mikudagur 14. desember 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
TØKK
Á ferð í bili hugsa vit ikki
vanliga so nógv um, hvussu
tað ber til, at koyrandi er um
og ígjøgnum hægstu fjøll
og undir djúpum firðum,
tað er bara so, og soleiðis
minnist yngra ættarliðið
tað altíð hava verið; men
tá ommur og abbar fara at
siga frá, hvussu vorið var – í
teirra minni her fyri stutt
um – ljóðar tað fyri yngra
oyranum, sum um hetta
mundi vera onkuntíð tá – ja,
kanska undir napoleums
krígnum.
Nei, her koma John
Weihe og hansara mongu
starvsfelagar kring landið
inn í myndina, eitt sermerkt
fólkaslag, flestir uppilagstir
sjómenn, sum altíð funnu
upp á ráð, hvussu víkti og
vendi, og í smiðjunum, har
amboð teirra komu til um
vælingar, stóð ikki á hjá
teimum sjálvum at hjálpa
til,
maskinmeistarar,
ið
summir teirra vóru, og av
tí sama vóru tær gomlu
smiðjurnar sannur ævintýr
heimur hjá tí, ið tímdi lurta,
gamla sildaverksmiðjan við
Jákup-Wenzili í Kollafirði
ikki at forgloyma.
Havi hug at siga frá
hvørjum sær; tí teir skóru
framúr hvør á sín hátt; men
tað ber ikki til í stuttum
minningarorðum.
Í rokasliga framburðin
um innan føroyska vega
gerð, sum av álvara tók dik
á seg í 1960-unum, kláraðu
hesir okkara maskinførarar,
saman við øðrum góðum
fólki, at fullføra til samans
kring landið 8-10 km av
lidnum vegi um árið, sum
í “Nordisk Vejteknisk For
bund” var hildið at vera
óført.
Forherðingar vóru teir
og høvdu til fragd at senda
snarboð inn á Landsverk
frøðingsskrivstovuna, at nú
vóru ikki fleir miðsneisar
at síggja, og av tí sama fór
dozarin skjótt at standa
stillur.
Tá á døgum var almikið
fyrireikandi arbeiði at gera,
áðrenn amboðini sluppu
framat. Hvør ójavni í lend
inum skuldi mátast upp,
roknast út og teknast sum
kort, áðrenn farast kundi
undir prosjekteringina, og
so skuldi endaliga prosjekt
ið stingast út í lendinum, og
syrgdu John og teir soleiðis
fyri, at vit bart út vóru
noyddir at leggja doyin á, so
Mikkjal ikki skuldi frætta
um óskilið og seta knyklar
í brýr.
Nú verða øll kort gjørd
loftvegis og liggja teldutøk
eftir ynski at arbeiða við.
Frá tí eg í 1965 kom til Lv,
og til eg fór burtur í 1973,
var einki beinleiðis deild
arbýti á stovninum; men í
dagliga degnum sat Mikkjal
Helmsdal, landsverkfrøð
ingur, ovast og ráddi fyri
tí mesta av Føroya landi
og honum undir lið, Niclas
Andreasen,
skrivstovu
stjóri. Í havnagerðini vóru
skiftandi
verkfrøðingar,
har Elith Larsen tó var øll
árini. Og so tær tá alt ov fáu
maskinurnar, sum langfara
maðurin, Hans Biskupstøð,
verkfrøðingur, syrgdi fyri at
halda í gongd, har mest stóð
á. Eg skuldi eitast at standa
fyri vegagerðini og helt,
at eg eisini mátti seta meg
inn í, hvussu kavagrevstur
fór fram. Tískil fór eg eitt
kavakvøld við niðan á
Oyggjarvegin, men sá einki
fyri roki, og tá eg spurdi
føraran, um hann sá nakað,
svaraði hann bara: “Nei,
púrt einki; men eg trilvi
meg fram við grevinum, tað
plagar at ganga!” Eg skilti,
at har hjálpti eingin verk
frøði og helt meg frá aftur
at spyrja býtt.
Í fyrstuni høvdu grav
kýrnar ikki hús, og sótu
teir í øllum veðri í olju
klæðum
og
arbeiddu.
Sum frá leið, tók giktin at
plága, og John fekk starv
sum húsavørður á Lands
verkfrøðingsskrivstovuni,
eitt arbeiði, hann røkti so
fyrimyndarliga, sum um
hann ikki hevði tykist við
annað. Afturat kendu rødd
hansara í útvarpinum um
koyrilíkindi syrgdi hann
eisini fyri, at starvsfólkið
við eini skemtiligari søgu
hvønn morgum væl til
passar fór til verka –
ógloymandi er frásøgnin
um nakna hanan í Lamba.
Eg visti ikki, at John
eftir
fráfaringaraldur
í
2008 so knappliga hevði
mist konuna, og tá hann,
ein dagin, vit hittust, segði
mær frá hesum, og vit
høvdu prátað eina løtu,
helt John spakmæltur fyri,
at tað var honum kortini
ein troyst at minnast árini,
tey høvdu havt saman, og
viðrákið, Ása, hann og øll
teirra høvdu havt, áðrenn
hetta bakkastið kom.
Mongum kundi verið at
sagt frá um John og teir
allar; men fari eg við hesum
at takka bæði teimum
farnu og tykkum, sum eftir
eru, fyri góðu árini, vit vóru
við í leikum, og vil eg saman
við tykkum lýsa frið yvir
minnið um starvsfelaga
okkara, John Frits Weihe.
Heini Olsen
John F. Weihe
in memoriam
John Weihe í 1975 ávegis til vegagerð millum Hattarvík og Kirkjar
TØKK
TØKK