fríggjadagur 16. desember 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir at hava verið nývald ting
kvinna í knappan mánað, má eg
viðganga, at hetta hevur verið tað
mest surrealistiska tíðarskeiðið í
lívi mínum. Uggi meg tó við, at fólk
við drúgvari politiskum royndum
enn eg eru púra samd: Her ræður
fullkomið lógloysi - ja, anarki!
Meðan landið alt ballar seg í mjúk
an, hvítan vetrarbúna, átti jóla
friður at valdað um bý og ból. Men
so er hvørki kring landið, á tingi ella
í landsstýri, har konur og menn eru
farin undir eina miðvísa tilgongd,
sum skal avmontera føroyska væl
ferðarsamfelagið, sum fólkið hevur
bygt og goldið fyri hesa seinastu
øldina.
Í grannalondum okkara fyrireika
tey seg til at heimsumfatandi
ódnarveður við higartil óhoyrdum
avleiðingum
og
avbjóðingum.
Alheims
búskapar-,
veðurlags-,
valds- og orkukreppa valdar. Alt
slíkt, sum vit onga ávirkan hava
á. Onkur spáar ragnarok, onnur
bara djúpa heimskreppu. Í hesum
londum hava tey bara eitt mál: At
minka um hallið í búskapinum.
Og hvussu fyrireika føroyskir
valdsharrar okkum til hesa støðu?
Við at skapa tryggleika í fólkin
um, vísa fíggjarliga ábyrgd og
politiskt støðufesti? Nei, so als
ikki. Her verður bæði vaksið um
landskassahallið við nærum 300
milliónum OG vælferðarsamfelagið
verður avmonterað - alt í einum og
sama tiltaki, nevniliga við smak
leysa og ófíggjaða skattalættanum
til tey, sum eru best fyri framman
undan - við pengum frá pensjóns
uppsparingini hjá teimum, sum
høvdu vónir um lívsgóðsku í ellis
árum, og sum av røttum hava tørv á
einum lætta, her í heimsins dýrasta
landi.
Hevur fólkið valt hesa leið? Nei,
undirtøkan
fyri
flatskatti
og
skatting av pensjónini var als
ikki til staðar í nýggjastu mein
ingskanningini: Og her er vert at
minnast, at kanningin varð gjørd..
-
áðrenn flatskatturin og pen
sjónsskattingin hevði verið fyri
á tingi..
-
áðrenn tað gjørdist greitt, at
pensjonistar fara at missa 1400
kr. um mánaðin verður pensjónin
skattað við inngjaldi..
-
áðrenn tað var greitt, at upp
skotið varð framleitt undir
protest og við tænastuboðum
frá landsstýrismanninum..
-
áðrenn ríkisumboðið hevði verið
uppi á tingsins røðarapalli og
biðið um longri skotbrá..
-
áðrenn tað var greitt, at starvs
fólkini í heilsuverkinum verða
blakað úr pensjónsgrunninum
PKA á nýggjárinum..
-
áðrenn hópurin av ósvarðaum
spurningum
fyltu
tingsalin
og fíggjarnevndarhølið undir
viðgerðini av uppskotunum.
Er hetta lov? Ja, formelt er onki
lógarbrot framt.
Men her er talan um eitt, ja fleiri,
demokratisk lógarbrot, og tekin
um óvanliga vánaligt, ja, óbúgvið,
politiskt handalag. Tí væl kann tað
vera, at hesir, sum nú troka eina
nýggja og kollveltandi skattaskipan
oman yvir fólkið, formelt eru
fólkavaldir.
Men: Fólkið hevur ikki valt flat
skatt, og fólkið hevur ikki valt, at
eftirlønirnar skulu skattast við
inngjaldi.
Men hví slíka øsing, spyr onkur
kanska. Er hetta ikki bara ein partur
av tí vanliga politiska spælinum
- ein til tín og ein til mín og so
framvegis? Her er einfalda svarið,
at nei, hetta er ikki vanligt politiskt
spæl. Hetta er at fara langt út um
mark. Hetta snýr seg um somikið
umfatandi
samfelagsbroytingar,
at tær eiga ikki at verða framdar
við so lítlari undirtøku, sum Fólka
flokkurin fekk til valgið, og slett
ikki í so stórum skundi, sum talan
er um her.
Sum Jóanes Nielsen segði undir
risastóru og ísakøldu mótmælis
gongini, sum rakk líka av Farstøðini
og niðan á Vaglið,
"Tað tók BADH einans 14 dagar at øsa
alla okkara tjóð: í fyrsta lagi við at
innføra flatskatt; í øðrum lagi við at
skatta inngjøldini av pensjónunum;
í triðja lagi fyri at biða danir um at
fíggja sítt ódugnasemi!"
Fólkaræðið er meira enn ein form
lig skipan, har avgerðir verða
tiknar. Hornasteinar í fólkaræð
inum er dialogurin, tað skilagóða
argumentið, at røkka einum fe
lags forstáilsi millum partarnar,
valdsharrar,
andstøðu,
áhuga
bólkar og fólkið. Alt hetta verður
fullkomiliga sett til viks av sitandi
stýrið, har felagsskapir, serfrøðingar,
embætisverk, samgongu-bakland
og andstøða fullkomiliga verða
ignorerað.
Fyri at endurgeva eitt kent
ørindi.. "Betri er at vera fátækur,
men vísur unglingi, enn gamal
kongur, men dári, sum ikki hevur
so frægt skil eftir, at hann tekur við
ráðum.", Prædikarin 4,13
At omanfyri helmingurin av Før
oya fólki er ónøgt við politisku
kollveltingina er ein sera stórur
demokratiskur trupulleiki. Eisini
hóast valdsharrarnir formliga eru
fólkavaldir.
Men, eitt er, at Fólkaflokkurin
ger tað, sum hann er settur her
í verðina til: At skava sum mest
niður í lummarnar á nøkrum fáum,
frammanundan,
vælbjargaðum.
Hetta lovaði hann í valstríðnum, og
við sínum 8 tingfólkum av 33, hevur
hann vunnið alt í sín pott. Men mær
tykir, at Jørgen Niclasen hevur
fingið heimildir, sum tað vanliga
ikki ber til at geva einstøkum
persóni í einum fólkaræði.
Tað er ikki veljarin, sum hevur givið
honum slíkt vald, tvørturímóti
- veljarin gav honum bara 382
atkvøður. Hvør er tað so?
Ja, hvør er tað so? Og svarið liggur
beint fyri, tí hinir flokkarnir í
samgonguni hava lumpað veljaran
og fremja í hesi stund ta størstu
syndina, bæði móti fólkaræðinum
og politisku skipanini, nevniliga at
lata seg rúsa av valdinum eina.
Hesar fáu vikurnar teir hava dans
að á borðinum, hevur politiska
handalagið fingið nýggjar, ræðandi
fólka- og umsitingarsiðir.
Eitt er at allar langtíðarsemjur
brádliga eru uppsagdar! Sigandi um
politiska handverkið.
Seinastu álopini á starvsfólk, sum
virka í fólksins tænastu, undir
byggja bara illgrunan um tær líð
ingar, okkum er í væntu við hesum
blásvarta stýri.
Eitt av fyrstu teknunum kom fáa
dagar eftir, at samgonguskjalið
varð undirskrivað, tá ein fólka
valdur tinglimur í øllum sínum
maktfullkomni í ramasta álvara
kravdi at embætisverkið skulu
frásiga
sær
grundleggjandi
mannarættindi, sum áttu at verið
sjálvsøgd í einumhvørjum demo
kratii. Hetta var, tá aðalstjórin í
Almannamálaráðnum dittaði sær at
verða sæddur, ja, avdúkaður, undir
einum friðarligum, fólksligum mót
mælistiltaki í Vágsbotni. Her var
viðkomandi hóttur við sparingum á
almannaøkinum, nú hann var ímóti
tiðnan av blokkinum (sic!). Kanska
eru tað júst hesi revsitiltøk vit nú
uppliva?
Næsta álopið á starvsfólk í um
sitingini var, tá embætisfólk fingu
tænastuboð um, eftir tveimum
døgum, at framleiða eitt fakligt
makkverk
av
einum
uppskoti
um skatting av pensjónum við
inngjaldi. Hetta gjørdi eisini, at
heili 19 fyrivarni vórðu reksað
upp í uppskotinum - fyrivarni,
sum umsitingin ikki hevði fingið
møguleika at nágreina. Men nú varð
stungið út í kortið at skovla annara
manna-pengar niður í lummarnar á
teimum, sum eru best fyri - kosta,
hvat tað kosta vildi. Nei, ikki er
lætt at virka undir harðrendari
fólkafloksleiðslu!
Næstseinasta
eyðmýkingin
av
tænarum fólksins var, tá nullið
varð blakað á borðið til lønarsam
ráðingar herfyri - júst hesin sami
bólkur, sum ongan ágóða fær av
skattalættanum, men sum hinvegin,
erliga og reiðiliga, hevur spart sær
upp til eftirløn í teirri trúgv, at bæði
eftirlønin og skattingin av henni,
skuldi koma teimum til góðar, tá
tey eldast.
Og prikkurin yvir i'ið - ella gýppið
í afturpartin - var, tá hægst løntu
starvsfólkini innan tað almenna
brádliga skuldu 4 prosent niður í
løn. Hóast fíggjarmálaráðharrin
hevði ætlað skattalættan til tey
ríkastu, so skuldi tað bara vera til
tey ríku innan tað privata!
Skilamaðurin
og
fyrrverandi
formaðurin í Unga Sambandi, Arne
Winthereig, sigur tað so væl á sínari
bloggu:
»Sambandsflokkurin er einasti
flokkur, ið gongur inn fyri einum
tøttum samstarvi í ríkinum. Hetta
merkir, at vit skulu njóta sama livi
støðið og hava somu fortreytir, sum
hinir borgararnir í ríkinum.
Við at innføra flatskatt, so
ger Sambandsflokkurin júst tað
øvuta. Sambandsflokkurin eggjar
til stættarmun, har allir borgarar
ikki hava somu fortreytir til eitt
gott lív. Við hesum tekur Sam
bandsflokkurin
og
blástemplar
ætlanina hjá Fólkaflokkinum at
ganga burtur frá skandinaviska
vælferðarmodellinum og yvir ímóti
amerikanska modellinum. Á henda
hátt flytast Føroyar spakuliga, men
sikkurt, burtur frá tí vælferð og
livistøði, sum hinir borgararnir í
ríkinum fáa.«
Vanliga hava vit samanborið okk
um við norðurlendsku vælferðar
samfeløgini. Føroyar var líkasum
vorðin ein partur av norðurlendsku
familjuni. Hendan fjøltáttaða, men
tó sameinda familjan, har sosialur
tryggleiki og javni hevur skapað
trivnað, menning og framburð fyri
allar størsta partin av fólkinum.
Har allir borgarar hava somu
møguleikar fyri at skapa sær eitt
virðiligt lív, óansæð uppruna. Hesi
bæði, sosialur tryggleiki og javni
millum fólk, eru, saman við frælsa
samráðingarrættinum
millum
partarnar á arbeiðsmarknaðinum,
grundarlagið undir norðurlendsku
vælferðini.
Taka
vit
hesi
trý
hugtøk:
Tryggleiki, javni og frælsi sam
ráðingarrætturin, og seta tey upp
ímóti verandi politisku støðu, er
eyðsæð, at tey eru fyri stórum
hóttafalli í hesum døgum.
So kunnu vit liggja her úti í At
lantshavi og stríðast móti hvørjum
øðrum í einum karráum angle-saks
iskum neoliberalistiskum stætta
samfelag, har hvør sær ræður. Ella
vit kunnu, alternativt, gera sum
pingvinirnar, sum hóast ýlandi
stormar og útideyðaveður, yvirliva
í kuldanum við at standa saman.
Síggi tað fyri mær: Ein hóp av
pingvinum á ísfrysta og veðurbarda
slættanum á Suðurpólinum. Vanliga
spankulerandi, svimjandi og sosialt
snøggandi. Men tá ódnirnar herja,
trunka tær saman í ein stóran hóp
at verja hvørja aðra og sjálvar seg,
til ódnin er av. Innast í hópinum
tær smæstu og veikastu. Uttast tær
størstu og sterkastu, sum stillisliga
skiftast um at standa uttast, so
ongin frystir í hel. Har standa tær
nú og kenna hitan frá hópinum,
tí einans í felagsskapinum kann
hvør einstøk teirra yvirliva, meðan
kuldin nívur og stormurin hvínur.
Ójavni er rótin til alt ónt - ikki
fátækt!
Flat-tax uppskotið er eitt bein
leiðis álop á samhaldsfasta væl
ferðarsamfelagið. Onga aðrastaðni
í Vestureuropa hava tey flat-tax, tí
tey vita, at sosialur ójavni skapar
ótryggleika, stagnatión og óstabili
tet.
Niðurstøðan í bókini The Spirit
Level eftir navnframu gransk
ararnar innan javna og ójavna
Richard Wilkinson og Kate Pickett
er, at samfeløg við stórum ójavna:
- eru eyðkend av minni áliti enn
samfeløg við stórum javna
Tíðargrein
Rigmor Dam
Svarti desember
So kunnu vit liggja her úti í Atlantshavi og stríðast
móti hvørjum øðrum í einum karráum anglesaks
iskum neoliberalistiskum stættasamfelag