Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú verða fyrstu ítøkiligu stig­ini tikin til at gera ein stóran bátahyl inni á Sundi. Tað samtykti Tórshavnar Bý­ráð mikukvøldið. Býráðið samtykti at seta eina millión av til at fyrireika arbeiðið. Í hesum sambandi er neyðugt at Landsverk, Inn­ lendis­málaráðið og friðing­ar­ myndug­leikarnir góðkenna ætlan­ina og at ávirkanin á um-hvørvið verður kannað.

 Somuleiðis skulu teldu­ simuler­ingar gerast av kyr­runi í bátahylinum, og bryggj­u­ni á Sundi og tað er alt hetta arbeiðið, hendan millión­in skal brúkast til. Jákup Símun Simonsen, for­mað­ur í Havnanevndini hjá býráðnum, sigur, at fleiri møgu­leikar eru kannaðir, men inni á Sundi er tað væl bílig­ast upp á seg at gera bátahyl, tí har fáast 260 báta- pláss fyri 30 milliónir. Har verður eisini eitt pláss á landi upp á einar 10.000 fermetrar. Syndarligt Tað eru ikki øll í býráðnum, sum eru so fegin um at gera bátahyl á Sundi. Tinglimir í andstøðuni vildu heldur halda fast um æt­lan­ina at gera ein bátahyl í Álakeri. Jan Christiansen dugdi ikki at síggja nakað skil í at byggja ein bátahyl úti í óbygd­um á Sundi, har tað er so ókyrt, at sjálvt stórir, russisk­ir trolarar mugu rýma und­an veðri. Ein bátahylur snýr seg ikki bara um at hava atløgu­ pláss til bátar. - Tað snýr seg sanniliga eisini um at skapa trivnað og eitt livandi umhvørvi. Tí mælti hann til at halda fast um ætlanina at byggja báta­hyl í Álakeri, tí tað er mitt í Havnini og har hevði ein bátahylur verið eitt prýði fyri havnarlagið. - At gera ein bátahyl í Ála­ keri er býarbygging, staðfesti Jan Christiansen. - Tað er syndarligt at gera bátahyl á Sundi, tí sam­stund­ is forkoma vit ætlanini, vit hava arbeitt við í fleiri ár, um at gera bátahyl í Álakeri, legði hann afturat. Í Álakeri ber til at gera báta­hyl til 150 bátar fyri 34 milliónir, sum er áleið sami prís­ur, sum bátahylurin á Sundi til 260 bátar, kostar. Hann mælti eisini til at játta tvær ella tríggjar millión­ir, so at bátahylurin á Signa­bø kann gerast liðugur. Tveir bátahylar Heðin Mortensen, borgar­ stjóri helt, at býráðið bæði eig­ur at halda fram við æt­ lan­ini at gera bátahyl á Sundi og í Álakeri. - Tað hevur gingið seint í Álakeri, tí ætlanin hev­ ur verið leingja brim­garð­in á Argjum 180 metrar og tá mugu frið­ing­ar­myndug­leik­ ar­nir upp í og har er málið strand­að. Men Heðin Mortensen held­ur, at arbeiðið at fyri­ reika bátahyl í Álakeri eig­ ur at halda fram, tí hann held­ur, at tað letur seg væl gera at fáa bátahyl í Ála­ keri, uttan at leingja mol­an á Argjum so nógv, at fri­ðing­ ar­myndugleikarnar skulu upp í. Hann heitti tískil bein­ leiðis á Havnanevndina um at seta ferð á báðar æt­lan­ir­ nar samstundis. Sostatt er líkt til, at báts­ eigarar í høvuðsstaðnum gan­ga gyltum tíðum ímóti. Teir báðir býráðslimirnir í and­støðuni, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen, hildu, at tað er onki trúvirði í eini æt­ lan um at gera tveir báta­hyl­ ar fyri tilsamans 64 milliónir. Jan Christiansen sigur, at kanningar vísa, at verður brim­garðurin á Argjum longd­ur 20 metrar, verður hann kyrrari og so kann báta­hylur eisini gerast í Álakeri. Sjúrður Olsen helt, at máti skal vera við, hvat tað ber til hjá borgarstjóranum at lova borgarunum og hann tók fult undir við Jan Christiansen um bátahylin í Ála­keri. Hann heldur at tað er hol í høvdið at hugsa um bátahyl á Sundi og tí mælir hann til at halda fast um ætlanina at gera bátahyl í Álakeri. aki@sosialurin.fo 64 milliónir til bátseigarar í Havn BÁTAHYLAR Tórshavnar býráð hevur sett skjøtul á at gera stóran bátahyl á Sundi, men borgarstjórin vil eisini hava ferð á arbeiðið at gera bátahyl í Álakeri Hann heitti tískil bein­leiðis á Havna­ nevnd­ina um at seta ferð á báðar ætlanirnar samstundis. Inni á Sundi er tað væl bíligast upp á seg at gera bátahyl Máti skal vera við, hvus­ su væl klaverið kann spæla Tað er syndarligt at gera báta­hyl á Sundi Ein ella tveir Tað er stórur tørvur á bátahylum í Havnini. Men nú verður róð framundir, at Tórshavnar Býráð skal ikki bara gera ein, men tveir bátahylar, men tað heldur andstøðan er veruleikafjart at lova fólki Tað hevur leingi verið stór­ur tørvur á fleiri bát­a­ pláss­um í havn og í løtuni eru 300 bátar á bíðilista, sig­ur býráðið.
 Elstu umsóknirnar eru frá 2001.

 Spurningurin er, hvussu veruligur hesin bíðilistin er, tí summ­ir býráðslimir vísa á, at bíði­ listin eftir grund­stykkj­ um er ikki serliga eftir­ farandi. Tey vænta eisini, at nógv standa bara á bíði­ lista upp á beráð, men høvdu ikki tikið av, fingu tey tilboð um bátspláss. 300 bíða