Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Merkisdagar Krúndiamantbrúdleyp Mánadagin 19. des. hava hjúnini Elly og Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði verið gift í 65 ár. Tey, ið ætla at heilsa upp á krúndiamantparið, eru vælkomin í heimið eftir kl. 1800. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. des. hava Kirstin og Knút Jacobsen, Hvalvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Hvalvíkar missiónshúsi frá kl 14. til 19. Øll eru vælkomin. Brúdleyp Sunnudagin 18. desember giftast í Havn Leif Berg og Jacklin Durhuus. Veitslan verður fyri innbornum í ríðihøllini hjá Berg Hestum. Brúdleyp Fríggjadagin tann 23. desember kl. 14.00 giftast í Slangerup kirke, Marta Johannesen frá Norðskála og Rasmus Hovmand Larsen. Brúdleyp 31.12.2011 giftast Jenny Weihe og Mads Helgi Poulsen. Vígslan verður í Selatraðar kirkju kl.12.00. Veitsla er fyri innbodnum í skótadeplinum á Selatrað kl. 18.00. Brúðarhús verð­ ur 01.01.2012 í skótadeplinum á Sela­ trað frá kl. 15.00. Brúdleyp Leygardagin 28. januar 2012 giftast Asta Eysturdal Magnussen av Argj­ um og Kári Nielsen úr Skopun. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 15. Veitsla verður í HB húsinum kl. 19. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá innan 2. januar á tlf. 517982 Asta, 211630 Kári ella á tpost astaogkari@ hotmail.com 70 ára føðingardagur 25. desember fyllir Jens Christin Mortensen, Vágur, vanliga nevndur Kissaba, 70 ár. Dagurin verður hildin í Jómsborg 30. desember millum kl. 16.00 og 22.00. Øll eri hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Týsdagin 20. desember fyllir Jógvan Krosslá, Vágur 70 ár. Føðingar­dag­ urin verður hildin í heiminum á Kross­lið 1 millum kl. 13 og 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 25. desember verður Asta Vang, Leirvík, 70 ár. Vælkomst verður í missións­húsinum í Leirvík leygar­ dagin 17. desember frá kl. 17, øll hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Tann 10. september 2011 giftust Natalia Maria Reinhardt og Leivur Nattestad Lydersen á Ráðhúsinum í Aalborg. Tey verða vælsignað í Christianskirkjuni í Klaksvík tann 29. desember kl. 11.00. Brúdleyp verður í Eydnuni á Oyrabakka kl. 16.00 fyri innbodnum. Receptión/ vælkomst verður kl. 19.30 sama stað, har øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 16. desember hava Dagmar og Símun Hansen, Tórs­ havn, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum á Heiða­ vegi 14 leygardagin 17. desember frá kl. 12. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Fríggjadagin 30. desember gift­ast Hansina Joensen, Klaks­vík, og Arne Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Evangeliihúsinum kl. 13. Eftir vígsluna verður reseptión. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 18. Góði allar besti babba Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Takk fyri alt tú er fyri meg og mammu, vit elska teg Heilsan Kristvør Brúdleyp Mikudagin 28 desember kl. 13.00 Giftast í Christianskirkjuni Lovisa Andreasen, Klaksvík og Jákup Pauli Joensen, Húsar. Boði verður til ein kaffimunn eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innboðin í Skálnum kl. 18.00. Góða fitta Elsebeth! :) Hjartaliga tillukku við teimum 25 árunum, tú ber teg ógvuliga væl góða! Vit vóna at tú fært ein super fantastiskan dag við øllum góðum! Vit gleða okkum til ballið leygarkvøldið!! Heilsan Maibritt, Estrid, Sóley, Birgit og Anna Sofía Z Heilsan Tøkkir Við hesi heilsan vil eg takka familju, vinum og øllum tykkum, sum gjørdu konfirmatiónsdagin 17. apríl 2011 so sera hugnaligan og ógloymandi. Eg vil eisini ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Linda R. Klein, Hoyvík Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum, sum gleddu meg á fermingardegnum 9. oktober 2011. Gleðilig jól og gott nýggjár. Heilsan Eyðleyg Súnadóttir, Argir