Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyrst í hesi vikuni vórðu tvey nýggj feløg skrásett hjá Skrá­ seting Føroya. Feløgini eru P/F Faroe Seafood 2011, sum hev­ ur 14 miljónir krónur í parta­ peningi og P/F Norðís, sum hevur tvær miljónir krón­ur í partapeningi. Tað er hitt fyrra felagið, sum eigur hitt sienna. Bæði feløg­ini hava somu nevnd og sama stjóra, og bæði feløgini hava eisini somu enda­máls­ orðing. Stjóri í báðum feløgunum er Símun Peter Jacobsen í Saltangará, sum í fleiri ár var sølu­leiðari hjá Faroe Seafood, sum er farið í søguna. Nevnd­ ar­formaður er Árni M. Dam við Norðskála. Millum eigararnar av hes­ um báðum feløgunum, sum nú eru stovnað og skrásett, er smápartafelagið MEPS í Saltang­ará, sum Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Faroe Seafood, Erlendur Johannesen, Poul Klein og Sím­un Peter Jacobsen eiga. Eru í gongd Símun Peter Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood 2011 og Norðís sigur, at MEPS, sum er stovn­ að fyrr í ár, hevur keypt og selt fiskavørur í alt ár. Hann vísir á, at tað serliga eru lidnar fiskavørur, sum felagið hevur keypt frá ymisk­ u­m framleiðarum í Føroy­ um og síðan hevur selt av landinum. - Vit hava keypt lidnar fiska­vørur frá nógvum ymisk­ um veitarum og mugu soleiðis sigast at hava verið kapp­ ingarførir á markn­aðinum, sigur hann. Sosialurin kann leggja aftrat, at fleiri fesk­flyta­út­ flytarar eru í Føroyum, men minni vanligt hevur verið at hoyrt, at útflytarar eru, sum keypa lidnar fiskavørur og selja tær av landinum. At slíkt letur seg gera, má væl merkja, at MEPS í slíkum føri kann fáa tað sama ella meiri fyri hesar vørur, enn framleiðarin sjálvur megnar at fáa. Framleiða á Eiði Símun Peter Jacobsen sigur, at nú Faroe Seafood 2011 hevur keypt Norðís 2011, fer felagið at hava sína framleiðslu á Eiði. Tað var Útnorð­ur­grunnurin, sum átti fiska­virkið á Eiði, ið er eitt van­ligt flakavirki ið eisini kann roykja fisk. Stjórin vísir á, at keypið enn er so nýtt og tað fyrsta, sum teir nú fara at gera, er at kanna eftir í hvørjum standi, virk­ið á Eiði er. - Nógvir møguleikar eru á virki­num á Eiði, leggur hann aftrat. Smápartafelagið MEPS eigur frammanundan part í maskinunum, sum stan­ da inni á virkinum á Vestaru Bryggju í Havn, sum Tórs­ havn­ar kommuna ann­ars eigur. Faroe Seafood 2011 og Norðís 2011 hevur adressu á Vestaru Bryggju í Havn. Eisini í Havn Sosialurin kann leggja aftrat, at ætlanir eru um at lata fiskavirkið í Havn upp­ aftur til várs, men Hans Joen­sen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eigur lut í maskinunum á virki­num, hevur ikki viljað avdúk­að, hvør skal standa fyri rakstrinum av virkinum. Nærliggjandi er tó at hugsa sær, at tað verða somu menn, sum nú arbeiða við at fáa gongd á aftur á Eiði. Sum vit nevndu fyrr í hesi greinini, eigur Sp/f MEPS í Saltangará lut í maskinunum á virkinum á Vestaru Bryggju í Havn. Norðís á Eiði letur uppaftur Símun Peter Jacobsen, stjóri, sigur, at nú Faroe Seafood 2011 hevur keypt Norðís 2011, fer felagið at hava sína framleiðslu á Eiði. - Keypið enn er so nýtt og tað fyrsta, sum vit nú fara at gera, er at kanna eftir í hvørjum standi, virkið er í, sigur hann - Vit eru ótrúliga fegin um loysnina Formaðurin í Eiðis Arbeiðsmannafelag, Grímur Hammer, sigur, at flestu, sum arbeiddu á fiskavirkinum á Eiði, nú hava onnur arbeiði. Kortini fegnast hann um, at gongd fer at koma aftur á fiskaarbeiði í bygdini Vilmund Jacobsen - Hetta eru rættir vinnu­lívs­ menn, sum nú hava keypt fiskavirkið á Eiði. Hetta er flott, og vit eru sera fegin um, at vinna saman við íløgu­feløgum nú fara í gongd aftur á Eiði. Tað sigur formaðurin í Eiðis Arbeiðsmannafelag, Símu­n Hammer. Hann vísir á, at tað er long tíð, síðan nakað støðugt fiska­arbeiði av týdningi hev­ ur verið á fiskavirkinum á Eiði. - Virkið hevur verið opið okkurt skifti, og síðan hava aft­ur verið trupulleikar, og einki virksemi hevur verið. Grímur Hammer sigur seg vóna, at nýggju eigararnir fara at megna at skapa støðugt fiskaarbeiði á virk­i­ num. - Tey, sum arbeiddu á virki­num, eru farin í ymiskar ætt­ir at arbeiða, og okkum kun­n­ugt eru tað fá, sum eru arbeiðs­leys. Tí noyðast teir, ið nú hava tikið um endan, at útvega teimum, sum skulu arbeiða á virkinum, rímiliga støðugt arbeiði. Annars kann tað gerast trupult at manna virk­ið aftur, sigur hann. Formaðurin í Ar­beiðs­ manna­felagnum leggur aftr­at, at tey fimm, sum eru í nevnd felagsins, eru sera fegin um loysnina, har roynd vinnu­lívsfólk nú koma at taka sær av leiðslu og rakstri av virkinum. - Tá virksemi á virkinum var av tí fræga, arbeiddu ikki bara eiðisfólk á Norðís, men eisini fólk úr norðara parti av Sunda­lag­num í síni heild. Grímur Hammer sigur, at hann altíð hevur trúð upp á, at virksemi kann skapast á virki­num á Eiði, tí umframt vanligu møguleikarnar sum fiska­v­irki, hevur virkið eisini møgu­leik­ar at roykja fisk. - Nú vóna vit, at gongd skjótt fer at koma á virksemi, og vit vóna eisini, at støðugt fiska­arbeiði kann skapast á virki­num, sigur formaðurin í Eiðis Arbeiðsmannafelag. vilmund@sosialurin.fo Grímur Hammer er formaður í Eiðis Arbeiðsmannafelag, sum hevur umleið 140 limir Mynd: Vilmund Jacobsen nógvir møguleikar eru á virkinum á Eiði, har møguleikar eisini eru at roykja fisk SÍMUN PETER JACOBSEN Nú Faroe Seafood 2011 hevur keypt fiskavirkið á Eiði bendir alt á, at arbeiði verður aftur á virkinum tíðliga í komandi ári Mynd: Vilmund Jacobsen