Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 16. desember 2011 5 VIKUSKIFTI eina­ferð kundi og so taka tað harfrá. Tað vísti seg at blíva eitt upplivilsi í sær sjálvum. – Har var nógvur mjørki og ógvu­ sligir luftlummar, so tað var ein flúgvi­ túrur, mann ikki gloymir í bræði, sigur Páll Olaf. Eisini Toni minnist væl túrin í tyrluni: – Nú havi eg flogið ofta til Føroyar, men allir teir buldrutu túrarnir koma ikki upp á knøini á flúgvitúrinum til Lukla. Tað er villasti túrur, eg havi upp­ livað, greiðir Toni frá. Seinkingar gjørdu, at teir vóru í Lukla miku­kvøld og ikki mánamorgun, sum ætlað, og tað kom at hava avleiðingar fyri restina av ferðini niðan á Mount Everest Base Camp: – Vanligt er, at ferðin frá Lukla og niðan til Base Camp tekur eina viku, har mann so steðgar eini tvær til tríggj­ ar ferðir á túrinum. Seinkingarnar merktu, at vit skuldu innheinta tríggjar dagar og kundu ikki halda teir vanligu steðg­irnar, fortelur Toni Dam. Páll Olaf leggur afturat, at teir vóru greiðir yvir, at hetta fór at hava fylgjur á gongu­ túrinum, men júst hvørjar og hvussu ógvu­sligar, vistu teir ikki. Kroppurin fór í verkfall Komnir í 5000 metra hædd byrjaðu Toni og Páll Olaf longu at merkja fyrstu avleiðingarnar av, at teir ikki høvdu hildu vanligu steðgirnar á gongu­ túrinum niðaná. Í 5000 metra hædd inniheldur luftin bert 50 prosent av tí iltini, sum hon inniheldur við sjóvar­ málan. – Vit byrjaðu at fáa høvuðpínu, høvdu lítlan og ongan matarlyst, vit spýðu, og búkurin gjørdi um seg. Eg kann siga tað soleiðis: Tá var tað ikki bara luftin, sum var tunn, fortelur Toni skemtandi. Hóast tað avgjørt ikki var ein stuttlig støða at vera í, so vildu teir ikki steðga, fyrr enn teir vóru komnir niðan á Base Camp: – Nú vóru vit so tætt við, so eg um­ hugsaði ikki eina løtu um at steðga her og fara niðraftur, greiðir Páll Olaf frá. Ta einu náttina í Base Camp frysti tað 42 kuldastig, og tað kendist eisini ekstremt kalt: – Tá var tað so mikið kalt, at alt frysti og bleiv til ís, eisini tá náttúran kall­aði, fortelja teir báðir vinmenninir við einum skálkabrosi. Tá farið verður á eina ferð sum hesa, er alneyðugt við rættari og nógv­ari orku, um ein skal orka ein so krevj­ andi gongutúr, og júst hetta vísti seg at gerast ein sonn avbjóðing fyri Toni og Páll Olaf: – Vit royndu at eta orkuríkan mat og drekka nógv vatn, men vit vóru so mikið illa fyri uppi á Base Camp, at vit veruliga máttu kroysta matin niður í okk­um, greiðir Toni frá og leggur afturat, at tann lokali maturin uttan iva hevur verið við til at fáa búkin á skeiva leið. Hóast teir báðir vóru rættiliga illa fyri, meðan teir vóru á Base Camp, vóru teir ongantíð bangnir: – Tað var altavgerandi, at vit høvdu hvønn annan, tí tá kann mann skapa ein ávísan stemning og klárar betri at hugsa positivt, heldur Toni, sum eisini kundi brúka tær royndirnar, sum hann hevur frá tí tíðini, hann var í danska herinum: – Hetta her við at hugsa positivt og ikki bara geva upp uttan at kempa er nakað, sum eg havi frá milliterinum. Hagani havi eg eisini lært, til dømis hvussu eg skal pakka ein ryggsekk, hvørjar hosur er best egnaðar til ein ávísan túr, hvussu eitt kort skal avlesast og so framvegis, greiðir Toni frá. Hann og Páll Olaf kenna hvønn annan væl gjøgnum fleiri ár og hava eisini vant ofta saman. Ætla sær fleiri túrar Tá Toni og Páll Olaf byrjaðu túrin niður­aftur til Lukla, komu teir ógvuliga skjótt fyri seg aftur, serliga tí at luftin bleiv tjúkkri: – Vit gingu skjótari og skjótari og hildu bert fáar, stuttar steðgir. Tá vit vóru komnir aftur til Katmandu, fejraðu vit sjálvandi, at vit vóru komnir aftur í øllum góðum, sigur Páll Olaf. Túrurin sat tó í kroppinum í fleiri dagar, eftir at teir vóru komnir aftur til Føroya: – Vit vóru sera troyttir og ótrúliga svangir allatíðina, so vit ótu rættiliga nógv, fyri at depotini kundu fyllast upp­aftur, sigur Toni. Hann og Páll Olaf lætn­aðu ávikavist sjey og átta kilo á túr­inum. Teir hava altíð gingið nógv í nátt­ úruni, men hvørgin teirra hevur verið á einum so avbjóðandi túri sum hesum áður: – Henda ferðin hevur leingi verið ein dreymur, men at tað skuldi gerast so strævið, tað hevði eg ikki væntað, fortelur Páll Olaf. Toni heldur, at tað er ein stórur fyrimunur, at teir altíð hava fingist við ítrótt: – Tað er einki at ivast í, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri okkum, at vit eru ítróttarmenn og hava altíð verið vanir við at kappast. Viljin drívur verkið sum orðatakið sigur, heldur Toni fyri. Báðir eru teir samdir um, at ferðin gjørdist ein fantastisk uppliving, og tað er ikki ómøguligt, at teir gera ein tílíkan túr aftur. Sambært Toni liggur ein slíkur túrir als ikki langt úti í framtíðini: – Eg eri spontanur og planleggi ikki lívið, men hvør veit, um mann ikki fer onkran annan túr áðrenn alt ov leingi, sigur Toni. Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen Mount Everest 8848m. Til høgru er skarðið ið kallast South Col Øll vøra, ið kemur niðan í fjøllini, er antin á Yak-oksabakið ella borið av »porters« Minnisvarið yvur teir, ið hava latið lív á Everest Hjá teimum ið eru fødd og uppvoksin í 5000m hædd er eingin trupuleiki at renna og m.a. spæla fótbolt