mikudagur 14. desember 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðflokkurin hevur profilerað
seg við, at hann er kristiligur,
sosialur og tjóðskaparsinn
aður, men vísir í verki, at hann
er onki av hesum. Fyri makt
og mammon hevur hann selt
virðisgrundarlagið, og er nú
bert vorðin ífylla í Føroya mest
reaktioneru stjórn á nøkrum
sinni.
Homosexsualitetur gjørd
ist í fyrsta umfari kristna
skjaldramerkið.
Og
niður
gering, háðan og forfylging
gjørdist eyðkenni eins og í
totaliterum londum, har tey
homofobisku bæði í halgum,
men eisini í heidnum sjálv
rættvísi, gjørdu tey homo
seksuellu sjúk, og tey homo
fobisku røsk við rætti til at
døma og fordøma tey, ja, eisin
at taka lívið av teimum, sum
vit m.a. bæði hava sæð, hoyrt
og enn kunnu hoyra um. So
galið hevur tað ikki verið hjá
okkum - Guð havi lov fyri tað
- men andin hevur verið og er
tann sami.
Jenis hevur kallað tey
homosexsuellu fyri sjúk og
biðja tey søkja lækna. Hetta
er óbegríbuligt, tí Jenis - sum
lækni - má vita, at tað ikki
eru tey homosexsuellu, men
tey homofobisku - sum hann
og hansara vinir í andanum -
ið bæði kunnu og eiga at fáa
hjálp, tí tílík hjálp finst, og
tað ímóti øllum sløgum av
fobium, um tað er flúgvifobiir,
skúlafobiir, eiturkoppafobiir,
hæddarfobiir ella øðrum fobi
um.
Annars hava minnilutar til
allar tíðir staðið fyri skotum
bert tí, at teir eru minnilutar.
Hitler eirdi ongar minnilutar:
sigoynarar, jødar, homosexsu
ellar, og hann nýtti bæði Gl.
Testamenti og Luther sum legi
timering fyri ógerðunum. Men
tað eru mangir aðrir, ið út frá
religiøsum yvirbevísingum ella
religiøsari legitimering - bæði
heidnir og kristnir - sum hava
verið bølmenni, og har Heim
urin hevði verið nógv betur at
liva í fyri mong, um menniskju
høvdu kunnað verið nevndu
bølmenni fyriuttan.
Religiónssøguliga sæð er
homosexsualitetur
gjørdur
til synd í Gl. Testamenti, fyri
at jødarnir skuldu distancera
seg frá teim umkringliggjandi
heidnu stammufólkunum, ið
praktiseraðu homosexsualitet
í samband við teirru religiøsu
ceremoniir. Og soleiðis skapa
skilna til fleirgudarí og teirra
guðsdyrkan. Jødalæran var
einasta monotheistiska læran
og vildi tí taka frástøðu og
markera aðrar ceremoniellar
hættir til religiøsar samver
ur enn hjá teimum heidnu
polytheistunum. Tann heidni
slangukulturin viðførdi soleiðis
eisini
Gl.
Testamentligar
søgufrásagnir, ið høvdu sama
endamál - frástøðu frá teim
heidnu, - og í tí sambandinum
fáa vit søgurnar um slanguna,
m.a hana um slanguna sum
lokkar Evu at vera ólýðin og
eta av forbodnu fruktunum
á trænum. Meistarin sigur -
mær vitandi - ikki eitt orð um
homosexsualitet, men hin
vegin er hann saman við fleiri
kvinnum, ið var óhoyrt millum
jødarnar tá, og hann verjir
tær móti Gl. Testamentligum
atgerðum m.a. steining. Hví
mundi hann gera tað?
Tann religiøsi ágangurin
vísir seg ikki at hava sin upp
runa úr Meistarans læru. So
ágangin kunnu vit taka frá
støðu frá og biðja um at vera
fyriuttan.
Sum áður nevnt, er tað tjóð
skaparliga eisini selt fyri makt
og mammon. Har hjálpir einki
við at vísa til Bill. At Bill setti
hart móti hørðum og kravdi at
fáa makt. Tí tá Meistarin varð
boðin allan Heimin - og ikki
bert ein landsstýrismannasess
- segði hann ikki: Sikken eitt
tilboð - men: Vík frá mær
...........................- Men tit, tit seldu:
Virðisgrundarlagið frá a - z alt
sum tað var - hvussu kundu tit
gera tað Jenis?
Hvat
skulu
vit
halda?
Verða vit hildin fyri gjøldur?
Ella hvussu? Seld fyri trengri
sosialar rammur og øktan
ójavna. Nei, Jenis - Vík frá
tí reaktionæru og kúgandi
maktini og lat orð og gern-ing
fylgjast. Alt annað er undir
gangssjónleikur
fyri
bæði
religiøsar og verðsligar analfa
betar við hættisligum fylgjum
fyri mong.
Og so er tað tað sosiala.
Fleiri hundraðtals mill. kr. úr
landskassanum og teimum
sosialu kassunum fyri at
fremja ein djúpt asosialan
flatskatt. Hvussu fara einkir og
faðirleys, gomul og sjúk, og tey,
ið annars ongan góðan eiga at
fáa tað undir tykkara leiðslu?
Tað er til at gráta yvir. At geva
seg út fyri at vera vernd teirra
veiku og so fara á ránsferð við
fólkafloksúlvunum er hvør
sítt. Hvussu djúpt kunnu tit
søkka?
Ta religiøsu fundamental
ismuna hava vit vita av og
roynt at liva við, hóast nógv
vita, at fundamentalisma av
øllum handa slag og allastaðni
er skaðilig, tí hon er kúgandi,
einsrættandi og altíð velur at
klippa eina tá og høgga ein
hæl, so fundamentalistiski
skógvurin skal passa. Kristin
dómurin varð bert eitt skálka
skjól. Amen.
Ta
tjóðskaparliga
varð
koyrt í køstin.
Og tað sosiala varð hongt
upp at turka til næsta val.
Lat meg at enda - ikki utt
an orsøk - siga eina søgu, sum
tykist at vera gloymd ella
kanska við vilja er gloymd, tí
hon sigur nakað, sum er illa
dámt serliga millum høgra
kristin í og kanska einamest
uttan fyri kirkjuna: Góðir
gerningar hava so ómetaliga
nógv at siga. Ikki bert í livandi
lívi, men í allar ævir. Søgan
er leysliga endurgivin eftir
minninum og ljóðar soleiðis:
Tá endin er komin, sigur
Meistarin, at hann fer at býta
øll fólkasløg upp í tveir bólkar.
Nøkur til høgru og hini til
vinstru, og so fer hann at tosa
við tey.
Hann fortelur tá teimum til
høgru, at tá Hann hevði verið
svangur, høvdu tey givið hon
um at eta - tá Hann hevði verið
tystur, høvdu tey givið honum
at drekka - tá Hann hevði verið
ókunnugur, høvdu tey hýst
Honum - tá Hann hevði verið
nakin, høvdu tey givið honum
klæðir - tá ið Hann hevði verið
sjúkur og í fangahúsi høvdu
tey vitjað Hann. Og tá tey
spyrja um, nær tey hava gjørt
alt hetta, tá sigur Hann við tey,
at alt tað tey hava gjørt móti
einum av hansara minstu,
tað hava tey eisini gjørt ímóti
honum, og síðani biðjur Hann
tey fylgja sær inn í ríkið hjá
Faðir sínum.
Hini
vinstrumegin
fáa
somu søgu burtursæð frá, at
tey ongantíð hava rakt hond
frá síðu fyri at hjálpa - hvørki
so ella so. Tey vilja vita, nær
tey hava møtt honum, men fáa
at vita, at tað tey ikki gjørdu
móti einum av teimum minstu,
tað høvdu tey ikki gjørt móti
Honum. Og síðani verða tey
víst burtur og inn í myrkri.
Henda álvarsliga søga sigur
okkum so mikið, at tað ikki er
líkamikið ,hvussu vit liva og
láta, og at góðar gerðir ikki
einans eru til vælsignilsi her
og nú. Eitt er vist, at verður
tílikt ikki tikið í álvara, so kann
alt annað gera tað sama. Tí at
vera sosialur og kristin eru
tvær síður av somu søk.
Villleiðingin er fullkomin
Dagfinnur Danbjørg
Kjak
Høvuðsstaðarøkið hevur
mist alt politiskt vald og
vit standa hjálparleys og
hyggja at, meðan lokal
politikkarar í flokk flyta
íløgur frá lívsneyðugari
útbúgving til okkara
ungu í høvuðsstaðnum,
til asfalt í útjaðaranum.
Nýggja
samgongan
hevur valt at raðfesta
veg
til
Viðareiðis
í
staðin fyri skúladepil
í Marknagili. Okkara
kosnu politikarar velja at
at útseta nýggjan skúla
depil í Marknagili fyri at
gera Viðareiðisvegin.
Í
fíggjarætlanini,
sum varð løgd fram fyri
1. oktober, vóru 85 mío.
kr. settar av til skúla-
depilin í Marknagili. Í
fíggjarætlanini, sum er
løgd fram her í desember
mánaða,
er
játtanin
lækkað til 55 mió. kr. Ein
lækking á 30 mió. kr.
Hetta fer at seinka
verkætlanini og at gera
hana dýrari.
Ein má so sjálvsagt
spyrja, hvar eru peng
arnir farnir í staðin?
Tí tað er lítil munur á
samlaða íløgukarminum
á teimum báðum fíggjar
ætlanaruppskotunum.
Játtanin til nýgerð av
vegum er hækkað úr
uml. 43 mió. kr. til uml.
70 mió kr. Nærum øll
játtanin verður brúkt
til vegastubbar í Eystur
oynni og Norðoyggjum.
Samgongan
velur
asfalt framum útbúgv
ing.
Hetta er ein raðfest
ing, sum stórliga und
rar. Serliga í truplum
tíðum
eigur
dentur
at vera lagdur á út
búgving, at so nógv
av okkara ungu sum
møguligt nema sær eina
miðnámsútbúgving.
Jú, pengarnir fara í
staðin til vegagerð til
m.a. Viðareiðis. Í fíggjar
ætlanini eru 15,5 mió. kr.
settar av til farleið til
Viðareiðis.
Tað sæst týðiliga, at
norðingar hava verið til
arbeiðis. Afturat Viðar
eiðisvegnum fær tekn
iski skúli í Klaksvík 5
mió. kr., hóast skúlanum
ikki tørvar fleiri høli.
Klaksvíkar
Sjúkrahús
fær 5 mió. kr.
Landssjúkrahúsið
fær onga hækkan og 30
miljónir verða drenaðar
frá
Skúladeplinum
í
Marknagili, sum verður
útsettur í fleiri ár!
Tvey løgtingsval á rað
hevur sjongurin verið,
at við einum valdømi
fór alt politiskt vald at
verða miðsavnað í høv
uðsstaðnum.
Úrslitið
er tað øvugta: Vit hava
fingið eitt fleirtal av
lokalpolitikarum inn í
løgtingið, sum gramsa
til sín og als ikki síggja
nakra heild. Og teir
politikarar,
sum
um
boða høvuðsstaðarøkið,
snorksova, eisini løg
maður.
Flyta íløgur
frá útbúgving
til asfalt!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Samgong
an vel
ur asfalt
fram um
útbúgving
Fundamentalisma av
øllum handa slag og alla
staðni er skaðilig, tí hon
er kúgandi, einsrættandi
og altíð velur at klippa
eina tá og høgga ein hæl,
so fundamentalistiski
skógvurin skal passa