Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Eftir dystirnar um vikuskiftið fer hondbólturin í jólafrí í tríggjar vikur, so eingir dystir eru á skránni aftur fyrr enn vikuskiftið 7. og 8. januar. Sigast kann við vissu, at oddaliðini hjá bæði kvinnum og monnum, Neistin og KÍF, bæði eiga sínar oddasessir á jólum, tí tey hava eitt glopp niður til hini. Í kappingini hjá kvinnum er mest áhugaverdi dysturin tann í Vági í morgin, har VB tekur ímóti Neistanum. Kvinnurnar hjá Neist­ anum hava koyrt avstað við fullari ferð og hava enn bara vunnið, men ikki er altíð so lætt at vera gestur í Vági, har VB ofta fær síni frægastu úrslit. Og skal VB gera sær dælt av at hava færri dystir enn Stjørnan, sum hevur frí hetta umfari, skal helst vinnast. Hinir báðir kvinnudystirnir eru í morgin, tá VÍF í Vestmanna tekur ímóti Tjaldri, ið framvegis bara er ein skuggi av sær sjálvum, sum liðið annars hevur verið seinnu árini, so tí er VÍF favorittur. Tað má Kyndil eisini sigast at vera í hinum dystinum, sum er ein endurtøka av steypadystinum í gjárkvøldið, tí tað er StÍF, sum kemur á vitjan. Oddabrak í Kollafirði At KÍF og Neistin eru tey bæði fremstu mansliðini, er ein endur­ spegl­ing av síðsta kappingar­ári, men nú er bara vent í holuni, tí í vetur eru tað kollfirðingum, øll hini renna aftaná. Tað ger Neistin eisini, men í annaðkvøld er ein møguleiki hjá teimum bláu at gera nakað við tað, tá teir vitja í Kollafirði, har KÍF hinvegin við sigri kann styrkja sína støðu munandi. VÍF hevur nógv at hugsa um, nú liðið sunnudagin tekur ímóti Team Klaksvík, ið helt KÍF á pínu­ bonkinum mikukvøldið, samstundis sum VÍF mátti lúta fyri H71. Her skal vend koma í hjá vestmenningum, men spurningurin er, hvussu lætt tað er, nú Team Klaksvík sær út til aftur at vera klárt at gera ein vørr. Triði mansdysturin er sunnu­ dagin í Havn millum Kyndil og StÍF, sum bæði blivu send úr steypa­kappingini í vikuni og tí vilja reisast aftur. Kyndil er framvegis botnlið, men sær út til at taka seg fram, meðan StÍF trý stig ovari á stigatalvuni tykist vera í einum aldudali, men júst ímóti Kyndli kann venda tí. hilmarjan@sosialurin.fo Síðsti hondbólturin í ár Hondbóltur Í landskappingunum hjá bæði hjá kvinnum og monnum er fult umfar um vikuskiftið, og eru hetta síðstu dystirnir, áðrenn hondbólturin fær jólafrí ODDABRAKIÐ Tá KÍF í annaðkvøld tekur ímóti Neistanum, er talan um oddadyst, har Neistin kann nærkast kollfirðingum, sum aftur hinvegin kunnu økja um leiðsluna Savnsmynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið er árliga Mjølnir- kappingin í Klaksvík. Kappingin, ið ber heitið BankNordik-kappingin, verður fyri tað mesta spæld í Badmintonhøllini, ið vanliga hýsir flogbóltinum, men nú so nógvir dystir eru á skránni, verða eisini fimleikahallir brúktar til dystirnar í 2. deildunum. Í meistaradeildini hjá kvinnum eru liðini koyrd í tveir bólkar, har Fleyr, Dráttur og ÍF eru í øðrum og SÍ, Ternan og KÍF í hinum. Tey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalur, og vinnararnir av teimum spæla finalu sunnudagin klokkan 14. Mjølnir er ikki við, tí Mjølnir hevur longu umvegis landskappingina vunnið sær pláss í steypafinaluni, men annars var tað SÍ, ið vann Fleyr-kappingina, tá hon var í heyst. Hjá monnunum eru bara trý meistaradeildarlið sum eru ÍF, Fleyr og Mjølnir, og tey spæla øll í einum bólki, sum endar við, at nummar eitt og tvey spæla finalu sunnudagin klokkan 16. SÍ er ikki við, tí sørvingar hava tryggjað sær finalupláss umvegis landskappingina. SÍ vann annars Fleyr-kappingina, har finalan var ímóti Mjølni, sum tískil »arvar« hálva atgongumerkið tann vegin. Í 1. deild hjá kvinnum eru Mjølnir B, SÍ, Mjølnir A, Fleyr og KÍF í einum bólki, har spælt verður soleiðis, at nummar eitt í bólkinum er vinnari, men annars var tað Mjølnir B, sum vann Fleyr-kappingina. Og í 1. deild hjá monnum er støðan tann sama, at Mjølnir A, Fleyr, Mjølnir B og Ternan spæla í einum bólki, har nummar eitt vinnur kappingina. Fleyr A vann annars Fleyr- kappingina, tá hon var. At enda eru tað so 2. deildirnar, har tveir bólkar eru hjá kvinnum, har Mjølnir A, Mjølnir C og Ternan eru í øðrum, og Mjølnir B, KÍ, ÍF og KÍF eru í hinum. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki koma í hálvfinalur og vinnararnir spæla finalu. Í 2. deild hjá monnum eru Mjølnir B, SÍ A, Mjølnir A og SÍ B í einum bólki, og har verður nummar eitt í bólkinum vinnari. Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 10 291 231 60 18 2 Neistin 10 259 246 13 14 3 H71 11 291 286 5 12 4 VÍF 9 236 240 -4 8 5 StÍF 9 221 238 -17 7 6 Team Klaksvík 10 260 280 -20 7 7 Kyndil 11 249 286 -37 4 Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 10 314 227 87 20 2 Stjørnan 11 284 257 27 14 3 VB 9 237 210 27 12 4 Kyndil 10 255 252 3 9 5 StÍF 9 210 237 -27 6 6 VÍF 9 215 253 -38 6 7 Tjaldur 10 237 316 -79 1 Sunset-kappingin 16/12 18.00 VB - Neistin 17/12 14.30 VÍF - Tjaldur 17/12 14.30 Kyndil - StÍF Atlantic Airways-kappingin 16/12 19.00 KÍF - Neistin 17/12 16.00 VÍF - Team Klaksvík 17/12 16.00 Kyndil - StÍF Dystir um vikuskiftið: Kappast í Klaksvík Flogbóltur Um vikuskiftið verður árliga Mjølnir- kappingin í flogbólti hjá teimum eldru, ið fevnir um tríggjar tær bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum NÓGVUR FLOGBÓLTUR Badmintonhøllin í Klaksvík er saman við fimleikahallum karmur um BankNordik-kappingina, ið Mjølnir skipar fyri um vikuskiftið, har nógvir dystir í seks deildum eru á skránni Savnsmynd: Álvur Haraldsen