Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 And the winner is... Filmslist Føroyska filmsduo'in Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir eru slopnar við í undankappingina til The Oscars við stuttfilminum »Magma«. Tað hendi, tá tær herfyri vunnu fyri besta stuttfilm á stóra filmsfestivalinum »Cinema Nouveau Film Festival« í Kanada. Sostatt verða føroyingar fyri fyrstu ferð í filmssøguni við í Oscarhøpi Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir Eydna Skaale Myndir: Katrin Svabo Bech Tær eru eftirhondini vanar at vinna. Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum sam­an kalla seg Rammatik, hava sein­ astu árini framleitt fleiri stutt­ film­ar, sum hava vakt altjóða ans. Men heiðurin at vera komin við til undankappingina til Oscar­ hand­anina, man helst telj­ast mill­ um teir størstu. – Tað er soleiðis, at tað eru 20 filmsfestivalar runt um í heim­inum, sum geva stutt­ filmum atgongd til Oscar undan­ kappingina. Hesir festivalarnir koyra frá oktober til oktober. Ì oktober í ár vunnu vit Kanadiska filmsfestivalin, og okkara filmur »Magma« er tí millum teir fyrstu filmarnar, sum eru komnir á vinnara­listan, greiðir Rannvá Káradóttir frá. – Í oktober 2012, tá vinnara­ filmarnir eru funnir, verða allir 20 vinnandi stuttfilmarnir kunn­ gjørdir, og síðani verða teir vístir í Los Angeles. Rannvá sigur víðari, at eftir sýningina í Los Angeles eru tað áskoðararnir, sum saman við eini dómsnevnd, geva øllum film­ unum karakterir millum 6-10. Teir filmarnir, sum fáa yvir 7,5 í miðal, sleppa víðari til næsta umfar. – Í næsta umfarinum er tað so bara dómsnevndin, sum velur seks filmar, sum sleppa við til sjálva Oskarkappingina. Tað eru sostatt tvey útskiljingarumfør, áðrenn man nær til sjálva Oscar- kapp­ingina. Tað vil við øðrum orðum siga, at Marianna og Rannvá eiga ein av 20 filmum, harav seks verða tilnevndir til Oscarheiðurslønina fyri stuttfilmar. Væl umtóktar í USA – Vit vóru ikki til staðar í Kanada, tá vit vunnu, og vit vistu faktiskt ikki av, at hesin festivalurin gav atgongd til The Oscars. Vit vóru við á Skype, tá vit vunnu, men ikki fyrr enn nakrar vikur seinni fingu vit ein mail við grundgevingini hjá kanadisku dómsnevndini, sum valdi okkum til vinnarar. – Og í hesum mailinum stóð eisini, at vit vóru við í undan­ kappingini til The Oscars. Tað kom tí púra óvæntað, og vit eru sjálv­andi ótrúliga glaðar, sigur Marianna Mørkøre. – Vit hava eisini fyrr skemt­að við, at vit gevast ikki við films­ listini, fyrr enn vit hava vunnið ein Oscar. Og nú eru vit simpulthen við í undan­ kappingini. Tað blívur ikki betri, leggur Rannvá afturat. Sermerktu stutt­ filmarnir utt­an nakra søgugongd eru sera væl umtóktir alla­staðani, har teir verða sýndir. Tær hava vunnið hópatals virðis­ lønir fyri filmarnar, men hava tær nakra hóm­ing av, hvat í meldrinum – Vit hava fyrr skemtað við, at vit gevast ikki við filmslistini, fyrr enn vit hava vunnið ein Oscar. Og nú eru vit simpulthen við í undankappingini. Tað blívur ikki betri