Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen / Randi Jacobsen Fýra prosent niðurskurð til tey hægst løntu innan tað almenna. Tað er útgangsstøðið hjá Fíggjarmálaráðnum í lønar­ samráðingunum við alment lønt starvsfólk. Nú kann sjálvandi verða ført fram, at verður hetta úrs­litið, so fara politikarar av sær sjálvum nevndu fýra pro­sentini niður í løn, tí tingfólk og landsstýrisfólk fylgja lønarlagnum hjá tæn­astu­monnum. Kortini hevur Sosialurin gjørt eina spurnarrundu millum tingfólk, um tey vilja fara hesi nevndu prosent niður í løn, sjálvt um almennar lønir ikki minka. Og her er ein stórur meiriluti fyri at ganga á odda sum ein góð fyrimynd. Onnur vísa tó til, at fer almenna lønarlagið niður, so fylgja ting- og landsstýrisfólk við av sær sjálvum. Men tað er í grundini hug­vekjandi, at sjálvt garv­ að tingfólk at síggja til onga meining hava um ein so einfaldan spurning: TEKUR TÚ UNDIR VIÐ, AT LØNIN HJÁ TING- OG LANDSSTÝRISFÓLKUM LÆKKAR EINI 5% – FYRI AT VERA GÓÐ FYRIMYND? Útvið fjórðingurin av teimum, sum Sosialurin fekk orðið á, vísti til lønarskipanina hjá tænastumonnum, sum løgtings- og landsstýrisfólk fylgja. Summu av teimum ný­ valdu tordu onga sum helst meining at hava, fyrr enn tey høvdu konfererað við hægri maktir – og summi sjálvt ikki aftan á tað. Og so dugdi onkur ikki van­ligan fólkasið og hirdi ikki at svara fólki aftur (sí aðra grein á síðuni). Markant broyting Bert eitt av teimum 31 ting­ fólkunum, vit fingu fatur á, segði seg ikki taka undir við einum slíkum uppskoti, og tað skarar fram úr úrslitinum eftir líknandi spurnarrundu 1. september í fjør. Tá vóru bert 12 fyri at fara niður í løn og 16 ímóti. Men av teimum 16, sum søgdu nei í september í fjør, eru bert fimm eftir, og eingin teirra sigur nei í dag. Av ja-sigarunum eru eisini fá eftir, somuleiðis fimm. Bæði tey, ið ikki vildu svara, eru farin úr tinginum, meðan tey trý, sum vit ikki fingu fatur á til spurnarrunduna, heldur ikki eru at finna í Tinginum í dag. Tað kann tí staðfestast, at nýggja løgtingið hevur broytt støðu heilt markant, mótvegis gomlu tingmanningini. Ein samanteljing av teim­ um spurdu vísir, at 18 uttan at blunka vilja taka ein lønarniðurskurð, og harvið ganga á odda sum góðar fyrimyndir. Sjey vísa til, at tingmannalønirnar fylgja tænastumannalønunum (og svaraðu harvið reelt ikki upp á spurningin), meðan bert ein tinglimur segði eitt ítøkiligt nei. Fýra vildu ikki svara ella góvu eitt ikki-svar, meðan tað ikki eydnaðist at fáa fatur á trimum. Spurnarrundan vísir, at tað fyri ein stóran part er andstøðan, sum gongur á odda í spurninginum. Javn­ aðar­flokkurin hevur fimm ja, og ein vísir til skipanina. Tjóðveldi hevur fýra ja, eitt til skipaninan og eitt nei. Framsókn tvey ja, Mið­ flokkurin eitt ja. Í Sam­band­ inum vóru bert tvey ja, men har er at leggja til merkis, at tey trý, vit ikki fingu fatur á, øll vóru úr Sambandinum. Har vísti ein til skipanina, meðan tvey vóru ikki-svar. Og Fólkaflokkurin hevði fýra ja, tvey vístu til skip­ an­ina, meðan tvey ikki svaraðu. ja nei skipan ikki fatur á ikki-svar Fólkaflokkurin Brandur Sandoy X Elsebeth M. Gunnleygsdóttir X Jóan Magnus Rasmussen X Jacob Vestergaard X Bjarni Djurholm X Rodmundur Nielsen X Hanus Samró X Jógvan á Lakjuni X Sambandsflokkurin Reimund Langgaard X Alfred Olsen X Jóna Mortensen X Eivind Jacobsen X Helgi Abrahamsen X Rósa Samuelsen X Bárður Nielsen X Edva Jacobsen X Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen X Henrid Old X Rigmor Dam X Eyðgunn Samuelsen X Gerhard Lognberg X Sjálvstýrisflokkurin Jógvan Skorheim X Tjóðveldi Páll á Reynatúgvu X Sirið Stenberg X Kristina Háfoss X Høgni Hoydal X Bjørt Samuelsen X Gunvør Balle X Miðflokkurin Jenis av Rana X Bill Justinussen X Framsókn Poul Michelsen X Janus Rein X Soleiðis svaraðu tey: Annan hugburð til lønir Ein spurnarrunda millum løgtingslimir vísir, at ein stórur meiriluti tekur á seg ein lønarniðurskurð, fyri at ganga á odda sum góð fyrimynd al­mennar lønir niður, men verður tað gjørt, skal sjálv­ andi tað sama henda við okk­ ara lønum. Gunvør Balle: – Nei, tað hevði eg ikki. Partvís tí, at eg eri grundleggjandi ósamd við politikkinum hjá sam­ gonguni, og partvís tí, at løg­ tingsstarvið er eitt virðiligt starv, og tí skal hava eina virðiliga løn. Miðflokkurin Jenis av Rana: – Eg hevði ongar trupulleikar havt við at farið niður í løn. Tað hevði ikki verið meira enn rímiligt. Bill Justinussen: – Eg havi sum so onga viðmerking, men verður úrslitið ein niður­ skurður á almenna markn­að­ inum, so góðtaki eg tað. Framsókn Poul Michelsen: – Tað er eingin ivi í míni verð, at vit skulu niður í jørð. Hatta hava vit altíð gjørt í míni fyritøku, at tá minni hevur verið til, er leiðslan fyrst farin niður í løn. Vit kunnu ikki krevja, at onnur fara niður í løn, um vit ikki gera tað sjálv eisini. Janus Rein: – Ja, tí hevði eg tikið undir við.