mikudagur 14. desember 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
BADH – hoyrið nú næmingarnar !
Tað er ein sannroynd, at
lestrarstuðulin ikki røkkur
til leigu, mat, klæðir, undir
vísingartilfar og annað. Lóg
in sigur, at lestrarstuðulin
skal hækka 2% árliga, sum
er tað sama sum prísstøðið
hækkar – uttan javning
minkar veruliga virðið á
studninginum.
Tað er undranarvert, at
Mentamálaráðið vil sleppa
sær undan at prístalsviðgera
lestrarstuðulin triðja árið á
rað.
Tilsamans átti stuðulin at
verið javnaður góð 6% sein
astu trý árini. Um stuðulin
varð javnaður øll trý árini,
høvdu upphæddirnar fyri
ávikavist hægra og lægra
studningin verið 234 og 111
krónur hægri mánaðarliga.
Hetta er ein missur á 2516
og 1236 krónur árliga. Hægri
studningurin hevði verið 3970
krónur mánaðarliga, meðan
tann lægri hevði verið 1912
krónur. Tá verður ikki tikið
atlit til tær 600 krónurnar,
sum lægri studningurin varð
minkaður fyri nøkrum árum
síðani! Fylgjandi sitat sigur
tað púra greitt:
‘’At prístalsjavningin verð
ur sett úr gildi, ávirkar øll
lesandi í Føroyum í ein ávísan
mun, tí at stuðulin verður
lægri enn hann annars hevði
verið.’’
Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri
Talvurnar omanfyri vísa
munin á javnaðum og ikki
javnaðum studningi í krón
um og oyrum.
Uppskotið hevur ikki verið
til hoyringar enn, og tí kunnu
vit bert vóna, at næmingarnir
verða hoyrdir. Seinnu árini
hava lesandi á ymsu læru
stovnunum ikki verið hoyrd,
tá Mentamálaráðið hevur
skotið upp týðandi broyt
ingar. Av tí sama hevur alt
ov lítið verið at hoyrt til, hvat
tey lesandi halda um eitt nú
tað, at stuðulin minkar í
virði.
Seinast, lægri stuðulin
minkaði, ta ferðina úr 2400
krónum niður í 1800 krón
ur, varð stór ónøgd úti á
miðnámsskúlunum. Næm
ingaráðini skipaðu tvørtur
um skúlamørk fyri stórum
mótmæli við heitinum “Er
tað okay?”. Boðini frá teim
um
lesandi
vóru
greið:
Fingrarnar vekk frá okkara
lestrarstuðli.
Lestrarstuðul er nakað,
øll lesandi yvir 18 ár hava
rætt til, uttan mun til, um
tey hava arbeiði ella ikki.
Upphæddin eigur at verða
javna á hvørjum ári, so hon
fylgir við teimum øktu út
reiðslunum.
Áheitan til næmingarnar
á miðnámsskúlunum:
Tit eru harðast rakt sein
astu árini. Fyrst varð stuðulin
minkaður úr 2400 krónum
niður í 1800 krónur, og nú
hava politikararnir “gloymt”
at javna stuðulin til dagsvirði
í TRÝ ÁR!
Skipið tykkum. Leggið
trýst á næmingaráðini at
savna undirskriftir fyri at
mótmæla, at studningurin
minkar enn meira í virði. Fyri
at alt ikki bara skal verða
NEI, NEI og aftur NEI, kunnu
tit orða tað soleiðis:
“JA til javnan av lestrar
stuðlinum”
Við vón um, at tey lesandi
verða hoyrd og vird á einum
góðum
fólkaræðisligum
grundarlagi.
Sosialistisk Ung
!unur%n
'
()*+r,r*+u-(%
.%-
/0
u1,n
2r3*4,.n%n0
*k6(,'r%-
2811:2812
Við
prísjavning
Uppskot
Mist
upphædd
pr
ár
Hægri
stuðul
3
812
krónur
3
737
krónur
825
krónur
Lægri
stuðul
1
836
krónur
1
800
krónur
396
krónur
!unur%n
'
()*+r,r*+u-(%
.%-
/0
u1,n
2r3*4,.n%n0
*k6(,'r%n%
2889A2812
Við
prísjavning
UCan
prísjavning
Mist
upphædd
pr
ár
Hægri
stuðul
3
970
krónur
3
737
krónur
2516
krónur
Lægri
stuðul
1
912
krónur
1
800
krónur
1236
krónur
Fátt er feigum forðað, sigur
orðatakið.
Og
tað
finst
ongin formlig forðing fyri, at
nýggja samgongan er farin
undir at fremja sínar ætlanir.
Bert moralsk og hugsjónarlig
mørk. Ábyrgd og álit. Upp
lýsing
og
fólkaræðislig
viðgerð, har fólk siga sína
hugsan og kunnu meta um
avleiðingarnar. Og vanligt vit
og skil kunnu seta mørkini
og forða fyri avgerðum, ið
ikki vendist aftur frá.
Tað eru fýra grundleggj
andi mál, sum nýggja sam
gongan er bundin saman
um:
1. At bidda um
hægri blokkstuðul
úr Danmark
Hetta fer at binda okkum
fastari at veitingum uttan
ífrá, bróta niður álit á okk
um sjálv sum fólk og avreiða
sjálvsavgerðarrætt. Blokk
stuðulin er í dag komin undir
5% av okkara búskapi. Men
hann skal aftur brúkast sum
ein táta og ein forðing fyri, at
vit nýta alla orkuna at hugsa
um tey 95% av virðunum, sum
vit sjálvi framleiða. Og at vit
byggja álit á, at vit kunnu fáa
nógv meira burturúr okkara
egna tilfeingi og vinna okk
um altjóða fyrimunir og
kappingarføri við at standa
á egnum beinum.
2. At fremja eina
flatskattaskipan
Hetta fer at flyta skattabyrð
una og fíggingina av væl
ferðartænastum enn meira
á miðal- og láginntøkubólkar,
meðan
hægstu
inntøku
bólkarnir fáa ein veruligan
stóran lætta. Brúkaragjøld,
har øll gjalda tað sama utt
an mun til inntøku, verður
tá einasti háttur at fíggja
vælferðartænastur. Og prís
hækkingar og øktir kostn
aðir fara at at kosta lægru
inntøkunum. Talan er í stutt
um um, at samgongan virkar
sum ein øvutur Robin Hodd,
ið tekur frá teimum veikaru
til frama fyri tey, ið hava
mest.
3. At skatta pensjóns
uppsparing við inn
gjald og hækka
skattaprosentini
Fyri eitt vanligt verkafólk
merkir hetta, at tey missa
upp í 1.500 krónur um mán
aðin í pensjónsútgjaldi, og
hesi skulu so fíggja skatta
lættan til hægru inntøkurnar.
Ætlanin er at brúka allan
peningin
beinanvegin,
ið
annars hevði verið spardur
upp. Harvið verður peningur,
ið skuldi fíggjað vælferðar
tænastur um 10, 20 og 30 ár,
ikki tøkur. Tað verða tá aftur
bert vanligir løntakarar og
skattur á lønararbeiði, ið
skulu fíggja alt.
4. Fiskiloyvini skulu
gerast rullandi –
við strámonnum
og spekulasjón
Í fiskivinnuni hevur sam
gongan boðað frá, at fiskiloyv
ini gerast endaliga “rullandi”
loyvir. Hetta merkir, at ogn
arrætturin
hjá
landinum
verður
privatiseraður,
og
at loyvir kunnu keypast og
seljast millum privat reiðarí
fyri ovurstórar upphæddir.
Bert tey, ið hava útlendskar
strámenn
aftanfyri
seg
kunnu vera við, og flotin
endar skjótt á nøkrum fáum,
útlendskum hondum.
At brenna stórviðin
Sambands- og Fólkaflokkurin
havasitið við valdið seinastu
tvey valskeiðini. Teir hava
tømt allar kassar og koyrt
landið út a eggina (mill
um annað vórðu tær 1,3
milliardirnar
fyri
søluna
av Føroya Banka, sum teir
høvdu bundið seg til at seta
í búskapargrunn, brúktir).
Nógv av innbúgvinum í
samfelagsbúskapinum
er
sostatt brent seinastu árini.
Nú eru teir so veruliga farnir
undir at brenna tær berandi
konstruksjónirnar – stór
viðin – ið skal bera einum
sjálvstøðugum og samhalds
føstum Føroyum frameftir.
Nú brenna teir stórviðin
Høgni Hoydal
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava undanfarnu valskeiðini sitið við valdið og tømt
kassarnar í føroyska samfelagnum. Nú eru teir í nýggju samgonguni farnir undir at brenna tann
berandi stórviðin undan einum sjálvstøðugum, samhaldsføstum og kappingarførum Føroyum
Nú eru teir so veruliga farnir undir at
brenna tær berandi konstruksjónirnar
– stórviðin – ið skal bera einum
sjálvstøðugum og samhaldsføstum
Føroyum frameftir.