fríggjadagur 16. desember 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hoyvíkingar mugu sigast at vera
serstakliga væl koyrandi í steypa
kappingini hjá monnum, tí bæði
Atlantic Airways-liðið og 1. deildar
liðið hjá felagnum eru komin víðari
í hálvfinalurnar, har H71 tí eigur
tvey av fýra liðum. Teoretiskt kann
steypafinalan hjá monnum vera
millum H71 og H71…
Besta mansliðið hjá H71 var
mikukvøldið í Vestmanna, har tað
gekk javnt á í fyrra hálvleiki. VÍF
var á odda 12-11 í hálvleikinum og
økti við tveimum málum beint eftir
steðgin, men so kom H71 annars í
gongd og skoraði seks ferðir, uttan
at VÍF fekk mál, og síðani fingu
hoyvíkingar styrkt sær leiðsluna,
so dysturin endaði 30-24 til H71.
Í gjárkvøldið var tað so næst
besta mansliðið, ið tók ímóti StÍF í
Hoyvík. Her bendi fyrri hálvleikur
ikki endiliga á, at nakar óvæntaður
vinnari fór at koma, tí H71 fekk
einki mál síðstu 10 minuttirnar, so
StÍF var á odda 11-8 í steðginum.
Men beint eftir steðgin skoraði H71
fýra ferðir á rað og legði seg á odda,
og tá avtornaði, eydnaðist at halda
fast, so H71 við 25-22 sendi StÍF úr
kappingini.
Neistin á tromini
Tann drúgvasti av mansdystunum
mikukvøldið var tann í høllini á
Hálsi millum grannarnar úr Neist
anum og Kyndli. Á pappírinum
skuldi Neistin væl og virðiliga havt
munin, men Kyndil vildi tað øðrvísi
og legði stórt trýst á, so uppgávan
gjørdist alt annað enn løtt hjá
Neistanum.
Kyndil rann undan í fyrra hálv
leiki, sum endaði 17-17, men í seinna
hálvleiki var tað Neistin, ið var
frammanfyri, men í evstu løtu javn
aði Kyndil til 29-29, so umdystur
mátti til. Her gekk javnt á fyrstu
fimm minuttirnar, tá Neistin fekk
strítt seg framum við einum máli,
men seinnu fimm minuttirnar
hevði Neistin væl og virðiliga mun
in og vann tí dystin við seks málum,
38-32.
Leygardagin
spældu
Team
Klaksvík og KÍF í landskappingini,
og tá vunnu kollfirðingar við 11
málum. Teir høvdu tó skálkin við, at
skerda manningin hjá Team Klaks
vík kundi avrika meira í steypa
dystinum nakrar dagar seinni, og
mikukvøldið gekk sjón fyri søgn.
Við munandi betur manning
megnaði Team Klaksvík at halda
kollfirðingum á pínubonkinum all
an dystin á tamb. KÍF var á odda
við einum máli í hálvleikinum, 13-
12, og slapp ongantíð ordiliga frá
Team Klaksvík, og støðan var 23-23,
tá bara heilt fá sekund vóru eftir
og KÍF fekk sigursmálið til 24-23.
So eisini her vantaði sera lítið í, at
neyðugt var við umdysti, men KÍF
megnaði altso at halda høvdið kalt
í avgerandi løtuni.
Alt sum væntað
Samanborið við, at tað hendi bæði
eitt og annað í fjórðingsfinalunum
hjá monnunum, so hendi hjá
kvinnunum lítið annað enn tað, ið
væntast kundi. Her vunnu favo
rittarnir sínar sigrar, og teir vóru
í øllum trimum førunum sannfør
andi.
Kvinnurnar hjá Neistanum og
VÍF høvdu spælt í Havn eina viku
frammanundan, og tá vann Neistin
við fýra málum. Nú møttust liðini í
Vestmanna, men tær bláu sóu bara
uppaftur sterkari, tí longu í fyrra
hálvleiki var leyst millum liðini við
16-11, og tá avtornaði, kom VÍF betur
frá seinna hálvleiki, men fekk einki
flutt, so Neistin vann 32-26.
Dysturin í Runavík millum
Tjaldur og Stjørnuna var ein endur
tøka av steypafinaluni síðsta vár,
men her var ikki nógv, ið líktist,
tí Tjaldur megnar framvegis ikki
ordiliga at hótta hini liðini. Stjørn
an koyrdi avstað, var á odda 12-9 í
hálvleikinum og vann at enda eisini
dystin 29-23.
Triði dysturin hjá kvinnunum
var í Havn í gjárkvøldið, tá Kyndil
vann á StÍF. Eisini her var tað
nógva longu hálvavegna avgjørt
eftir fyrsta hálva tíman, tí Kyndil
var á odda 16-11 í hálvleikinum, og
hóast StÍF kom eitt sindur fyri seg
eftir steðgin, vann Kyndil við seks
málum, 29-23.
Enn er fjórðingsfinalan hjá VB
og næstbestu kvinnunum hjá VÍF
eftir at spæla, og ikki er enn greitt,
nær hon verður. Annars verða
hálvfinalurnar spældar við einum
heimadysti og einum útidysti, og
eftir skránni skulu tær spælast
síðst í januar mánaði.
Størri og smærri steypaskelkir
Hondbóltur Sjey av átta fjórðingsfinalum í Coca-Cola steypakappingini eru spældar
í vikuni. Mest merkisvert er, at H71 eigur tvey av fýra mansliðum, sum eru komin í
hálvfinalurnar, og at menninir hjá Neistanum vóru um reppið at rúka úr kappingini
DRÚGT Á HÁLSI
Steypadysturin millum Neistan og Kyndil mikukvøldið gjørdist drúgvur og spennandi, tí tað stóð á
jøvnum eftir fulla tíð, so umdystur mátti til. Men tá hevði Neistin ruddiliga munin og vann
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Mikukvøldið vóru tveir dystir í
flogbóltskappingini hjá kvinn
um, sum báðir endaðu við sann
førandi 3-0 sigrum. Fleyr var í
Kollafirði og vitjaði KÍF, men har
gjørdist slett eingin ivi um úrs
litið, tí Fleyr gjørdi slætt borð
við settúrslitunum 25-8, 25-14 og
25-12.
Í hinum dystinum var Mjølnir
á vitjan hjá Drátti á Giljanesi,
og sjálvt um klaksvíkskvinnur
skuldu sveitta eitt sindur í teim
um báðum seinnu settunum,
vunnu tær trygt og eiga væl og
virðiliga oddasessin á jólum.
Settúrslitni vóru 25-12, 25-21 og
25-20.
Framvegis vanta tveir dystir
í at spæla í Eik-liguni hjá kvinn
um, sum hevur verið rakt av
avlýsingum, orsakað av illveðri,
kava og øðrum. Nær dystirnir,
sum eru Fleyr-TB og TB-ÍF, verða
spældir, er ikki greitt í løtuni.
Somuleiðis er ein dystur í Eik-
liguni hjá monnum millum ÍF
og TB eftir at spæla.
Bæði hjá kvinnum og monn
um fer landskappingin í flog
bólti nú í jólafrí næstu tríggjar
vikurnar, tí eingir dystir eru
aftur í Eik-ligunum fyrr enn 8.
januar.
Mjølnir
fremst
á jólum
Flogbóltur Tveir dystir vóru í Eik-
liguni hjá kvinnum í vikuni, men
burtur sæð frá trimum útsettum
dystum, heldur landskappingin í
flogbólti nú jólafrí í tríggjar vikur
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
11
11
0
33
4
29
22
2 Fleyr
10
9
1
29
4
25
18
3 SÍ
11
8
3
27
9
18
16
4 Ternan
11
6
5
18
16
2
12
5 Dráttur
11
4
7
13
24
-11
8
6 ÍF
10
3
7
10
23
-13
6
7 TB
9
1
8
6
24
-18
2
8 KÍF
11
0
11
1
33
-32
0