Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 16. desember 2011 4 VIKUSKIFTI Ferðafrásøgn Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen hava fyri stuttum verið á Mount Everest Base Camp, sum er síðsta steðgiplássi, áðr­enn byrjað verður at klatra niðan á verð­ins hægsta fjall. Túrurin plagar at taka eina viku úr Lukla, ið er flog­ vøll­urin, sum er tættast við Base Camp, men umstøðurnar gjørdu, at teir báðir ævin­týr­arnir einans nýttu fýra dagar. Á hesi ferðini sluppu teir veruliga at standa sína roynd, tí ikki er lætt at gerast sjúkur í 5650 metra hædd, har tað eru 42 kuldastig. Fyrireikaðu seg í fimm vikur Tað var heldur tilvildarligt, at hesin túr­urin yvirhøvur gjørdist til veruleika. Vin­menninir báðir, Toni og Páll Olaf, hava altíð verið hugtiknir av Mount Everest og tí ríku søguni, ið hoyrir til heims­ins hægsta fjall í Himmalaya: – Av tilvild hittu vit seint í summar einum íra á eini kafe í Havnini, og hann fortaldi, at hann hevði verið á Mount Everest. Vit fingu líkasum blóð upp á tonnina av hesum prátinum og blivu samdir um at gera ein túr niðan á Mount Everest Base Camp, sigur Toni Dam, sum hevur verið á fleiri øðrum høgum fjøllum áður. Írin, sum teir høvdu hitt í Havn, vísti teimum á feløg í Himmalaya, sum skipa fyri túrum niðan á Mount Everest Base Camp, men Toni og Páll Olaf vóru ikki heilt nøgdir við teir prísirnar, sum teir fingu í boði. Tískil valdu teir at gera allar fyrireikingarnar sjálvir og funnu gjøgnum internetið eina fyritøku, sum kundi hjálpa við eitt nú teimum loyvunum, ein skal hava fyri at ganga niðan á Mount Everest Base Camp. Av tí at teir tóku avger um at fara henda túrin heldur brádliga, høvdu teir einans fimm vikur at fyrireika seg í. Størsti parturin av fyrireikingunum fór tískil fram í Føroyum, men tó var okkurt, sum teir ikki fingu gjørt, fyrr enn teir vóru í Katmandu í Himmalaya: – Vit valdu til dømis at keypa klæð­ ini í Katmandu, tí har eru tvey lokal klædnamerki, sum eru framleidd til júst hetta endamálið, og prísurin er eisini í lagi, sigur Páll Olaf. Villasti flúgvitúrur nakrantíð Túrurin byrjaði við flogferð úr Før­oyum til Keypmannahavnar, og úr Keyp­ manna­havn fóru teir við flúgvara til Quatar og síðani til Nepal. Í Nepal vóru teir í tveir dagar í Katmandu, har teir gjørdu tær seinastu fyrireikingarnar, so sum at keypa klæðir og fáa ymisk loyvi til vega. Fyri at koma á sjálvt Mount Everest fjallið skuldu Toni og Páll Olaf fyrst flúgva úr Katmandu og niðan á flogvøllin Lukla, sum liggur í 2800 metra hædd. Flogbreytin í Lukla, ið er 500 metrar til longdar og hellir 15 gradir, verður av mongum hildin at vera vandamiklasta flogbreytin í heim­ inum. Har flogbreytin byrjar er lodrætt niðurfyri, og har breytin endar, er eitt steyrrætt fjall, ið er 800 metrar. Veðrið var tó ikki til vildar mána­ morgun, tá teir eftir ætlan skuldu flúgva til Lukla. Tískil var øll flúgving avlýst. Sama skil var týsdag og mikudag. Seinna­part mikudag bleiv tað teimum greitt, at skuldu teir gjøgnumføra hend­ an túrin, so mátti ein loysn finnast nú. Teir avgjørdu tí at leiga eina tyrlu at flúgva seg so langt upp, sum hon nú Tú ert í 5650 metra hædd, tað frystir 42 kuldastig, og tú verður illa fyri. Soleiðis vóru umstøðurnar, tá Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen vóru í tríggjar nætur á Mount Everest Base Camp. – Hesar næturnar vóru harðar og alt annað enn stuttligar, men vit angra tað ikki, siga Toni og Páll Olaf Lógu sjúkir í 42 kulda­ stigum Everest Bace Camp í miðjuni og Páll Olaf til vinstru. Ein sær Cumbu jøkulin endar har. Hetta var í oktobur mánað og tá er tómt í Bace Camp. Flestu í klatra Everest fara upp í mai Mynd tikin oman eftir flogvøllinum í Lukla. 500m langur og 15 gradir. Verður av nógvum róptur av verða heimsins vandamiklasti flogvøllur. Tað var her at Edmund Hillary misti konu og dóttur