fríggjadagur 16. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- hava fleiri sálarsjúk enn sam
feløg við stórum javna
- hava størri trupulleikar av
rúsevna- og rúsdrekkamis
nýtslu enn samfeløg við stór
um javna- hava lægri miðal
livialdur enn samfeløg við
stórum javna - hava hægri
tal av pinkubarnadeyða enn
samfeløg við stórum javna
- hava fleiri børn og vaksin,
sum viga ov nógv, enn sam
feløg við stórum javna
- hava lægri støði á útbúgving
um til børn enn samfeløg við
stórum javna
- hava
fleiri
tannáringa-
mammur enn samfeløg við
stórum javna
-
hava fleiri morð enn samfeløg
við stórum javna
- hava fleiri fólk sitandi í
fongsli enn í samfeløgum við
stórum javna
- hava lægri sosialan mobilitet
enn samfeløg við stórum
javna
Innast inni eru vit øll Javnaðar
fólk.
Hetta verður sagt, tí allir polit
iskir flokkar í norðurlondum
vanliga verða sagdir at taka
undir við norðurlendsku væl
ferðarskipanini. Onkur hevur
enntá ró upp undir, at hendan
skipan hevur sigrað á sær sjálv
ari í berari vælferð. "Vi har sejret
af helvede til", sum fyrrverandi
LO-leiðarin Thomas Nielsen tók
til í 1982. Onkra søta løtu tóktist
eisini, sum var hetta so. Men,
sum altíð, tá dreymurin er ov
rósureyður, vaknar tú til kaldan
dreym.
Hetta var tað, sum føroyska
tjóðin gjørdi nakrar dagar eftir
valgið og ásannaði, at Fólka
flokkurin hevði tikið kvørkratak
á framtíð Føroya.
Tað syndarliga við øllum hesum
er, at vanliga ber til at rudda
upp eftir Fólkaflokkinum, men
í hesum førinum vendst ikki
aftur. Tá pensjónsskatturin er
skovlaður niður í lummarnar
á teimum, sum eru best fyri,
vendst ikki aftur. Tað hundrað
tals millióna stóra holið í lands
kassanum skulu vit, vanliga
fólkið, so til at fylla aftur á ann
an hátt.
Sum eg byrjaði við, so ballar
landið seg í mjúkan, hvítan
vetrarbúna í hesum døgum.
Men verða hesi risatiltøk
samtykt, so skal jólamánaðin
2011 framyvir verða nevndur
Svarti Desember!
Flest allir føroyingar eru samdir
um, at verandi skattatrýst er ov
høgt.
Samgongan,
við
Jørgeni
Niclasen á odda, hevur tí í umbúna
at broyta føroysku skattaskipanina
grundleggjandi, og seta eina flat
skattakipan í gildi, so at allir
føroyingar framyvir fara at gjalda
42% í skatti. Í roynd og veru merkir
hetta, at samgongan ætlar at geva
ein skattalætta upp á umleið 250
mió.
Grundgevingin
fyri
skatta
lættanum er, at tað skal loysa seg
betur hjá føroyingum at arbeiða,
so at fólk fara at arbeiða eitt sindur
meira enn frammanundan, og har
afturat fer skattalættin at skapa
vøksur í samfelagnum sigst.
Hvørjar vera so avleiðing
arnar av flatskattinum?
Ein stórur vansi við umrødda
flatskatti er, at munurin millum tey,
ið forvinna 250.000 og minni og tey,
sum fortjena meir enn 250.000 økist
sum frá líður. Tey lágløntu fáa ein
sera lítlan skattalætta, og eru hesi
lágløntu harafturat alment lønt,
so heldur fíggjarmálaráðharrin, at
best er um teirra lønir ikki hækka
nevnivert.
Samstundis
hækka
nógvir prísir í samfelagnum, til døm
is olja, Sev, ómaksgjøld í bankum og
ymiskar matvørur. Avleiðingin av
flatskattinum fyri hesi lágløntu
er eftir míni metan, at meðan
tey fáa ein sera lítlan skattalætta
samstundis
sum
teirra
lønir
mestsum standa í stað, so dýrkar
alt í Føroyum. Niðurstøðan av
hesum má vera, at keypikraftin ella
reallønin hjá hesum samfelagsbólki
minkar, og tey gerast fátækari.
Samstundis sum tey lág- og
miðalløntu stríðast fyri at fáa end
arnar at røkka saman fáa fólk við
høgum inntøkum stóran skatta
lætta, og gerast harvið enn ríkari.
Jú hægri inntøkan er, tess hægri er
skattalættin, vísir seg at vera andin
í skattauppskotinum, sum skal
viðføra búskaparvøkstur og fáa fólk
fara at arbeiða meir.
Ein annar trupulleiki við skatta
uppskotinum er vandin fyri, at
fólk við høgari løn ikki fara at økja
sína nýtsu av skattalættanum,
tí tey hava nóg mikið av peningi
frammanundan, júst tí tey eru
hálønt. Hinvegin er stórur møgu
leiki fyri, at tey vælbjargaðu í stað-in
fara at økja sína uppsparing, gjalda
niður skuld ella kanska ferðast
meira, og trupulleikin við tí er, at
tað skapar ikki nakran búskapar
vøkstur í Føroyum, og sostatt fær
skattalættin lítla og onga effekt.
Úrslitið av flatskattinum verður,
at føroya fólk verður deilt upp í
eitt A-lið og eitt B-lið, og at gjógvin
millum rík og fátøk verður nógv
størri enn hon er í dag.
Arbeiða meir?
Ein annar stórur trupulleiki við
skattauppskotinum er pástandurin
hjá fíggjarmálaráðharranum um,
at fólk fara at arbeiða meira av
skattalættanum. Til hetta kann
viðmerkjast, at stórur partur av
føroysku arbeiðsfjøldini ikki hevur
møguleika at arbeiða meira enn
hon ger í løtuni. Tey alment løntu
hava ongar ella ringar møguleikar
at arbeiða meira ella arbeiða eyka.
Hondverkarar eru glaðir fyri at
hava arbeiði og arbeiða lítla og
onga yvirtíð, og tey á fiskavirkum
arbeiða, tá fiskur er á gólvinum.
Hinvegin er stórur vandi fyri, at
tey háløntu fara at arbeiða minni
av skattalættanum, og ikki meira,
sum Jørgen Niclasen pástendur.
Ein háløntur persónur, sum til
dømis fær 4000 kr í skattalætta
um mánaðin, kann fara at arbeiða
minni, og framvegis hava meira
tøkan pening enn frammanundan
skattalættanum, og fara fólk at
arbeiða minni, so verður í hvussu so
er ongin búskaparvøkstur.
Ein annar trupulleiki við pá
standinum um, at øll helst skula
arbeiða meira, eru tey umleið 1700
arbeiðsleysu, sum eru skrásett í ALS.
Hvar eru tey í hesum sambandi?
Hvussu er við teirra møguleikum
at koma aftur á arbeiðsmarknaðin,
tá tey sum frammanundan arbeiða,
fara at arbeiða eyka? Jú, tað sigur
seg sjálvt. Tað verður verri hjá
arbeiðsleysum at koma aftur á
arbeiðsmarknaðin, tá tey, sum longu
eru har, fara at arbeiða meira.
Spurningin sum man at enda
kann seta formonnunum í sam
gonguflokkunum og serliga fíggjar
málaráðharranum er, hvussu teir
argumentera fyri, at vælbjarg
aðir persónar, ið forvinna væl av
peningi, skulu hava ein meirinntøku
upp á fleiri 1000 kr um mánaðin,
samstundis um sum Palliba og
Marsanna fáa ein skattalætta upp
á 50 kr um mánaðin. Hvussu skal
hetta gagna okkara samfelag og
okkara búskapi? Kunnu tit svara
upp á tað?
Nei, betur hevði verið at givið
fólki við lág- og serliga miðalinntøum
hendan skattalættan, tí tey hava
veruliga brúk fyri honum, og latið
tey háløntu goldið ein hægri skatt,
tí tey hava ráð til tað.
Skattalættin hjá samgonguni
Magnus Samuelsen
Handilsskúlalærari
Viðmerking til ta nýggju flatskattaskipan, ið samgongan hevur í umbúna.
Vísið øllum skattalætta aftur við
bekostningi av pensjónsinngjaldan,
hetta verður bert ringt fyri okkara
eftirkomarar. Tað sær út sum um, at
tað bert bllívur trupulari hjá teimum
lágløntu í okkara landi.
Løntakarin er tvungin at fáa sína
løn ígjøgnum ein peningastovn, og nú
skal ein gjalda fyri at fáa sínar egnu
pengar út.
Og so úttalislið á skrift hvat Helgi
Abrahamsen sigur. Helgi má roknast at
verða ein hóttan ímóti fólkaræðinum,
tá hann finst at aðalstjóranum í Al
mannaráðnum, Eyðun Mohr Hansen,
fyri at vera í Vágsbotni leygardagin at
hoyra hvat onnur, sum ikki hava somu
áskoðan um henda blokkstuðul, sum
Helgi og hansara líkara hava.
Dupultspælið hjá Edmundi og
Sjúrði, fólkatingslimum, er har til at
siga, Sjúrður Skaale, atkvøð, sum tú
plagar at siga, eftir »tínum innara
Sjúrði«.
Allir
floksformenninir
søgdu
kvøldið fyri valið, at teir fóru ikki at
hækka blokkin, uttan formaðurin
í Sambandsflokkinum, hann segði
beinleiðis, at tað var eitt aðalmál
hjá flokkinum. Gott hevði verið, um
Sjúrður Skaale tók formenninar í
álvara við teirra útsøgn kvøldið fyri
valið.
Flatskatturin og Fólkaflokkur
in. Nú skulu tey vælbjargaðu, tey
sum hava tær høgu lønirnar fyri at
fáa sín enn stóra skattalætta, fara
eftir pensjónsuppsparingini og fáa
skattapening við inngjaldingina, so
tey fáa henda sín pening, sum tey
halda seg hava fullan rætt til, og
eisini fullan rætt at breiðka gjónna
millum tey ríku og tey, sum ikki fáa
endarnar at røkka saman, og so hetta,
at formaðurin í Fólkaflokkinum aftur
og aftur júkar upp í saman at loysa seg
at arbeiða. Jú sjálvandi skal tað loysa
seg at arbeiða, men ikki bert fyri at tey,
sum hava tær høgu lønirnar, skulu fáa
enn størri skattalætta.
Jørgen Niclasen átti at vitað, at ein
stórur partur av okkara fólki hevur
ikki møguleika at fáa 40 tímars viku til
lægst løntu tímaløn, og so tosar hann
um niðursetta tíð hjá konufólkinum
við høgum prosenttali og hjá mann
fólki við eitt sindur lægri prosenttali
hjá kvinnuni í fiskivinnuni er hetta
ikki sjálvval. Tær eru heima, tí tað er
einki arbeiði, og tær sum arbeiða á
sjúkrahúsunum og bústovnum eru í
niðursettar tíð, og er tað fyri at enn
fleiri kunnu koma í arbeiði, og er tað
rós fyri leiðslurnar undir teim um
støðum, tær hava. Politiakarar, tað eru
tit, ið skapa fortreytirnar, so tað kann
vera lviiligt í okkara samfelag.
Gjógvin blívur størri og størri
ímillum tey ríku og tey, sum hava ov
lítið sum nú er, tað eru nógv í okkara
samfelag, sum ikki kunnu seta tann
mat á broðið, sum børn skulu hava fyri
at tey kunnu mennast til tað heilsu
krav, sum krevst av einum likami, her
á 62 stigum norður.
Sosialurin nr. 138. »Óli Breckmann
heitur um skallan«. Tíð hansar er liðug
í tinginum, sjálvt um hann ongantíð
hevur arbeitt í tinginum, hann hevur
fingið sína løn, og hevur hon verið góð
afturat sínum. Fyri ein og hvønn, sum
hevur fylgt við ígnøgnum árini, hevur
man lagt til merkis, at hann ikki hevur
verið í nevndum og nevndararbeiði, so
her hevur tað verið at fáa pengarnar
so lætt sum møguligt, at brúka mussa
skøðið, tað kann verða nokk til at fáa
úrtøku afturat sínum, og kann man
so ávirka skattalættar, sum tað hevur
verið – framvegis til tey vælbjargaðu,
so er alt at vinna.
Til vanliga lønmóttakaran, ansa
eftir klassamuninum í samfelagnum.
Grøvin breiðkast og breiðkast. Teir,
sum vilja hava henda skattalætta, hava
kikara við einum eyga og strekum
forstørrilsisglasi fyri sær sjávlum.
Limafeløg og fakfeløg – standið saman
William Dam
Kjak