mikudagur 14. desember 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samgonguskjalið sigur
undir Heilsumál: “Sjúkra
húsini skulu útbyggjast
sambært
langtíðar
løguætlanini, og støða
verður tikin til, hvørjar
funktiónir skulu verða á
hvørjum sjúkrahúsi.”
Viðgerðin av gikta
læknanum hevur týðiliga
víst, at sergreinar/ser
deildir skulu flytast av
Landssjúkrahúsinum til
Klaksvíkar- og Suðuroy
ar Sjúkrahús, umframt
at aðrar játtanir eru lor
aðar handanvegin – rygg
ambulatorium til Klaks
víkar, narkosulækni til
Suðuroyar,
umframt
annað. – Landssjúkra
húsið skal pínast niður
– býtast á skinninum.
Ført verður fram, at
okkara sjúkhúsverk skal
vera á sama støði, sum í
grannalondunum; men
har verða serdeildirnar
afturímóti savnaðar á
færri og størri sjúkrahús
um – fyri at fáa BETRI
og BÍLIGARI sjúkrahús
tænastu.
Framkomin dýr kann
ingar- og viðgerðartól
– meira og minni teldu
stýrd – kunnu ikki vera
á hvørjum tanga, og ser
deildir skulu hava møgu
leika at samarbeiða við
stuttum skotbrá.
Halda vit løgdu kós,
missir Landssjúkrahús
ið rættin sum útbúgv
ingarstað
til
læknar.
Hetta førir við sær, at
tað verður uppaftur tor
førari at fáa hóskandi
læknar til Føroya.
Í samgonguskjalinum
stendur undir Fíggjar-
og Búskaparpolitikkur:
“Almenna
húsarhaldið
verður
innrættað,
so
mest møguligt fæst fyri
hvørja krónu. Smærri
almennir stovnar verða
lagdir saman í effektivari
eindir.
Fólkatalið í Føroyum
er minni enn 50.000,
og harvið er ikki støði
til trý útbygd sjúkhús.
Halda vit løgdu kós, fáa
vit trý sjúkhús, sum
eingin dugur er í eftir
nútíðarkrøvum, og tey
verða alt ov dýr at reka.
Brúka vit roknihættin
hjá dønum, spara vit um
leið 50 mill. kr. um árið í
raksturi, um vit savna
kreftirnar á einum stað.
Kontan til viðgerð av
sjúklingum uttanlands er
væl omanfyri 100 mill. kr.
árliga, og er fimm ferðir
størri enn fyri fáum
árum síðani. Her eigur
at verða eftirkannað, hví
vøksturin er so ógvus
ligur – er tað tí, at vit
hava skeivan sjúkrahús
politikk!
Talið av læknakonsu
lentum
uttanífra
er
vaksið til eitt ótal. Latið
okkum fáa hetta kann
að nærri, tí fyri okk
ara búskap er hetta alt
ov dýrt. Um vit ístaðin
høvdu læknar búgvandi
í Føroyum, fekk Lands
kassin ca. 50% innaftur
í beinleiðis skatti og ca.
25% í óbeinleiðis skatti.
Her kundu vit fingið fýra
ferðir so nógv fyri somu
pengar, um læknarnir
búðu í Føroyum.
Eg vil meta, at sjúkra
húsverkið fyri lands
kassan kostar minst 100
mill. kr. ov nógv at reka
um árið.
Vit skulu vita og ikki gita,
siga ávísir politikarar.
Komið við eini gjøll
ari kanning av sjúkra
húsverkinum, so vit fáa
veruligu støðuna fram.
Sjúkrahúsverk
á vandakós
Óli Mikkelsen
lækni
Síggi í mánadagsblaðnum,
at Dimmlætting borðreiðir
á forsíðuni, inni í blaðnum
og í oddagreinini við “gølu”
á SEV.
Nei, Georg og tit onnur á
Dimmalætting, her er ong
in gøla hjá okkum. Men
kanska er hon at finna á
Dimmalætting. Tit gera í
blaðnum minst tveir major
brølarar. Búskapargreining
tykkara er bæði mangulfull
og skeiv. Og tá ið vit vísa til
røttu kelduna at tosa við, so
gera tit onki við tað.
Í gjáramorgunin umleið
kl 8 bleiv eg av Georg L. Pet
ersen spurdur tveir spurn
ingar: Hví broytingar í av
skrivingarmannagongdini
hjá SEV? Eg vísti til Jarð
feingi (ið nú umsitur upp
gávur hjá fyrrverandi El
veitingareftirlitinum)
og
á navngivnan persón hjá
stovninum at práta við.
Seinni spurningurin var, um
ikki avleiðingin av broyt
ingunum var, at árliga av
skriving felagsins bleiv 30
mió.kr. hægri? Hetta kundi
eg ikki játta, og svaraði eg, at
avskrivingar felagsins sein
astu árini hava ligið støðugt.
Hví serfrøðin á Dimma
lætting ikki ómakar sær at
spyrja Jarðfeingi um broytta
avskrivingarháttin,
kann
man bara gita um, men hetta
er í øllum førum sera vána
ligur journalistikkur. Havi
higartil havt ta fatan, at rætt
leikin av tí skrivaða vigar
tungt hjá teimum, sum liva
av hesum, men tað finnast í
hvussu er nøkur undantøk á
Dimmalætting.
Um serfrøðin á Dimma
lætting hevði ómakað sær
at hugt í roknskapir hjá SEV
fyri seinastu árini, hesir
liggja tøkir á alnótini, so
høvdu teir eisini fingið sjón
fyri søgn. Avgerðin hjá fyrr
verandi Elveitingareftirlitin
um um, at SEV skuldi rætta
avskrivingartíðarskeiðið
fyri ognirnar hjá felagnum
viðførdi ikki størri broyting
í avskrivingar-upphæddini,
sum tað eisini framgongur av
roknskapum felagsins. Hetta
tí longda avskrivingartíðar
skeiðið upp á ognirnar hjá
SEV viðførir bæði hækkandi
og lækkandi avskrivingar av
ognunum. Avskrivingarnar
hava ligið nokk so støðugt
um 50 mió. kr. seinnu árini.
Sostatt vilja vit staðfesta, at
broytti avskrivingarhátturin
ikki er orsøkin til, at SEV
noyðist at hækka prísin.
Mín niðurstøða til skriving
tykkara í blaðnum í gjár, er, at
tit fáa dumpikarakter. Hand
an uppgávan má simpulthen
gerast umaftur. Eg kundi
sjálvandi eisini skrivað loysn
ina fyri tykkum báðar, Georg
og Svein, men júst sum tey
siga í skúlanum, so veit eg,
at tit læra meira av, at tit
sjálvir skriva uppgávuna av
nýggjum.
Havi hug at endurgeva úr
danska reklamuheiminum:
“det er en OM’er”.
Dugnaloysi á Dimmalætting
Hákun Djurhuus
stjóri
Átjandi partur
Meðan Paulus var staddur
í templinum og ofrar, varð
hann tikin av jødunum, men
herhøvdingin kom til og
tók hann av hondum teirra
og førdi hann inn í borgina.
Men Paulus fekk loyvi til at
halda røðu á trappuni fyri
fólkinum. Tey lurtaðu eftir
honum, inntil hann segði
hetta, sum vit lesa í Áp. 22,21:
Men Hann svaraði mær:
"Far avstað! Eg skal senda teg
til heidningar langt burtur!""
Men tað stendur, at tey
søgdu
Burt av jørðini við einum
slíkum! Hann eigur ikki at
liva!
Jødarnir hava ikki skilt
boðskapin um Kristus í
Gamla Testamenti, og teir
skilja hann ikki enn, ein
stórur partur av teimum.
Jesus
segði
hetta
við
Jødarnar:
Tit rannsaka skriftirnar,
tí tit hugsa, at tit hava ævigt
lív í teimum; og tað eru tær, ið
vitna um Meg. Og til Mín vilja
tit ikki koma, so tit kunnu fáa
lív. Jóh. 5, 39-40
Og entá við sínar egnu
lærisveinar segði hann hetta:
Tá segði Hann við teir:
"Tit lítið hugsandi og trek
hjartaðu at trúgva øllum tí,
ið profetarnir hava talað!
Átti Kristus ikki at líða hetta
og so fara inn til dýrd Sína!"
Hann byrjaði nú frá Mósesi
og frá øllum profetunum og
útlegði fyri teimum tað, sum
í øllum skriftunum var sagt
um Hann. Luk. 24, 25-27.
Teir hava ikki skilt, at
Jesus frá Nazaret er Messias,
og at hann er Frelsari als
heimsins, men teir fara at
skilja tað, helst verður tað
ikki leingi. Tað stendur, at
alt Ísrael skal verða frelst.
Hetta er tað, sum stendur
frammanfyri, tíð heidninga
er skjótt útrunnin, vit eru
komin til síðstu tíðir, ert
tú klárur at møta Jesusi í
skýnum, væntar tú hann sum
Harra og meistara tín, ella er
gudsdýrkan tín lótir og tómt
snakk. Tað, sum umræður
er
at
vera
endurføddur
við trunni á Harran Jesus
Kristus.
Framhald.
Hugleiðingar úr Ápostlasøguni
Richard Danielsen
Mín niðurstøða til skriv
ing tykkara í blaðnum í
gjár, er, at tit fáa dumpi
karakter. Handan upp
gávan má simpulthen
gerast umaftur