fríggjadagur 16. desember 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen/ Randi Jacobsen
Fólkaflokkurin
Brandur Sandoy: – Ja, og tað
átti sum heild at verið hugt
eftir lønunum, endurgjaldi
fyri ferðing og øðrum viður
skiftum.
Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttir: Hon hevur onga
greiða meining, men sigur
kortini, at um hini fara niður
í løn, eiga politikararnir at
gera tað sama.
Jóan Magnus Rasmussen:
– Jú, tað skulu vit. Annars
havi eg skilt, at fara tænastu
mannaløninar niður, fara
okkara lønir eisini niður.
Jacob Vestergaard: – Sjálv
sagt skulu vit eisini niður í
løn.
Bjarni Djurholm: – Vit
fylgja tænnastumannaløn
unum, so fara tær niður, fara
okkara eisini.
Rodmundur Nielsen: –
Ja, tað haldi eg er eitt gott
hugskot.
Hanus
Samró:
–
Tað
kunnu vit altíð tosa um.
Jógvan á Lakjuni: Ønti
ikki aftur.
Sambandsflokkurin
Reimund Langgaard: – Tað
eri eg við uppá. Um vit fara
fimm prosent niður í løn,
vigar tað upp imóti tí, sum
vit fáa í skattalætta.
Hann heldur tó, at ting
mannalønin eigur at vera
hampilig, so fólk ikki aftra
seg við at stilla upp. Men
lønin er nú ikki so galin, sigur
hann.
Alfred Olsen: – Vit hava
ikki mótmælt uppskotinum
um at lækka tær hægru løn
irnar, og okkara lønir teljast
millum tær hægru.
Jóna Mortensen: Onga
meining.
Eivind Jacobsen: – Tosi
ikki við Sosialin.
Helgi Abrahamsen: – Ja,
tað haldi eg. Annars eri eg
troyttur av populistiskum
uppskotum og fylgi altíð for
mansskapinum.
Edva Jacobsen: Ógreitt
svar
Fingu ikki orðið á: Rósu
Samuelsen og Bárð Nielsen.
Javnaðarflokkurin
Aksel V. Johannesen: – Sjálv
andi skulu vit tað. Politik
ararnir mugu liva undir somu
treytum sum onnur.
Henrik Old: – Eingin
trupulleiki frá mínari síðu.
Rigmor Dam: – Sjálvandi
skulu politikararnir ganga
undan, bæði við at lækka
løn, um tað skal gerast,
ferðaeftirgjald og eftirløn.
Løgtingið átti heldur ikki at
viðgjørt sínar egnu lønir.
Eyðgunn Samuelsen: –
Fyri tað fyrsta má eg siga,
at løgtingið eigur at halda
seg frá at viðgera lønir. Men
verður tað gjørt, skulu vit
sjálvandi ganga undan.
Gerhard Lognberg: – Sjálv
andi skulu vit ganga undan.
Vit kunnu ikki loyva okkum
at kvokkroyta onnur, og ikki
sjálv missa.
Kristin Michelsen: – Tí
havi eg einki imóti. Tá ið
sparast skal, má tað raka øll
í samfelagnum. Tosað verður
um at lækka hægri lønirnar,
og vit eru í hægri lønarlag
num. Sjálvandi skulu okkara
lønir ávirkast.
Sjálvstýrisflokkurin
– Sjálvandi skulu vit tað.
Fara tænastumannalønirnar
niður, fara okkara tað eisini.
Sjálvstýriflokkurin
legði
uppskot fram um at lækka
tingmannalønirnar, og tað
uppskotið halda vit fast við.
Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu: – Vit hava
sæð í øðrum londum, at líkn
andi er gjørt. Tað kundi eg
avgjørt tikið undir við og
víst samfelagssinni. Annars
taki eg ikki undir við, at al
mennnu
sáttmálalønirnar
verða lækkaðar við lóg.
Sirið Stenberg: – Um
skattalækkningin
verður
galdandi fyri øll, koma vit
sjálvandi undir somu treytir.
Kristina Háfoss: – Vit
kunnu ikki krevja meira av
øðrum, enn vit sjálv kunnu
ganga við til. Ikki bara eigur
at verða hugt eftir lønum
okkara, men eisini eftir teim
um ymisku eftirlønunum,
og tingfólk eiga at fáa somu
koyripengar sum onnur.
Høgni Hoydal: – Eg hevði
so avgjørt einki havt ímóti tí,
og tað átti eisini at verið gjørt
nakað við ferðapengarnar og
við eftirlønina hjá politik
arunum.
Bjørt Samuelsen: – Eg
taki ikki undir við at seta
fólk vilja
niður í løn
fólk vilja
Løgtings-
So at siga alt løgtingið er fyri
at vera fyrimynd og fara niður
í løn, um hægst løntu almennu
starvsfólkini noyðast tað