Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo systir setti eplini niður, og mamma hippaði eplini. Pápi var eisini so fittur í hond­ unum. Hann smíðaði børnunum leypar, og teir vóru klæddir við roði. Vit koyrdu leypin so langt yvir á høgru øksl, so vit ikki fingu tøðini í nakkan. Nógv var arbeitt, men heilig­ dagar skuldu haldast. Tað var heilagt kl. 18 kvøldið fyri. Tá ið vit hoyrdu kirkjuklokkina, fóru vit til hús. Mamma lovaði okkum eitt oyra í løn. Onkuntíð kundi tað verða 2 oyru. Fyri hetta fingu vit eina plátu av karamel. Tað var als ikki so galið. Ófør til hendurnar Mamma var so ófør til alt til hend­ urnar. Hon plagdi at veva buksu­ vad­mal, spinna og at binda við hond. Hon bant so ótrúliga skjótt. Eg minnist til dømis, tá ið vit skuldu hava rotuskógvar, so var tað jobbið hjá monnunum at knovfyla, tað vil siga at raka roðið, áðrenn tað varð barkað. Tá ið tað var flett, varð skinnið lagt í fýra. Tað varð so bundið um skinnið at rota fyri at fáa ullina av. Seinni varð nippað í tað fyri at vita, um tað var nóg gott. So bleiv skinnið vaskað í heitum landi við allari ullini á. So oman í ánna at skola. Tað var lítið av vatni í Streym­ nesi. Eina ferð hevði omma vaskað skinn. So sigur mamma, at eg mátti fara oman í Stórá at skolað skinnini. Ja, um eg kundi fara við hestavogni. Tað hevði ligið so væl fyri. Sum sagt so gjørt. So at fara til hús aftur og at vinda vatnið úr skinnunum. Skinnini vórðu síðani hongd upp at turka við ullini úteftir. Eg minnist væl, hvussu hetta varð gjørt niðri hjá ommu. Tey høvdu eitt turt skinn á gólvinum, tí tey kundu ikki vinda hesa skinnini, sum vóru í baljuni. So varð tvaðið kroyst úr skinninum. Síðan varð skinnið langað niður á hetta turra skinnið. Tað varð so koyrt upp í eina spann og so í ánna at skola. Rotuskógvar Rotuskógvar vóru nógv brúktir av monnum og konum, tá ið tað ikki kundi gangast á leistum inni. Men tá ið farið varð út, var farið í galosjur uttan á rotuskógvarnar. Konufólk høvdu reyðar tveingir, og menn høvdu hvítar. Men tað hendi so ofta, at tá ið hol kom á rotu­ skógvarnar, so blivu teir klossaðir. Teir blivu vendir, so tað sum hevði vent upp kom at venda niður, og varð tað samanseymað. Húðaskógvar av neytahúð varð nógv brúkt av monnunum. Teir gingu eisini úti í húðarskóm. Tá ið pápi fór at skjóta harur, var hann altíð í húðarskóm. Fyri at tað ikki skuldi vera ov hált, varð eitt haft bundið um føturnar. Ofta nógvar harur Eg minnist væl til, at tann eina dagin pápi hevði verið og skotið harur, hann hevði fingið 22 harur í einum haga fyri Framman í Streym­nesi. Hann kundi ikki bera allar heim í senn. So kom hann fyrst heim við nøkrum og so avstað aftur eftir hinum. Pápi var so óførur maður. Tær harur, sum vit ikki sjálvi kundu brúka, vórðu seldar til Havnar í heilum líki. Harurnar plagdu teir á mjólkarbátinum “Tróndi” at hava í forsvar suður. Skúlin Skúlin var í Hvalvík. Tey fyrstu árini, eg gekk í skúla, var brúgvin um ánna ikki gjørd. Tað var bara ein planki um ánna niðri undir húsinum hjá okkum. Øðrumegin var eitt band at halda sær í. Hinu­ megin var so eitt rekkverk. Tað var so grúiliga smalt at ganga har. Men tað árið eg fór í skúla sjey ára gomul vóru vollarnir gjørdir til brúnna, sum er har frammi nú. Tá kom tað ikki upp á tal ikki at koma til tíðina í skúla. Eina ferð var eg frammi í gerðinum og hoyggjaði saman við mammu og pápa. Eg gjørdist lívsforskrekt, tá ið eg sá læraran koma heim eftir vegnum. Eg fór fram á vollan og leyp yvir um. Tá sigur pápi, at tú behøvist ikki at vera bangin, klokkan er ikki so nógv enn! Men tað nyttaði ikki at snakka við meg. Tá ið lærarin var farin, so var tíðin komin! Lærarin var Hans Jacob Egholm í Hvalvík, og hann hevði bert ein arm. Hann fekk tuberklar í økslina, og teir máttu taka høgra armin. Hann var høgrahandaður, so tað var ringt hjá honum at byrja við. Annars var hann fyrst sjómaður, men tá gjørdist hann sjúkur. So høvdu teir biðið hann fara at læra til lærara. Hann var føddur í 1879 og fór á læraraskúla í 1905 og tók prógv í 1908. Hann var lærari í Hvalvík og Saksun frá 1925 til 1934. Tá føldi hann seg so heilsubrekaðan, at hann legði frá sær. Kortini gjørdist hann 90 ára gamal. Tað var ein lærari og tveir flokkar, eldri klassi og yngri klasssi, sum máttu skiftast um at vera í skúla. Tá var ikki so framkomið sum nú. Fyrstu tíðina nýttu vit talvu at skriva á og griffil at skriva við. Her kundi viskast út, so tað slapst undan pappírs­nýtslu. Men seinni komu bøkur at skriva í. Meg minnist, at eg plagdi at fáa fyri í skúlanum at læra uttan at. Tað fyrsta, eg fekk fyri, var orðatakið “Af skade bliver man klog, men sjælden rig.” Jógvan við Ánna, ættaður úr Sandavági, kom til Hvalvíkar at vera lærari. Hann lærdi okkum at spæla hondbólt. Tað dámdi mær so væl. Hann var niðri á skeið, tá ið Danmark var hersett, og tað ikki slapst millum londini. Men hann kom so aftur til Hvalvíkar, tá ið kríggið var av. Í 1946 giftist hann við Katrinu f. Enni. Hon var eisini lærari. Jógvan gjørdi vart við seg innan føroyska málrøkt. Hann gav út eina “óføroyska-føroyska” orðabók, sum var eitt megnar verk. Hann fekk ikki tíð til at gera hetta liðugt, tí Jógvan doyði longu í 1971, bara 66 ára gamal. Komandi partur Tá ið Hensia var ung hendu nógvar skipsvanlukkur, sum eisini raktu Streymnes og aðrar bygdir í Sundalagnum. Hensia kendi fleiri av hesum fólkum Zakaris var eisini við “Ananu”, størsta føroyska fiskiskipið Hensia og hennara systkin vinstrumegin frá: Hákun, Elita, Steinbjørn, Jonna, Hensia, Kristian og Hanus Zakaris, pápi Hensiu, átti “Irex”. Men hann mátti velja millum skip og hús