða
slík mál í býráðnum fyri at
hava eina felags støðu. Tað
gjørdu vit eisini í kvøld og
vit eru samd um at taka
undir við tilmælinum um
at hækka prísin.
- Vit plaga at taka undir
við tilmælinum frá okkara
nevndarlimi í SEV og tað
gera vit aftur hesuferð, sig
ur Jógvan Skorheim.
Hann
sigur,
at
prís
hækkingin er neyðug, tí
SEV gevur hall og manglar
gjaldføri.
Hann staðfestir eisini, at
tað er neyðugt hjá SEV at
gera útbyggingar í varandi
orku nú fyri at kunna spara
olju seinni og tað krevur, at
prísurin hækkar.
Tað er annars Gunnvá
við Keldu, borgarstjóri, sum
umboðar Klaksvíkar Kom
munu á aðalfundinum í
SEV, har avgerðin um prís
hækkingina skal takast.
Á myndin situr Jógvan
Skorheim vinstrumegin í
borgarstjórasessinum á bý
ráðsfundinum í gjárkvøldið.
Høgrumegin er tað Atli S.
Justinussen
býráðslimur
fyri Fólkaflokkin.
Tá ið aðalfundur verður í
SEV, fer Tvøroyrar Býráð at
atkvøða ímóti at prísurin á
streymi hækkar.
Tað sigur Kristin Michel
sen, borgarstjóri.
Tvøroyrar
Býráð
við
gjørdi málið í gjárkvølið og
har varð einmælt samtykt,
at borgarstjórin skal at
kvøða ímóti príshækkingini
á aðalfundinum í SEV.
SEV ætlar at hækka prí
sin á streymi 25 oyru, um
framt mvg, ella tilsamans
31,50 oyru til vanlig húsar
hald.
Vit halda, at hetta er ein
príshækking, sum fer at
raka bæði vinnulív og van
lig húsarhald, meint, sigur
borgarstjórin.
Hann heldur ikki, at
tað er nøkur orsøk til,
at
kommunurnar
skulu
spreingja seg fyri at gera
Føroyar grønar, samstundis
sum allur heimurin er í ein
um aldudali.
- So eigur SEV heldur at
góðtaka eitt hall í eina ávísa
tíð.
- Eg veit ikki, hví vit skulu
vera so nógv grønari enn øll
onnur, heldur borgarstjórin.
SEV miðjar eftir at hava
javnvág í rakstrinum í 2012
og at hava avlop longu í
2013.
Tvøroyrar
býráð sigur
kortanei
Klaksvíkingar
góðtaka príshækk
ing á streymi
Príshækking
Tað eru ymsar meiningar um ætlanina hjá SEV at hækka prísin á nýggjárinum