mikudagur 14. desember 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Kappingin í Eik-liguni hjá monnum
sær meira og meira út til at gerast
eitt spennandi tríkantsdrama mill
um SÍ, ÍF og Mjølnir, har vónleyst
er at taka dagar ímillum, hvørji
tvey av liðunum kunnu røkka í FM-
finalurnar og hvat teirra so skal sita
uttanfyri við ongum.
Í øllum førum gjørdi Mjølnir í
gjárkvøldið sítt til at gera odda
stríðið hjá flogbóltsmonnunum enn
meira spennandi, tá tað á heima
vølli í Badmintonhøllini í Klaksvík
eydnaðist at vinna ein drúgvan
fimmsettara ímóti SÍ, sum í allan
vetur hevur verið oddalið, men nú
bara er tvey stig framman fyri ÍF og
Mjølnir – og ÍF enn hevur spælt ein
dyst færri enn hini bæði.
Dysturin í gjárkvøldið byrjaði
annars soleiðis, at tað kundi sæð
út sum ein rímiliga lættur 3-0 sigur
til sørvingar, tí teir vunnu tey bæði
fyrstu settini 25-20 og 25-19, uttan at
Mjølnir sá út til at hava tað stóra at
hótta við.
Men í triðja setti, sum ofta kann
vera eitt sindur tyngri at hála í land
hjá liðnum, sum er frammanfyri,
kom Mjølnir í gongd og vann sann
førandi 25-15. Hinvegin stóð meira
á í fjórða setti, ið gjørdist javnt
og spennandi, og endaði 25-23 til
Mjølnir, ið sostatt hevði tryggjað
sær eitt fimta sett, sum skuldi av
gera alt.
Liðið hjá SÍ, sum frammanundan
var fyriuttan onkrar av vanligu pro
filunum, mátti í fimta setti klára seg
uttan Rajko Petrovic, tí hann leyp
framav og fekk reyða kortið, áðrenn
fimta settið fór í gongd. Og tað vísti
seg eisini, at Mjølnir nú hevði fult
tamarhald á støðuni, vann settið
15-9 og harvið dystin 3-2.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir koppaði SÍ
Flogbóltur Tað eydnaðist í gjárkvøldið klaksvíkingum
at vinna á sørvingum, tá bestu mansliðini hjá Mjølnir
og SÍ hittust í Badmintonhøllini í Klaksvík
PÚRA OPIÐ
Eftir at Mjølnir í gjárkvøldið vann á SÍ, er kappingin millum hesi bæði
og ÍF púra opin. Men bara tvey av trimum sleppa í FM-finalurnar
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Toftamenn dubba seg framvegis til
komandi kappingarárið, tí í gjár var
sáttmáli gjørdur við ein framherja
úr Nigeria, sum skal styrkja um
álopið hjá B68, ið er heldur skert,
nú bæði Ahmed Keita og Ibrahima
Camara eru skornir fyri krossbandið
og í øllum førum ikki eru við fyrra
helming av kappingini.
Talan er um 24 ára gamla
Emmanuel Ukpai, sum síðstu seks
árini hevur spælt við fleiri donskum
feløgum, so sum Frem, Ølstykke FC,
Esbjerg, HB Køge og FC Fyn. Hann
skal vera skjótur og málsøkjandi
og hevur eitt nú skorað 22 mál í 46
dystum fyri Ølstykke.
– Við hesi avtaluni eru vit komnir
á mál við at fyrireika Vodafone-
liðið til næsta kappingarár, sigur
formaðurin í B68, Jógvan Højgaard,
við heimasíðuna hjá felagnum, har
hann eisini sigur seg fegnast um
nýggjasta styrkin.
Við hesum eru tilsamans fimm
nýggir spælarar komnir til B68,
tí frammanundan hevur felagið
gjørt avtalu við Einar T. Hansen og
Jústinus R. Hansen úr NSÍ, Hans
Jørgensen úr 07 Vestur og Henning
G. Joensen, sum eisini fyrr hevur
spælt við B68. Harumframt er
Pauli Poulsen komin frá NSÍ sum
venjari.
Til hetta komandi kappingarárið
hevur B68 nú sáttmála við tilsamans
20 spælarar, harav teir 17 eisini hava
sáttmála fyri kappingarárið 2013.
hilmarjan@sosialurin.fo
B68 fær styrk úr Nigeria
Fótbóltur 24 ára gamli framherjin, Emmanuel Ukpai, sum
síðstu seks árini hevur spælt við fleiri donskum feløgum,
skal komandi ár styrkja um Vodafone-liðið hjá B68
B68 DUBBAR SEG
Nigerianski framherjin, Emmanuel Upkai, skal næsta kappingarár
spæla við B68, sum harvið hevur fingið fimm nýggjar spælarar
Tróndur Arge
Føroyski
landsliðsspælarin,
Jóan
Símun
Edmundsson,
spældi allan seinna hálvleik,
tá eykaliðið hjá Newcastle í
gjár spældi javnt ímóti Bolton.
Toftamaðurin var um reppið
at skora og leggja upp til mál í
tíðini, hann var á vøllinum.
20 ára gamli Jóan Símun er
byrjaður inni í fleiri av síðstu
dystunum, men í gjár var hann
aftur at finna á bonkinum hjá
hjá Newcastle. Dan Taylor legði
Newcastle á odda tíðliga í fyrra
hálvleiki.
Jóan Símun kom inn í
hálvleikinum og longu eftir
fáar minuttir smekkaði hann
til við høgra beini, men rakti
tvørstongina. Løtu seinni legði
hann bóltin væl innfyri til Dan
Taylor, sum tó skjeyt oman fyri
málið.
Fimm minuttir fyri tíð
javnaði Bolton til endaliga
úrslitið
1-1.
Eykaliðið
hjá
Newcastle skal ikki í eldin
aftur fyrr enn eftir nýggjar,
tá eykaliðið hjá Manchester
United kemur á vitjan tann 3.
januar.
trondur@sosialurin.fo
Jóan Símun
ein hálvleik
Hilmar Jan Hansen
21 ára gamla argjakvinnan,
Olga Kristina Hansen, heldur
fram í íslendskum fótbólti
komandi kappingarár.
Hon heldur fram í reykja
víkarfelagnum, KR, sum eitt
skifti í fjør lánti hana út til
Álftanes, har hon skjeyt eitt
mál í átta landskappingar- og
steypadystum.
Olga Kristina Hansen hevur
fingið sín fótbóltsuppvøkstur
í AB, men hevur eisini spælt
trý kappingarár við KÍ, og í
føroysku kappingini hevur hon
skotið 73 mál í 121 dystum.
Á kvinnulandsliðnum hevur
hon spælt 24 A-landsdystir og
skotið fimm mál, umframt at
hon hevur spælt níggju U19-
landsdystir og skotið eitt mál.
Tá hon spældi við KÍ, spældi
hon við í níggju Europa Cup-
dystum og skoraði eitt mál.
Olga Kristina
aftur til Íslands
AFTUR TIL ÍSLANDS
Nú er greitt, at Olga Kristina Hansen heldur fram í íslendskum
fótbólti, tí eisini næsta kappingarár hevur hon sáttmála við KR
Coca-Cola steypak. kvinnur
14/12 18.30 VÍF-Neistin
14/12 19.30 Tjaldur-Stjørnan
15/12 19.30 Kyndil-StÍF
Coca-Cola steypak. menn
14/12 18.15 Team Klaksvík-KÍF
14/12 19.15 Neistin-Kyndil
14/12 20.00 VÍF-H71
15/12 18.30 H71 I-StÍF
Eik-ligan, kvinnur
14/12 19.00 KÍF-Fleyr
14/12 20.00 Dráttur-Mjølnir
Dystir í vikuni: