Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Tað eru nú, nøkur ár síðani borgararnar í Lopra og Økrum, fingu vatnið úr bergholinum. Landsverk er nú í ferð við at gera nýggjar mátingar yvir hvussu nógv vatn kemur úr bergholinum. Kommunan fer í holt við at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum til Sumbiar, so skjótt neyðug loyvir eru fingin til vega. Komm­unan veit ikki á núverandi støði, at siga nær borgararnir í Sumba kunnu vanta, at vatn úr Sumbiar­ bergholinum kemur at renna úr teirra kranum. Íløgan vil kosta umleið tvær milliónir krónur. Í hesum sambandi verður komm­unan noydd til at upp­ taka lán. snorri@sosialurin.fo Vatn úr egnum tunli Sandvík: Jóladag verður ein serligur lestur lisin í kirkjuni. Hetta er fyrsti føroyski lesturin sum lisin varð fyri júst 100 árum síðani. Tvøroyri: Mánakvøldið var móttøka fyri Guðruni Mortensen, eftir góða svimjiúrslitið við NJM í Reykjavík. Hon vann 50 metrar frí-kappingina. Sumba: Tá jólatræið varð tendrað í farnu viku, skipaðu skúlabørn fyri køkutombola fyri “Í menniskjum góður tokki”. Inn komu 5400 krónur. Olja: – Tað er neyðugt við góðum útbúgvingum og royndum, sigur William Nielsen, sum í hesum døgum er í Kina, har hann og aðrir føroyingar skulu byggja nýggjan boripall. Sumba Áðrenn hetta árið er úti verða kanningarnar lidnar, sum skulu vísa, um til ber at veita øllum borgarunum í Sumbiar kommunu vatn úr Sumbiarbergholinum Trøini vit hava plantað seinastu 20-30 árini eru nógv betri egnað til okkara veðurlag Tróndur Leivsson, landsskógarvørður Gøtuljósini mugu gerast aftur Árnafjørður: Millum teir mongu lutirnar sum fingu skaða í herviligu ódnini 24. november vóru fleiri av gøtuljósunum í Klaksvíkar kommunu. Nú ætlar kommunan so at gera hesi gøtuljósini aftur, sum liggur fram­ við Oyravegnum, Flatna­ vegnum, Gerðavegnum og í Árnafirði. Ein fyribils meting sigur, at kostnaðurin fyri hesa umvælingina verð­ ur um 150.000 krónur – kanska nærri 200.000. Av tí at gøtuljósini ikki vóru tryggjað, má býráðið í játtað eina eykajáttan at gera skaðarnar aftur. Henda eykajáttanin er ætlanin at býráðið skal samtykkja á fundi týs­kvøldið, tá 1. viðgerð av hesum er á skránni. snorri@sosialurin.fo Fyrr í ár samtykti býráðið í Klaksvík viðtøkurnar fyri Sjálvsognarstovnin Spinn­ aríið – og nú verða fyrstu krónurnar eisini í grunnin. Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið var stuðul til byrjanarútreiðslur eitt av málunum. Grunnurin søkti á sinni um eina játtan til hetta, og nú er líkt til at játtanin verður funnin við at flyta nakrar upphæddir millum konto’ir. Sum skilst er ætlanin í fyrstu syftu at tryggja bygn­ingin og umstøðurnar ann­ars í sambandi við ognina, og til tær fyrstu út­reiðslurnar sum ein ný­ stovn­aður grunnur altíð hevur. snorri@sosialurin.fo Nú kemur gongd á Spinnaríið kring landið