mikudagur 14. desember 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
– Tað er bestemt ein gularót
fyri okkum, at vit fáa so góð
ummæli, vinna so nógvar
festivalar, og at vit nú eru
við í Oscar undankappingini.
Tað er fantastiskt, sigur
Rannvá Káradóttir
amerikanarar, sum jú koma at
gera av, hvussu langt tær skulu
náa, halda um filmarnar?
– Ja, í apríl í ár vóru vit í USA
og vístu filmarnar fram í Scandi
navian House í New York. Tá vóru
fólk sera bergtikin av filmunum.
Vit fingu nógvar viðmerkingar
um føroysku náttúruna, sum
veruliga er í fokus, og fólk vóru
forvitin og spurdu um Føroyar,
sigur Marianna.
– Eg haldi, at okkara filmar
hava eitt heilt sermerkt úttrykk.
Tað er antin/eller. Antin dámar
fólki teir sera væl, ella dámar
teimum teir slett ikki. Teir eru
heilt øðrvísi og bróta frá, og tí er
tað ilt at siga, hvørjar vánirnar
eru, sigur Rannvá.
– Men vit hava ikki nýtt nakra
uppskrift, og tí hava flestu fólk
aldri sæð nakað líknandi fyrr.
Hetta er heilt nýtt, og tað trúgvi
eg, kann vera ein styrki, leggur
Rannvá dent á.
Røð av átta filmum
Marianna og Rannvá hava
sett sær fyri at gera átta
stuttfilmar í røðini »The
Cycle«. Tær hava longu
arbeitt við hesi verkætlanini
í tvey ár, og júst nú sita tær
og klippa film nummar fimm,
sum eitur Karmok.
Sìðani hava tær tríggjar
filmar eftir at gera av hesi
stuttfilmarøðini, og ætlanin
er, at tær, tá allir filmarnir eru
gjørdir, skulu seta allar stuttfilm
arnar saman og lansera teir sum
eitt heilt projekt.
– Tað hevur verið strævið at
arbeiða við hesum filmunum á
tann hátt, at vit bara eru tvær.
Vit hava nógv hugskot, men tað
tekur langa tíð at gera ein film. Vit
arbeiða við hugskotinum, skaffa
fígging, finna leikarar, finna støð
at filma, filma, klippa og gera pr-
arbeiðið. Og tað eru bara vit báðar,
so nýggju hugskotini eru langt
frammanfyri tað, sum vit megna
at arbeiða burturav okkum, vísir
Marianna á. – Men sjálvt arbeiðið
fellur okkum als ikki tungt, slær
hon fast.
Rannvá heldur, at tað eisini
ger arbeiðið nógv lættari, at tær
allatíðina fáa herðaklapp fyri tað,
tær gera.
– Tað er bestemt ein gularót
fyri okkum, at vit fáa so góð um
mæli, vinna so nógvar festivalar,
og at vit nú eru við í Oscar undan
kappingini. Tað er fantastiskt,
sigur Rannvá.
Við í fremstu røð
Hóast tær hava nógvar arbeiðs
ætlanir við seinastu trimum
filmunum, so kunnu Rannvá og
Marianna samstundis njóta at vera
komnar við í undankappingina til
the Oscars. Nú, tær hava tryggjað
sær pláss í undankappingini, er
bara at bíða, inntil oktober kemur,
og allir vinnandi filmarnir eru
funnir. Síðani skulu filmarnir
ígjøgnum tvey útskiljingarumfør,
og at enda, tá lýsingarherðferðin
fyri Oscar-handanina 2013 fer at
koyra, finna vit útav, um ein før
oyskur stuttfilmur er ímillum teir
seks tilnevndu.
Um væl vil til, vinna føroyingar
eina av gyltu standmyndunum
fyri besta stuttfilm í 2013. Livst
so spyrst. Men vit kunnu í øllum
førum fegnast um, at nýskapandi,
føroysk filmslist er við heilt
frammi í frontinum. Tað er
ótrúliga flott.
eydna@sosialurin.fo
Hóskvøldið 15. desember verða
fýra filmar hjá Rammatik,
sum Rannvá og Marianna
tilsamans nevna seg, vístir
í Norðurlandahúsinum. Tá
verður
nevniliga
eitt
før
oyskt filmslistakvøld. Bæði
»Magma«, sum er við í Oscar
undankappingini,
»Amohr«,
»Marran« og »Irra« verða sýnd
ir fram, saman við hópin av
øðrum føroyskum filmum.
Skráin fyri
Filmskvøldið kl 19.30
í Norðurlandahúsinum:
• Skýming - Anton Petersen
• Ávegis - Andrias Høgenni
• Alda reyð & Needle and String -
Heiðrik á Heygum
• Last Song - Katrin Ottarsdóttir
• Magma, Amohr, Marra, Irra
- Marianna & Rannvá
• BIG - Marianna Mørkøre
• Bow - Rannvá Káradóttir
• Vón og Málhøvd - Dennis Agerblad
• Mens vi venter - Franklin Hendriksen
• Mary D - Jákup Veyhe / Uni Debess
Vinnarafilmur
í Norðurlanda
húsinum
Hvørjar eru styrkirnar hjá
Marionnu og Rannvá?
– Stílistiskt er tað ein styrki, at
tær halda seg til sama úttrykk og
allíkavæl finna nýggjar tilgongdir til
sama úttrykk, alt við føroyskum botni
og baksýni. Ikki so ólíkt søguligum
stuttfilmum hjá Salvador Dalí og Louis
Buñel. Hóast tað tykist einfalt, er
tað komplekst og á tí surrealistiska
bógnum.
Hvat hevur tað at siga fyri
filmslistafólk at verða sett í
samband við Oscars?
– Tað at gera film er at skapa
sjónligheit, so hetta er tað einasta
tú hevur uppá hondina, serliga um
tú kemur úr Føroyum, her eingin
filmsgrunnur er. Tað, at filmarnir
verða vístir á ein skipaðan hátt, har
filmsummælarar møta, hevur alt at
siga. Festivalarnir hava tí alt at siga
fyri ein, sum ger film. Oscars er tó ein
serliga prestigufull kapping. Næstan
hvørt ár verða norðurlendskir filmar
tilnevndir, og tað hevur alt at siga at
verða settur í samband við Oscars -
eisini hóast tú bara kemur við í fyrsta
útskiljingarumfarið og ikki verður
endaliga tilnevndur.
Hvat kann hetta merkja fyri
føroyska filmslist?
– Aftur er tað sjónligheit. Tað, at
ein føroyskur filmur kann seta
Oscarstemplið á alla marknaðarføring,
er tað besta filmsbrandið, ið finst.
Og tað kann seta fokus á Føroyar
sum filmsland. Eisini hóast eingin
almennur filmsídnaður er, men eitt
virkið undirlendi av einstaklingum
og Klippfisk. Høvdu vit havt ein
filmsgrunn ella
eina filmsskriv
stovu, so høvdu
vit kunnað fingið
nógv burturúr
hesum.
3 skjótir til
Birgir Kruse