Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen CIA-kanning gevur einki nýtt Tað kemur neyvan nakað nýtt fram í kanningini, sum Dansk Institut for Internationale Stud­ ier skal gera av fanga­ flúgvingini hjá CIA í donskum, føroyskum og grønlendskum luftrúmi. Kanningarúrslitið skal latast stjórnini 1. mai næsta ár, og tíðin er alt ov stutt, skrivar Politik­ en. Blaðið endurgevur eitt bræv, sum stjórin í DIIS, Nanna Hvidt, hevur sent Villy Søvndal, uttanríkisráðharra. Í brævinum skrivar hon, at tað fer neyvan at bera til at fáa fatur á nýggjum skjølum, og tí væntar hon ikki, at tann nýggja kanningin fer at avdúka nakað, sum ikki stendur í frágreiðingini, sum und­anfarna stjórnin fekk frá embætisfólki í 2008. Eindarlistin, sum hevur kravt kanningina, vil ikki góðtaka inni­ haldið í brævinum hjá DIIS-stjóranum. Norska smørtrotið nógva umrøðu Smørtrotið í Noregi nú í jólamánaðinum er vorðið evni í tíðindum víða um heim. Í grannalondunum hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr málinum, og sjálvt hinumegin At­lantshavið hevur tann heldur sjáldsama støðan vakt ans. Tað sást sunnu­dagin, tá send­ ingin "Satur­day Night Live" hevði eina mynd av tí norska flagg­inum saman við tveim­um smør­klumpum, sam­ stundis sum ein maður í kokkabúna greiddi frá smør­neyðini í Noregi. Nakrir norðmenn hava fingið hjálp úr granna­londunum. Eitt nú hava fólk úr Danmark verið í Noregi við smøri, men tað nøktar bara tørv­in hjá nøkrum heilt fáum. Illveður er dýrt Í Noregi hevur felagið hjá bankum og trygg­ing­ arfeløgum roknað út, at 2011 er tað dýrasta árið síðani 1995, tá tað snýr seg um endurgjald fyri skaða av illveðri. Eftir útrokningini hjá fe­lag­ num hevur illveður gjørt skaða fyri 824 milliónir norskar krónur higartil í 2011. Ódnin Berit, sum eis­ini gjørdi um seg í Føroyum, kostaði norsku tryggingarfeløgunum umleið 275 milliónir krón­ur, skrivar blaðið Dag­ens Næringsliv. Ivar Martinsen, stjóri í tryggingarfelagnum If, sigur við blaðið, at nógv hús standa ov nær strondini, nógvir býir eru bygdir á láglendi, har tað ofta er tætt bygt, og so eru tey kommunalu frárenslini ikki nóg góð, sigur hann. Av teimum 35 kapitlunum hava partarnir tingast um teir 11, og átta eru avgreiddir. Á fundi millum íslendska uttanríkisráðharrin, Össur Skarðhéðinsson, og ES- kommiserin Stefan Füle nú um dagarnar bleiv avgjørt at fara undir tríggjar kapitlar afturat. Teir snúgva seg um ymisk fíggjarviðurskifti. Stefan Füle, sum um­sit­ur samráðingar við um­søkj­ara­ lond, segði aftan á fundin við Össur Skarphéðinsson, at í hesum umfarinum tók Ísland eitt týðandi stig í samráðingunum um lima­ skap, og hann rósti íslend­ing- um fyri tað, sum er komið burtur úr í ár. Íslendska stjórnin ætl­ ar sær at fara undir sam­ ráðingar um nakrar kapitlar afturat longu tíðliga næsta ár, tá Danmark hevur formans­ skapin í ES. Eiga at steðga Andstøðan í Altinginum vil hava stjórnina at steðga við samráðingunum. And­ støðu­umboðini í teirri utt­ an­ríkispolitisku nevndini hjá Altinginum siga, at tær broyt­ingar, sum ES-leið­ar­ arnir júst hava samtykt, eru so vítt­fevnandi, at Ísland eigur at endurskoða sína um­ sókn um limaskap. Umboðini ætla at skipa fyri einum fundi, har ser- frøðingar skulu greiða frá, hvørja ávirkan tær ætlaðu broytingarnar kunu fáa á Ísland sum ES-lim. Íslendsku ES-samráð­ ingarnar ganga væl Samráðingarnar um íslendskan limaskap í Evropasamveldinum ganga væl, og partarnir hava nú avgreitt ein knappan fjóðring av tilfarinum Danir snýta sosialu skip­anirnar fyri milliardir Nógvir danir fáa sosialar veitingar so sum barnaískoyti, bústaðarstuðul og kontanthjálp, sjálvt um tey eftir lógini ikki hava rætt til tað Ein nýggj kanning, sum KMD Analyse hevur gjørt, avdúkar, at danir snýta kommunurnar fyri millum sjey og tólv milli­ ardir krónur á hvørjum ári. Tað er millum trý og fimm prosent av teimum sosialu veitingunum, sum komm­un­ urnar rinda. Kanningin hjá KMD vís­ ir eisini, at nógvir danir eru í øðini um, at teirra lands­ menn snýta tær sosialu skip­ anirnar, og at fleiri melda grannan, um tey varnast, at hann snýtir. Í fjør avdúkaðu kommunurnar fólk, sum snýttu fyri 350 milliónir krónur, og í fleiri førum vóru tað fólk, sum høvdu sagt kommununi frá, at grannin ella ein kenningur snýtti. Tann nýggja kanningin staðfestir, at nógv fólk í Dan­ mark halda sosialt svik vera verri enn svart arbeiði og næstan líka ringt, sum um onkur breyt inn heima hjá teimum. – Hetta er jú at taka nak­að frá øðrum, sigur ein ónevndur borgari við danska kring­varpið. Kommunurnar vilja hava møguleika at samkoyra skrá­setingar, so tær fáa betri møgu­leikar at avdúka, um fólk fáa veitingar, sum tey í roynd og veru ikki hava rætt til. Tað krevur broyting í data­lógini, og hana er stjórn­ in til reiðar at gera, sigur sosialdemokratiski fram­ søgumaðurin í rætrtarmálum, Ole Hækkerup, við DR. Íslendski uttanríkisráðharrin Össur Skarðhéðinsson Mynd: Morgunblaðið)