mikudagur 14. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
2. partur
Børnini á myndini av Honnu
og Zacharias í fyrsta partinum
vóru teirra elstu børn Hensia og
Kristian.
Tað var eisini komin villa í
abbarnar hjá Hensiu. Abbin í faðir
ætt æt Hanus Zachariassen. Tað
var hann, sum gekk burtur á báti í
1905. Abbin í móðurætt var Kristian
Olsen.
Eisini varð greitt frá Zakaris,
son Julius, abbabeiggja Hensiu,
sum doyði blaðungur. Hann var
trúlovaður við Katrinu í Tjørnuvík,
sum seinni giftist við Olaf Petersen
lærara, fyrst í Tjørnuvík, síðani á
Argjum. Hjallgrim, sonur teirra,
greiðir frá, at so stórt var trúfestið,
at tey høvdu alla sína tíð mynd av
Zakaris hangandi í stovuni, eisini
eftir, at Katrina var deyð.
Hensia: Pápi lat “Irex”
fyri at bjarga húsinum
Pápi var á sjónum stóran part av síni
tíð. Eina tíð átti hann “Irex”. Hana
keypti hann úr Lysekil í Svøríki
í 1923. Hon var bygd í Elmshorn í
Týsklandi í 1888. Pápi førdi hana
árini 1924-1926.
Ein av teimum, sum sigldu við
pápa var Hans Havid Hansen í
Hósvík, skipari á “Nólsoy”, tá ið hon
gekk burtur.
Pápi hevði bygt í Streymnesi.
Men hetta vóru sera ringar tíðir
við heimskreppuni, sum eisini rakti
Føroyar meint. Tí kom at standa á
hjá mongum. Pápi kom tí í ta støðu,
at hann mátti velja í millum at lata
húsini ella skipið fara. Tískil seldi
hann "Irex" til Absalon Jacobsen
á Skála, sum var pápabeiggi Poul
Andreas, sum eg seinni giftist við.
Pápi var føddur 23. november
1893. Hann fór til skips í 1911 við “Del
finini” hjá Søren Müller í Havn.
Skipari tá var Sofus Højgaard
ættaður úr Rituvík. Hann misti
konuna og giftist seinni við Helenu
Egholm, jarðarmóðir í Havn. Seinni
fór pápi við sluppini “Saltoyra”,
eisini hjá Müller reiðarínum.
Pápi tók skiparaprógv í 1915
hjá Jens í Dali í Havn. Sama ár var
hann 2. bestimaður hjá Kvívíks
Tummasi við “Streymoynni” hjá
Oyggjafelagnum í Havn, sum tá
var eitt stórt reiðarí. Í 1916 var pápi
við “Mariu” hjá Tummasi við Kráir
í Vági.
Um várið 1917 var pápi við “H.M.
Stanley” úr Vági. Tá tóku teir upp
manningina av eini jollu av einum
enskum trolara, sum ein týskur
kavbátur hevði søkt.
Í 1917 og 1918 førdi pápi “Bonetu”
hjá Niels Jákupi Nielsen, keyp
manni í Sandavági. Í 1919 førdi
hann “Research” úr Sandavági og
1920-1922 “William Stephenson” hjá
Marionnu Nielsen í Vestmanna.
Hon var vanliga kallað Marianna
hjá sýslumanninum. Hon var ein
tann fyrsti kvinnuligu reiðari í
landinum. Hon kom úr Vágum til
Vestmanna at reka reiðarí.
Meðan teir á sumri 1920 lógu
avhálaðir á Langanesgrunninum
sóu teir langt burturi nakað, sum
líktist eini boyu. Teir fara í bátin at
vita, hvat hetta var. Nakað seinni
koma teir sleipandi við hesum lut
inum. Tá var hetta ein mina, og pápi
bað teir sleppa hesum í stundini.
Tað hevði verið lítið av fiski hetta
summarið. Fleiri skip høvdu sæð
minur og fóru heim. Men “William
Stephenson” bleiv liggjandi saman
við øðrum skipum, og hesi skip
fingu nógvan fisk. Men vandaleyst
hevur tað ikki verið, tí “Karen” úr
Vági hvarv við mann og mús sama
ár, og hildið varð fyri vist, at tað var
orsakað av minu.
Aftaná at pápi hevði havt “Irex”
var hann við ymiskum skipum.
Í 1928 og 1929 førdi hann “Eyst
uroynna” av Strondum. Í 1931 var
hann við “Skálanes” hjá Dáva í
Gerðum. Hon var bygd fyri “Erne
stinu”, sum Dávur hevði mist í 1930
á Suðurlandinum.
Ófrættatíðindi frá “Ananu.”
Í 1936 róði pápi út frá “Ananu” í
Grønlandi. Hetta er størsta fiskifar,
sum føroyingar hava átt, í hvussu
er um hugt verður eftir manning
artalinum. Skipið var 5.000 tons til
støddar.
Tað vóru ikki færri enn 160 mans
við. Hetta var seinna árið “Anana”
var í flotanum. Hetta árið gekk
nógv verri enn í 1935. Tað viðraði illa.
Umframt hetta vóru trupulleikar
við donsku myndugleikunum. Kom
nir heim aftur varð “Anana” seld.
Pápi var á báti saman við Jo
hannes Iversen í Kvívík, Joen
Jacobsen í Hvalvík og Anton Oluf
Vang í Kvívík. Tilsamans vóru 26
bátar, sum avreiddu til “Ananu”,
har manning umborð fekk fiskin
til høldar.
Eitt kvøldið ringja tey av reiða
rínum Uvak og siga, at báturin, sum
pápi var við, var burturgingin. Um
pápi var deyður, nei, tað vistu tey
ikki. Mamma fekk ein slíkan hvøkk.
Hon var við barn, og tað barnið
doyði fimm mánaður gamalt. Hild
ið var, at barnið fekk mein av skelk
inum, sum mamma fekk.
Men mamma ringdi dagin eftir
til reiðaríi og fekk at vita, at har var
eingin mannskaði. Tað sum veruliga
hendi, var, at teir mistu tríggjar
bátar av dekkinum á Kappaleiðini
á ferðini heim, og aðrir bátar fingu
skaða. Tað var illveður ímóti. Skipið
hevði eina so lítla maskinu, at teir
kláraðu ikki at andøva, og tóku teir
tí skipið undan. Tá fáa teir hendan
sjógvin, og panikkur var umborð.
Tað mundi vera hetta, sum elvdi til
hesi tíðindi, sum skaptu óneyðugt
órógv heima.
Tey seinastu árini pápi var á
sjónum, var hann bestimaður hjá
beiggja mínum, Kristiani. Hetta
var við "Sæborg" í Leirvík. Kristian
fylti annars 90 ár nú um dagarnar.
Eg kann siga, at eg eri uppvaksin
millum sjómenn. Men Hanus,
beiggi, fór at læra til málara ungur.
Steinbjørn fór so at læra hjá honum,
og hann er kendur málari í dag.
Hákun var nógv ár til skips,
men hann fór seinni at koyra buss.
Sonur hansara, Heðin, kendur
frá politikki, hevur tikið við eftir
honum. Pápi doyði 30. apríl 1981.
Fyrsta wc í Streymnesi
Sum ung var mamma í Vestmanna,
har hon seymaði oljudansar fyri
reiðaran Marionnu Nielsen, tað
vóru so onnur sum ferniseraðu teir.
Hetta var áðrenn oljudansar vóru
framleiddir á verksmiðjum.
Tá ið mamma kom aftur til
Streymnesar, hevði hon við sær
fyrsta wc, sum kom til Streymnesar.
Tað varð eisini sett upp heima hjá
okkum. Sisternan var av jarni og
hekk uppi undir loftinum. Tí sigi
eg framvegis at ”at sláa niður”.
Pápi fór til skips í mars og kom
heim aftur í oktober. Hann mátti
gera nógv arbeiði, meðan hann var
heima. Pápi hevði gjørt ein køst
í túninum, og hann skuldi tøm
ast, áðrenn hann fór avstað. Tøð
rúgvan var løgd so nær veltuna
sum gjørligt, og pápi snøggaði
hana til. Tá var so mikið lættari hjá
okkum heima at seta epli niður. Ein
Hensia Jacobsen: Pápi
var ein rættur sjómaður
Pápi Hensiu, Zacharias Zachariassen, var ein rættur sjómaður av tí
gamla slagnum. Sum greitt frá í fyrsta partinum mundi hann blaðungur
doyð á sjónum. Men her kom hann at balast í nógv ár
Johanna og Zakaris
Sigga Sofía og Kristian Olsen, omma og abbi Hensiu í móðurætt
Hensia Jacobsen