Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tansania: Eftir at hava verið heima í fleiri mánaðir, eru trúboðarahjúnini Beinta og Havstein Klein og børn­ini farin avstað aftur til Tansa­ nia. Í býnum Kiabakari, har norð­uri í Tansania virka tey sum trúboðarar. Tey hava verið í Føroyum síðani í summ­ar í samband við, at tey fin­gu dóttrina Elisabet, men fóru út aftur 30. november. Í Kiabakari heldur Hav­ stein fram við at undirvísa á bíbliuskúlanum har. Tey bæði eldru børnini, Dina og Lassi, verða undirvíst av Hans Karl Højgaard, sum fer avstað 6. januar. Dina og Lassi hava gingið í Miðvágs-Sandavágs Skúla ímeðan tey hava verið í Føroy­um. Aftur til Kiabakari Vágur: Ein jólastova er nú latin upp í mitt í býnum. Tað eru tær báðar Ingun Poulsen og Mai-Britt Vinther, sum standa fyri hesum. Runavík: Bjørg Rasmussen verður dagrøktarleiðari í kommununi í 2012. Hon hevur starvast sum dagrøktari og er annars útbúgving sum námsfrøðingur. Vágur: Í kvøld klokkan 18 bjóðar Musikkskúlin í Suðuroy til jólakonsert við hølunum hjá Musikkskúlanum í Framtíðini. Næmingar í ymiskum aldursbólkum fara at spæla jólasangir. Runavík: Annika Klein er sett sum avloysari á Kunningarstovuni. Hon avloysir Herbjørg Jøkladal, sum er í barnsburðarfarloyvi hetta næsta árið. Tøknin og arbeiðshættir broytast dag frá degi, og í dag eru møguleikiar, ið ikki vóru fyri stuttari tíð síðan (Niels Olaf Eyvindsson, varaborgar­stjóri um Hvalbiar­ tunnilin) Nú letur ungdóms­ húsið upp Oyri: Nú er komið und­ ir land at rigga gam­la Garn­húsið til sum til­ halds­stað hjá ung­dómi­ num í kommu­nuni. Tey ungu hava sjálvi gjørt ein part av arbeiðinum at laga húsið til nýggja virks­emið, og hava so­ statt sett sín dám á teirra ungdómshús. Nú er klárt at lata upp, og verður gjørt í kvøld klokkan 19. Byrj­ að verður av álvara frá mikudegnum hin 28. desember. Vanliga verð­ur opið mikukvøld frá klokkan 18 til 22 og fríggja­kvøld frá klokkan 19 til 24. - Ætlanin er at hava eina almenna mót­tøku í januar mán­aði, sigur leiðar­in í ung­dóms­ húsi­num, Anja á Bø við heima­síðuna hjá Sunda kommu­nu. Tilboðið er ætlað teim­um, sum eru byrjaði á framhaldsdeildini og upp til 18 ára aldur. Eiði: Komandi ár kunnu fólk í Eiðis kommunu gleða seg til eitt lægri skatta­ prosent Á seinasta fundi sínum sam­tykti bygdaráðið fíggjar­ætlan­ina fyri 2012, og javnvigar hon við 18,5 millió­num krónum. Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot til viðgerðar, um at lækka skatta­pr­o­sentið við 0,25 pro­senti. Tá hetta kom við atkvøðugreiðslu var bert ein atkvøða fyri og tríggjar ímóti. Tí verður tað fram­ vegis 21 prosent í 2012 og barna­frádrátturin 6000 krónum. Hugsandi er, at meiri skattur fer at koma inn næsta ár, nú ætlanir eru um at lata Norðís upp aftur. snorri@sosialurin.fo Ætlaðu at lækka skattaprosentið kring landið