Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Heðin Mortensen eigur ikki bara at sita uttanfyri og finnast at øllum. Tað heldur andstøðan í Tórshavnar Býráði. Á fundi mikukvøldið ætl­ aði andstøðan í býráðnum at kroysta borgarstjóran upp í nevndina í SEV. Helst var tað eisini ein roynd at seta kílar í sam­ gong­una í býráðnum. Men hvørki eydnaðist! Annars er tað Marin Katrina Frýdal, sum umboðar Tórs­havnar Kommunu í nevndini í SEV. Men andstøðan heldur, at tað kann ikki vera rætt, at borgarstjórin bara situr uttan fyri og finnast at øllum, sum nevndin í SEV ger. – Við hesum finnist borg­ arstjórin eisini at øll­um tí, sum hansara egni nevndar­ limur ger. Tað, sum býráðslimirnir úr andstøðuni sipa til, er, at Heðin Mortensen hevur bæði í fjør og í ár hevur funn­ ist hvassliga at teimum prís­ hækkingum, sum SEV hevur ætlað at seta í verk. Ómetaliga óheppið Bogi Andreasen, vara-borgar­ stjóri, vildi hava býráðið at viðgera spurningin um hvør skuldi umboða kommununa í nevndini í SEV. Hann heldur ikki, at kunn­ingin frá Onnu Katrinu Frýdal er nóg góð og hann heldur, at tað er ómetalga keði­ligt, at Tórshavnar bý­ ráð altíð skal tosa við fleiri tungu­m, tá ið avgerandi spurn­ingar eru á skránni í SEV. Hann vísti á, at í fjør var rok í býráðnum um prís­ hækk­ingina hjá SEV. Og nú SEV aftur ætlar at hækka prísin, stendur býráði aftur í somu støðu í ár, har bý­ráðslimir eru rúkandi ósamd. Bogi Andreasen heldur, at hetta er eitt heilt ómetaliga óheppið fyri trúvirðið hjá bý­ráðnum. Hann heldur, at Hetta er ein ómetaliga løgin støða at tað er so stór ósemja í býráðnum og tí vil hann hava eina nevndarlim í SEV, sum megnar at savna býráðið, so at tað kann standa sum ein maður. Hevði aldrin gingið ­– Tað hevði aldrin gingið í einum privatum virki, at eig­ arin og nevndarlimur vóru rúk­andi ósamdir, førdi Jan Christiansen fram. – Hetta er ein ómetaliga løgin støða, legði hann aft­ ur­at. – Heðin Mortensen kann ikki annað enn at taka av til­ boðum um at umboða Tórs­ Royndu at trýsta Heðin Mortensen upp í SEV ÁBYRGD Borgarstjórin í Havn eigur sjálvur at fara upp í nevndina í SEV og taka ábyrgdina, heldur enn bara at sita uttanfyri og finnast at øllum, sum SEV ger, heldur andstøðan í Tórshavnar Býráði Tá ið aðalfundur verður í SEV mánadagin, fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at leggja upskot fram um at prísurin á streymi skal hækka 5-10 oyru fyri kilo­watt tíman. Tað váttar hann fyri Sosial­inum. Hann hevur áður ført fram, at tað er alt ov nógv at hækka prísin á streymi 25 oyru fyri kilowatt tíman, soleiði sum SEV ætlar. Tí hevur hann arbeitt við einum uppskoti um eina eina nógv lægri prís­ hækk­ing. – Eg havi lagt meg á eina príshækking upp á ímillum 5 og 10 oyru og tað verður hetta, eg fari at skjóta upp á aðalfundinum í SEV, sigur hann fyri Sosialinum. Hann heldur, at tá hevur hann verið heilt sámuligur. Hann vil ikki fara púra í baklás og nokta heilt fyri eini príshækking. – Men hjá mær er ongin ivi um, at prísurin skal ikki hækka meiri enn 5-10 oyru, leggur hann afturat. Hann sigur, at hetta fer at geva SEV eitt hóskiligt skotbrá til nevndin, sum er sett at koma við uppskoti um framtíðar bygnaðin hjá SEV, verður liðug við sítt arbeiði í vár. – Tað er ongin orsøk at leypa á bláman við eini ógvusligari príshækking í óðum verkum, fyrrenn vit hava fingið greiði á, hvussu SEV skal verða skipað fram­ yvir, heldur Heðin Mort­ ensen. Seinasta Í KvF í gjárkvøldið upplýsti Elveitingareftirlitið í KvF, at SEV sleppur at hækka prísin á streymi 15 oyru. Tað heldur Elveitingar­ eftirlitið er nóg mikið, men sambært SEV merkir tað, at so verður neyðugt at hækka prísin aftur í 2013 Streymurin kann hækka 5-10 oyru Seinastu ferð at prísurin hækkar Sleppur SEV at hækka 25 oyru fyri kilowatt tíman nú, soleiðis sum ætlanin er, verður ikki neyðugt við fleiri príshækkingum hesi næstu árini. Tað sigur Marin Katrina Frýdal, nevnd­ ar­limur í SEV, eftir bý­ ráðs­fundin miku­kvøld­ ið. Men hon leggur afturat, at sleppur SEV ikki at hækka prísin, 25 oyru nú, verður aftur neyðugt við fleiri príshækkingum næsta ár. – Samstundis verð­ ur neyðugt at drála við út­byggingum, sum fara at gera okkum leysari av oljuni. Tað er nettupp tann støðugt hækkandi olju­ prísurin, sum er høv­ uðsatvoldin til, at tað er neyðugt at hækka prísin. – Og skjótari, vit fáa lagt um til varandi orku, skjótari kann SEV spara olju og tálma prís­inum á streymi, leggur hon afturat. Hetta er ein ómeta­ liga løgin støða Tað er ómetaliga keði­ligt, at Tórshavnar býráð altíð skal tosa við fleiri tungum