mikudagur 14. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Eins og áður er tiltakið á
tremur við livandi tónleiki
og virðislønarhandanum.
– Vit hava í ár lagt okkum
eftir at bjóða eina fjølbroytta
og spennandi tónlistarliga
skrá, sum bæði vitjandi og
lurtarar hjá Rás2 kunnu
njóta gott av, sigur Barbara
Holm, fyrireikari.
Tiltakið verður í Deep 28.
desember, og í dag ber til at
keypa atgongumerki í Tutl
handlinum á Káta Horninum.
Eisini vera tilnevningarnar
almannakunngjørdar
aðra
staðni í blaðnum, og atkvøðu
greiðslan verður skotin í
gongd í dag.
– Vit síggja, at áhugin fyri
Planet Awards veksur hvørt
ár. Í øllum førum eru tað fleiri
og fleiri sum atkvøða fyri tí
sangi, bólki ella einstaklingi,
sum tey meta vera tey bestu
í landinum. Tað er at fegnast
um, tí onkursvegna er tað
ein váttan um, at fólk hava
ein áhuga í at heiðra okkara
tónleikarum, sigur Barbara
Holm.
Frá galla til býarlív
Planet Awards byrjaði fyri
mongum árum síðani á Hotel
Føroyum,
har
útlendskir
tónleikarar
framførdu,
kvinnurnar vóru í stórum
gallakjólum, og sjampanja
og
pinnamatur
eyðkendi
fína gallashowið. Men nú er
tiltakið nakað broytt. Sein
astu tvey árini hevur tiltakið
verið í býarlívinum í Havn
– í Rex og Deep – og í verður
tiltakið aftur í Deep.
– Sjálvandi dámdi okk
um væl at bjóða fólki tað
stórsligna showið, sum var á
Hotel Føroyum. Men okkum
dámar eins væl at bjóða
fólki til eitt avslappað og
meira rátt tiltak í Deep, sum
vit meta vera eins gott, bara
øðrvísi onkursvegna. Har
umframt eru vit farin frá at
biðja útlendskar sangarar
luttaka, tí tað snýr seg altso
um okkara tónleikarar, og tey
fantastisku føroysku fólkini,
sum ár eftir ár geva tjóðini
stórar tónlistarliga gávur.
Tá er tað onkursvegna løgið
at biðja útlendskar sangarar
undirhalda, heldur Barbara
Holm.
Tað er neyvan nøkur
loyna, at fíggjarligu korini
hjá føroysku miðlunum eru
versnað seinastu árini, og
hetta merkist eisini aftur í
Miðlahúsinum. Men Planet
Awards heldur kortini fram.
– Vit fara ikki at spara
Planet Awards burtur, tí tað
hevur ómetaliga stóran týdn
ing fyri Miðlahúsið, at vit
sleppa at geva okkurt aftur
til tey, sum hava ríkað okkum
og okkara radiostøð hvørt ár.
Vit eru tey einastu, sum skipa
fyri einum hátíðarhaldi til
frama fyri tónleikinum, og
tað hevði verið stórt spell, um
vit pakkaðu saman, heldur
Barbara Holm.
Á
skránni
til
Planet
Awards í ár eru framførslur
frá Jákup Eli Joensen, Høgna
Reistrup, Páll Finnur Páll
og fleiri øðrum. Haraftrat
vera virðislønir handaðar til
ársins sangara, ársins song
kvinnu, ársins bólk, ársins
einstakling, ársins útgávu,
ársins lag og ársins nýggja
bólk ella einstakling. Har
aftrat verður ársins herða
klapp latið onkrum, sum
Miðlahúsið heldur hevur
uppiborið hendan heiður. Til
ber at keypa atgongumerki
til tiltakið í Tutl handlinum,
ella at hoyra alt á Rás2.
eirikur@sosialurin.fo
Vit vilja heiðra
okkara tónleikarar
Planet Awards 2011 Aftur í ár bjóðar Miðlahúsið til Planet Awards 2011,
sum fer at heiðra tey bestu innan føroyskan tónleik í brátt farna ári
The Dreams gjørdist ársins bólkur á Planet Awards 2010. Her fær Hans Edward Andreasen handa heiðurslønina frá Heðini Mortensen, borgarstjóri
Mynd: Álvur Andreasen