mikudagur 14. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
har løgdu tónaskaldinum eina við
ikki at liggja í tí heita vatninum
meira enn tríggjar tímar um dagin,
tí annars, søgdu teir, fór tað at
skaða heilan og kosta honum lívið.
Händel legði sektina á hesi ráð, men
lá hvønn dag níggju tímar í tí heita
baðnum. Og so líðandi ernaðist
hann upp aftur. Tá ið vika var farin,
fekk hann togað seg fram, eina viku
seinni fekk hann rørt armarnar, og
tann seinasta dagin í Aachen hevði
hann fult vald á sínum likami.
Henda síðsta dagin fór hann inn í
kirkjuna í Aachen, fór varisliga yvir
til orglið, nærkaðist tangentunum
og fór undir at spæla:
Undursamur hópaði seg upp ljóm
urin av akkordum, sum fóru hægri
og hægri, so eygað ikki kundi fylgja
við, herligir risu hesir tónabygningar
longur og longur upp uttan skugga,
sum ein evnisleysur klárleiki, sum
eitt ljómandi ljós. Niðriundir stóðu
nunnurnar og lurtaðu. Soleiðis
høvdu tær ongantíð hoyrt nakran
deyðiligan spæla.
“Eg eri komin aftur úr Hades,”
segði Händel stoltur, tá ið hann,
afturkomin til London, hitti Jenk
ins lækna. Hann skapti nú m.a.
tey stóru oratoriini Saul og Ísrael
í Egyptalandi. Men aftur kom mót
gangur. Hesa ferð komu bakkøstini
ikki innanífrá, sum sjúka, men utt
anífrá, frá hendingum í samtíðini.
Drotningin doyði, og nú vóru ong
ar framførslur í operahúsunum.
Síðani kom tað spanska kríggið. At
enda legðist harður kuldi yvir Lond
on, Themsáin frysti, fólk koyrdu á
sletum eftir ísfløtuni, og nú stóðu
allir salir tómir, tí sjálvt eingla
tónleikur megnaði ikki at vinna á
frostinum. Hetta hevði ta avleiðing,
at tónasmiðurin onki forvann, so
kreditorarnir tyrptust uttan um
hann. Aftur fall hugtyngsla á hann,
skapanarhugurin hvarv, og í síni
vreiði mutlaði hann ofta orðini hjá
hinum krossfesta: Gud mín, Gud
mín, hví fórt tú frá mær?
Upp úr dýpinum
Nú bar so á, at hann kom heim
um náttina, tann 21. august 1741,
mótfallin sum vant. Tá ið hann
kom inn, lá ein pakki til hansara,
við einum handriti, frá Charles
Jennens, sama manni, sum hevði
skrivað tekstin til Saul. Händel
kveitti í handritið. The Messiah
stóð á tí fyrsta blaðnum. Aftur eitt
oratorium! Tey seinastu oratoriini
høvdu ikki fingið góða móttøku.
Hann vendi tittulblaðnum og fór
undir at lesa. “Comfort ye,” soleiðis
byrjaði teksturin, “Troystið tit fólk
mítt!” Hann hvakk við, tí hetta
vóru ikki orð, hetta var gandur, eitt
guddómligt svar, eitt einglaróp frá
loyndum himli til hansara stúrandi
hjarta. Og brádliga hoyrdi hann
tekstin, ikki sum deyð orð, men
sum tónleik, kallandi, brúsandi,
syngjandi. Portrið var latið upp
aftur, hurðin inn til hansara egnu
skapan!
Tónayrkjarin fór nú til verka, og
hann arbeiddi dag sum nátt, at kalla
uttan mat og svøvn, í samfullar
tríggjar vikur. Hann sang, slerdi
tónar á cembaloið, skrivaði so aftur,
so fingrarnir gløddu. Tríggjar vikur
seinni var verkið liðugt. Hann át
nú eina búrmáltíð, og tá ið Jenkins
lækni kom til hansara og sá, at
hann var spillfrískur, helt Händel
fyri, smæðin: “Eg haldi næstan,
Gud hevur verið við mær.” Tann
13. apríl 1742 var oratoriið Messias
framført á fyrsta sinni í Dublin.
Sjey hundrað áhoyrarar vóru, og
tá ið tónleikurin tók við, kundi
ein hoyrt eina knappanál dottið á
gólvið:
Händel stóð við orglið. Hann vildi
hava umsjón við sínum verki, men ...
tað gjørdist fremmant fyri honum,
sum hevði hann ikki hoyrt tað fyrr,
ongantíð skapað tað ella evnað tað
til ... Og tá “Amen” at enda kom, so
opnaði hann munnin, uttan at vita
av tí, og hann sang við í kórinum,
sang, sum hann ongantíð áður
hevði sungið. Men neyvan vóru
fagnaðarrópini frá áskoðarunum
byrjað, so smoygdi hann sær stillis
liga burtur fyri ikki at takka teim
um menniskjum, sum vildu takka
honum; tí tað var náðini, sum hon
um hevði verið unt at skapa hetta
verk, fyri at takka.
Händel-húsið í Halle
Georg Friedrich Händel er eitt
glæsiligt umboð fyri tað rák í listar
søguni, vit vanliga rópa barokk (av
portugisiskum barroco: perla við
óregluligum sniði). Vit føringar fáa
nú, komandi leygardag og sunnu
dag, tvey høvir til at hoyra hansara
gitnasta oratorium.
Teksturin, eftir Charles Jennens,
er snildisliga samansettur av brot
um úr Gamla og Nýggja Testamenti
og er ein heild, sum fatar um fyri
boðan og fullgerð. Teksturin hevur
gudfrøðiliga vekt og sipar minni til
tann søguliga Jesus enn til Paulus
ar serligu útlegging, har tað ið
umvarðar er sigurin á deyðanum,
soleiðis sum hann verður orðaður
í Rómverjabrævinum og Fyrra
Korintbrævi. Men samstundis spegl
ar hetta stórfingna verk eisini aftur
listamansins uppreisn, úr sjúku og
mótloysi til nýggja skapan.
Teir stovnar, sum hava stuðlað
Messias-framførsluni
komandi
vikuskifti, eru: Tórshavnar Komm
una, Mentanargrunnur Landsins,
Mentamálaráðið, Norðurlandahús
ið, Dansk-Færøsk Kulturfond, Nata,
Vesturkirkjan og Ebenezer.
Til seinast er at nevna, at Týsk
land fostraði tvey mikil tónaskald
í barokktíðini, Händel og Bach. Og
onkur hevur sagt, at sjálvsagt mátti
tann fyrri enda í einum øðrum
europeiskum landi, tí í Týsklandi
var púra einfalt ikki pláss fyri
tveimum so stórum tónlistarligum
andum og snillingum. Týskarar
hava tó ikki gloymt landsins mæta
son. Húsið í Halle, har Händel var
føddur, hevur leingi verið museum
og ber navnið Händel-Haus. Har
eru ráðstevnur, framsýningar og
konsertir, har er tónleikarbókasavn
og har er eitt rúgvismikið og stak
forvitnisligt savn av søguligum
ljóðførum. Gestir kunnu eisini í
teimum ymisku rúmunum hoyra
brot
úr
tónaskaldsins
mongu
verkum. Ein vitjan í Halle er ómakin
verd!
Händels Messias verður at hoyra
í Ebenezer leygardagin tann 17.
desember kl. 19.00 og í Vestur
kirkjuni sunnudagin tann 18. de
sember kl. 16.00. Brotini úr Stefan
Zweig: Sternstunden der Mensch
heit týddi Alex Sólstein.
Händel og Georg I umborð á kongsins stuttleikaskipi