Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 havnar Kommunu í nevnd­ini í SEV. – Ger hann ikki tað, má hann samstundis halda upp at at finnast at øllum tí, sum Marin Katrina Frýdal ger í nevndini, legði hann afturat. Hann heldur, at vil Býráði hava Marin Katrinu Frýdal at halda fram í nevndini í SEV, eigur hon at fáa frið at arbeiða. Sjúrður Olsen var samdur og hann skeyt rætt og slætt upp at velja borgarstjóran sjálvan í nevndina í SEV. Órógv Afturímóti hesum skeyt Jógv­an Arge upp at velja Marin Katrinu Frýdal aftur í nevndina fyri SEV. Annars vóru býráðs­lim­ ir­nir úr samgonguni ikki ser­liga hugaðir at taka lut í orða­skiftinum, tí ongin av teim­um tók orðið. Tað var týðiligt, at hetta elvdi til órógv í býráðnum, tí borgarstjórin mátti niður­ leggja fundin og biðja um um­hugsunnartíð. Eftir ein steðg upp á eitt korter, varð fundurin tikin upp aftur og tá ið atkvøtt varð um, hvør skuldi vera nevndarlimur í SEV, fekk Heðin Mortensen bara fimm atkvøður úr andstøðuni. Sostatt vildi Heðin Mort­ ensen ikki atkvøða fyri sær sjálvum. Hinir sjey býráðslimirnir, og borgarstjórin sjálvur, at­ kvøddu fyri Marini Katrinu Frýdal og sostatt heldur hon fram í nevndini í SEV. aki@sosialurin.fo – Vit hava eina politiska avtalu og hana ætli eg at halda meg til. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at tað var orsøkin til, at hann ikki tók av tilboðnum um at verða nevndarlimur í SEV, soleiðis sum minnilutin í Tórshavnar Býráð skeyt upp á fundi mikukvøldið og soleiðis sum vit hava greitt frá í aðrari grein her á síðuni. Avtalan, hann sipar til, er avtalan í samgonguni um, at Marin Katrina Frýdal skal umboða Tórshavnar Býráð í SEV. Kortini ásannar hann, at Tórshavnar Býráð og umboðið hjá býráðnum í nevndini í SEV, draga ikki somu línu. Borgarstjórin hugsar serliga um ætlaðu príshækkingarnar, sum Marin Katrina Frýdal hevur góðtikið í nevndini í SEV, men sum hann ikki kann góðtaka. Og tað er hann, sum umboðar kommuna á aðalfundinum í SEV, tá ið atkvøðast skal um príshækkingina. Men Heðin Mortensen væntar, at Marin Katrina Frýdal fer at lurta meiri eftir viljanum hjá býráðnum framyvir. – Ger hon ikki tað, hava vit eina spildurnýggja støðu, sum vit mugu taka upp tá, sigur borgarstjórin. Marin Katrina skal lurta – Eg fekk fulla álitis­ váttan frá samgonguni í Tórshavnar býráði, eisini frá borgarstjóranum. Marin Katrina Frý­ dal, sum umboðar Tórs­ havn­ar Kommunu í SEV, er nøgd við úrslitið av bý­ráðsfundinum miku­ kvøldið. Har varð hon aftur­ vald í nevndina í SEV, hóast andstøðan vildi hava Heðin Mortensen í nevndini, soleiðis sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni. – Úrslitið var, at eg fekk fulla álitisváttan. Eisini borgar­stjórin hevur álit á mær og vil hava meg at halda fram í SEV, sigur Marin Katrina Frý­dal. Kortini dylir hon ikki fyri, at tað er lít­ið hugaligt, at Heð­in Mort­ ensen er so at­finn­ing­ arsamur ímóti henn­ara arbeiði í nevndini í SEV. – Tað er óhugaligt, at borgarstjórin mangan er so kvikur at skjóta okk­ ara arbeiði niður, leggur hon afturat. – SEV er í eini støðu, sum er alt ov álvarlig til at hon verður brúkt í ein­um politiskum spæli, leggur hon afturat. Ein stór ábyrgd Marin Katrina Frýdal sig­ ur, at sjálvandi umboðar hon kommununa í SEV. – Men eg eri eisini undi­rløgd eini lóg og eftir lógini skal SEV tryggja eina støðuga streym­veiting. – Tað er ein stór ábyrgd, sum má takast í størsta álvara, tí tað er ongin ivi um, hvør fær skyldina, skuldi tað gingið galið - og tað verð­ ur SEV. Annars heldur Mar­ in Katrina Frýdal, at tað er alneyðugt, at komm­ unurnar standa saman um SEV. – SEV er tann sam­ haldsfasta lívæðrin í samfelagnum, men tað er eisini greitt, at tað eru kreftir í polit­isku skipanini, sum hava hug at einskilja streym­ veitingina. – Men tað verður streymurin hvørki bílig­ ari ella tryggjari av og í øllum førum hevði tað verið ein stórur vansi fyri útjaðaran, tí eitt privat EL felag fer ikki at hava somu veitingartrygd, sum SEV hevur, leggur hon afturat. Fekk fulla álitis­ váttan Tað hevði aldrin ging­ ið í einum privatum virki Órógv Mikukvøldið royndi andstøðan í Tórshavnar Býráðið at seta kílar í samgonguna, men tað miseydnaðist, hóas tað elvdi til órógv eina løtu