fríggjadagur 16. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Óli Jacobsen
Hans
Christoffer
Wenningsted
Tórgarð var føddur í 1885. Hann
vaks upp á Tórgarði. Pápin var
fiskimaður, og tey livdu av útróðri
og jarðarbrúki á stóru Tórgarðs
trøðni. Sum ungur drongur fór
Hans í timburlæru hjá Dia í Óla
stovu, sum var pápi Kristian Djur
huus, ið seinni gjørdist løgmaður.
Hetta kann hava gjørt sítt til, at
Tórgarð seinni gjørdist virkin
sambandsmaður bæði á løgtingi
og í býráði.
Í 1907-08 var hann á háskúlanum
í Vallekilde, har hann stóð sveina
royndina. Síðani var hann í meist
aralæru á Falster og arbeiddi síðan
eina tíð hjá einum donskum arki
tekti. Umleið 1910 kom hann aftur
til Føroya at virka sum helst fyrsti
arkitektur í Føroyum.
Hansara fyrstu tekningar kunnu
tíðarfestast til 1909 og tær seinastu
til 1957, árið hann doyði. Talið av
skrásettum tekningum hjá Tórgarð
eru ikki færri enn 1.392.
Tórgarð framdi nógv og torfør
stórverk. Óivað størsta og mest
krevjandi uppgáva hansara var Dr.
Alexandrines Hospital, sum varð
bygt árini 1921-1924.
Minningarorð í
Dimmalætting
Hósmorgunin varð H.C.W. Tórgarð
arkitektur heimkallaður aftaná
drúgva sjúkralegu, 71 ára gamal.
Longu á ungum árum, tá ið hann
var í timburlæru, sýndi hann sjáld
samar sjálvstøðugar gávur. Hann
var eins títtur í hondunum til at
tekna sum at smíða, og hartil hevði
hann ríkan listarans, sum helst
hevði ført til nógv meira, høvdu
ráðini verið til tað.
Tann stóra røringin, sum íbirtist
í tíðini um 1906 og helt á árini
aftaná fleyt mest sum bara omaná.
Men unglingar vóru ímillum, sum í
staðin fyri at gerast vónbrotnir av
øllum tí tóma málageipi, tóku seg
saman og bendu tað besta í rør
ingini at praktiskum virki. Millum
hesar var Hans á Tórgarði, sum
hann vanliga var róptur í Havn.
Saman við samhugaðum ungum,
til dømis tí serhegnisliga Magnus á
Kamarinum, stovnaði Hans fyrsta
vetrarskeið í tekning.
Undirvísingin í hesum skeiði,
sum var fyrsti kvøldskúli í Føroyum,
kom at roynast ungum føroyskum
handverkarum til stóra hjálp seinni
í tíðini. Men um somu tíð búnaðust
teir ungu sjálvbodnu lærarar eisini
munandi í kynstrinum í Føroyum,
sum alla staðni vuksu í stórum
fólks krøv til betur hóskandi hús
enn tey, sum forfedrarnir bygdu.
Men Hans sá tað vakra og til
náttúrina samtykkiliga í tí gamla
byggingarlagnum. Hann setti sær
fyri at skipa ein arkitektur, sum
bæði kom teimum nýggju nútíðar
krøvunum á møti og fasthelt sam
bandið við gamalt byggingarlag.
Hann gav í hesum sambandi út
bókina “Føroysk hús”.
Hann hevði altíð ans fyri al
mennum viðurskiftum. Hann var
ikki bert virksamur innan býráðið
í føðibýi sínum, har hann, nú hann
doyði, sat í teirri teknisku nevndini.
Hann var býráðslimur í 21 ár. Hann
var eisini eitt stutt áramál (1918-
1924) limur av Føroya Løgtingi vald
ur av Sambandsflokkinum í teirri
tíðini hesin flokkur var mentur at
seta tveir umboðsmenn inn á ting
í Suðurstreym.
Hóast lagnan royndist honum
tung, tyngri enn mongum øðrum,
átti Hans kortini lívstreysti sum
fáur. Og íðin var hann allar dagar,
antin streymurin rak við ella
andstroymt var. Sjálvt nú, hann
visti, at dagar hansara vóru taldir,
gav hann seg ikki undir kostirnar,
men var ótolin at koma fram aftur
fyri at halda fram við stórarbeiðum,
ið vóru í gongd ella stóðu fyri at
skula gerast.
H.C.W. Tórgarð var íðið og ágrýtið
fólk, og tað gevur ikki bara vinir í
lívinum. Men eingin er hann, sum
ikki við deyðsboðunum av honum
kennir á sær, at við honum fór eitt
sindur av tí sermerkta við tí gomlu
Havnini í grøvina.
Og tað nítir.
Georg L.Samuelsen
Dagblaðið skrivaði
Hóast tað ikki kom óvæntað, kend
ist tað sárt, tá deyðsboðini av
H.C.W. Tórgarð arkitekti frættust
mánadagin, og fløggini vórðu drigin
á hálva stong.
71 ár verður ikki hildin at vera
høgur aldur nú á døgum, og Tórgarð
var hartil so virkisfúsur og livandi
av sinnalag, at ein neyvan hugsaði
um aldur í samband við hann.
Við teirri fjølbroyttu vitan og
kunnleika Tórgarð hevði til fyri
reikan og stjórnan av arbeiðs
fyritøkum av ymiskum slag, var
tað bert náttúrligt, at eisini hitt
almenna í mong ár gjørdi nýtslu av
hansara ótroyttandi arbeiðsmegi.
Sum menniskja var Tórgarð
ein hollur vinur hjá teimum, sum
høvdu ta eydnu at læra hann at
kenna. Vinsælur vitugur og skemt
ingarsamur dugdi hann at seta dám
á eina samrøðu, og hóast hann altíð
hevði “sine meningers mod”, átti
hann hetta ríka og fatandi lyndi,
sum gjørdi løtur saman við honum
eins og sólglottar, ið ein fegin vil
minnast aftur á.
Ættin
H.C.W. Tórgarð giftist við Valborg
Eide í Verkstað í Nólsoy, f. 18.10.
1888. Hon doyði bert 39 ára gomul
tann 26.10. 1927.
Børnini vóru:
Jens (1920-2007). Búði og giftist
í Danmark við Karen Johanne
Simonsen. Tey fingu 3 børn.
Axel (1923-2011). Kendur sum
prestur, skald og sum fyrsti stjóri í
útvarpinum. Giftist við Margrethu
Danielsen úr Miðvági. Tey fingu 3
børn.
Poul Andreas Eide (1923-1970.)
Hann var tvíburabróður Axel. Vaks
upp hjá mostir síni Mariu Eide. Var
kendur sum ein framúr kvøðari.
Giftist við Hjørdis Thomsen av
Geilabø í Norðragøtu. Tey doyði
bæði í besta aldri. Tey áttu 2 børn.
Martin f. 1925. Er eisini kendur
sum ein framúr kvøðari og hevur
fingið fleiri virðislønir fyri tað.
Giftist við Signhild Jacobsen úr
Nólsoy. Tey fingu seks børn.
Hansemann
(1927-1994).
Var
handilsmaður og undangongumað
ur at geva út plátur við føroyskum
tónleiki. Giftist við Onnu Elisabeth
Poulsen úr Øravík. Tey fingu ein
son.
Elinborg (1917-2001). Var gift við
prestinum Salomon Joensen. Tey
fingu 3 børn.
Anna (1918-2008). Giftist við
Arna Brattaberg í Vági. Tey fingu
seks børn.
Egon Hansen skrivar í síni
Nólsoyarsøgu, at eitt eyðkenni
fyri fleiri í Eideættini er listarligar
gávur innan sang, kvøðing og frá
søgukynstur. Tað tykist, sum hetta
serliga kemur til sjóndar í Tórgarðs
ættini. Mangt bendir á, at hetta fyri
ein part er arvur av Lambamýri í
Nólsoy.
olijacobsen@olivant.fo
Tórgarð: Tann stóri
byggimeistarin
Tórgarð er eitt sera kent navn í Føroyum innan ymisk øki. Í dag er tað serliga innan mentan, men tann
upprunaligi Tórgarð var kendur sum byggimeistari og arkitektur
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá ættini hjá Rasmus á
Háskúlanum í kirkjugarðin
um
VALBORG W-TÓRGARÐ
DEYÐ 26. OKTOBER 1927
39 ÁRA GOMUL
H.C.W. TÓRGARÐ
ARKITEKTUR
DEYÐUR 18. MARS 1957
71 ÁRA GAMAL
Valborg og Hans Chr. Tórgarð
Børnini hjá Valborg og Hans Chr. Tórgarð:
Aftanfyri. Vinstru megin frá: Hansemann, Martin, Elinborg, Aksel.
Frammanfyri: Anna, Jens, Poul