Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hanus Kamban Komandi vikuskifti fáa føringar høvi til at hoyra eitt tað mest sublima verkið í tónleikarsøguni – oratoriið Messias eftir tað týsk- enska tónaskaldið Georg Friedrich Händel. Havnarkórið skipar fyri hesi framførslu, og kórleiðari er Ólavur Hátún, bragdligur nestor í føroyskari kórsangmentan. Til at fylkja kórið hevur Ólavur mannað 105 sangarar. Umframt fólk úr Havnarkórinum luttaka sangarar úr kvinnukórinum Cantabile, sang­arar úr Ebenezerkórinum og kvinnu­kórið Suð úr Klaks­vík, sum Stein­vør Fonn stjórnar, og sum Havn­ar­kórið fyrr hevur havt gott sam­starv við. Eisini aðrir stuðlar eru við í kórinum. Teir fýra solistarnir, ein donsk sangarinda og tríggir íslendingar, hava allir dygga útbúgving, víð­ fevndar royndir og eina glæsi­liga starvs­leið. Hallveig Rún­ars­dóttir hevur prógv frá Tón­lista­há­skúl­an­ um í Reykja­vík, hevur lært á Guild­ hall School of Music and Drama í London og hevur havt leiklut í operum eftir m.a. Mozart, Richard Strauss og Donizetti. Hedwig Rummel, mezzosopran, hevur sungið á altjóða Bach-festi­ valum og hevur verið gestasolistur í operum og koncertum í Italia. Águst Ólafsson hevur fingið lærdóm á mast­er class skeiðum hjá so til­ tik­num sangarum sum Dietrich Fischer-Diskau og Elisabeth Schwartzkopf, og Snorri Wium hev­ur havt fast starv við operuna í Coburg og seinni í Det­mold. Hann hevur eisini aftan fyri seg fjøl­broytt virk­semi í tí íslendsku operuni. Rinaldo og Saul Georg Friedrich Händel varð føddur í týska býnum Halle í 1683. Hann virkaði sum violinspælari í Hamburg frá 1703. Árini 1706-10 var hann í Italia, har serstakliga neapolitanskur operastílur fekk ávirkan á hansara tónleik. Í 1710 gjørdist hann kapellmeistari hjá Georg, kurfúrsta av Hannover. Tá ið drotning Anne av Bretlandi doyði í 1714, og ongan arving hevði, tók kurfúrstin av Hannover, sum var ættaður beinleiðis frá Jákupi Fyrsta (Sætta av Skotlandi), við sum kongur í Bretlandi. Händel setti búgv í London og gjørdist ta gitnasta tónaskaldið í ríkinum í 18. øld. Hansara helst kendasta verk – Wasser Musik – varð framført tríggjar ferðir í juli 1717 á Themsánni fyri kongi og hansara gestum. Tað fyrsta Royal Academy of Music varð stovnað í 1719, við Händel sum leiðara árini 1719-37. Händel skapti tilsamans stív­ liga 40 operur, frá Almira, 1705, til m.a. Rinaldo, 1711 (við teirri und­ ur­fullu ariuni “Cara sposa”), Or­ lando Furioso, 1733 og Xerxes, 1738. Longu í 1707 komponeraði hann, staddur í Italia, sítt fyrsta ora­ tori­um, Il Trionfo del Tempo e del Disinganno, eina allegori, men seinast í 1740-árunum legði hann operaskapan til viks og fór av álvara undir at skriva tónleik til oratoriir, og í hesum sambandi skapti hann nøkur av sínum mætastu tón­ listar­ligu verkum. Nevnd kunnu vera Saul, 1739, Samson, 1743, Judas Makka­beus, 1746 og Jefta, 1752. Hóttafall Tað er vælkent úr listarinnar søgu, hetta at list, sum ger mun og røkk­ ur djúpt, ofta sprettir úr líðing, mótgangi og bakkøstum. Tey, sum hava lisið Egils søgu, minnast, at yrkjarin Egil Skallagrímsson, tá hann hevði lagt seg “upp í snoð” eftir at hava mist sonin, reisti seg aftur við at yrkja “SonaÞorrek”. Okkara klassiski yrkjari Janus Djurhuus skapti sín fínasta skaldskap eftir at hava sitið í Vestre fongsli í 80 dagar í 1929. Í hesum ljósi eiga vit at síggja upprunan til oratoriið Messias. Eina frásøgn um hetta finna vit í tí gitnu bókini eftir Stefan Zweig – Sternstunden der Menschheit (Mannaættar Stjørnustundir), sum er eitt savn av stuttsøgukendum portrettum. Seinnapartin tann 13. apríl 1737 sat tænarin hjá Händel í húsunum í Brooker Street og stuttleikaði sær við at blása sápubløðrur. Brádliga hvakk hann við, tí húsið “ristist av einum hvøllum braki”. Hann kvikaði sær upp á loftið og sá tá Händel liggja uttan at røra seg á gólvinum, við stívum eygum og ... hann hoyrdi tað græla tungliga úr honum. Hesin stóri maðurin lá víð­ opin og stynjaði, ella rættari sagt, har komu stynjandi ljóð frá honum, bert veikari og veikari. Jenkins lækni úr Fleet Street stað­ festi, at tað mæta tónaskaldið hevði verið fyri heilabløðing. Høgra lið var lamin. Í fýra mánar livdi Händel uttan megi. Hann kundi ikki ganga, ikki skriva og ikki fáa ljóð úr einum einasta tangenti. Hann fekk ikki tosað, munnklovin hekk skeivur, tí likamið var í tvíningum. Tá ið vin­ irnir spældu fyri honum, sást ein glæma í eygunum, tunga og likam rørdu seg, men annars var tað, sum var alt likamið fryst. Tann fyrr so sterki maðurin føldi seg sum inni í eini ósjónligari grøv. Baðini í Aachen Læknin kendi seg hjálparleysan, men legði vinunum hjá Händel tey ráð at senda hann til tey heitu baðini í býnum Aachen. Læknarnir Uppreisn frá deyðum Ólavur Hátún stjórnar, tá oratoriið Messias eftir Händel verður framført í Ebenezer og í Vesturkirkjuni Georg Friedrich Händel